Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2006 9 Stutt sagt Úr Guantanamo til París Seks menn, sum fyrr hava sitið fangar í Guantanamo- leguni í Kuba, komu í gjár fyri rættin í París, har teir eru skuldsettir fyri at hava havt samband við yvirgang. Sjey franskir ríkisborgarar hava verið fangar í Guan– tanamo. Ein teirra bleiv latin leysur beinanvegin, og hinir seks vórðu sendir til Fraklands. Síðani hava fronsku myndugleikar– nir kannað viðurskifti teirra, men bara ein av monnunum hevur sitið í varðhaldi, meðan málið er vorðið kannað. Teir seks menninir vóru millum tvey og trý ár í Guantanamo-leguni, skrivar AP úr París. Rokn– að verður við, at dómur fellur um einar fjúrtan dagar. Seymaðu munnin saman Umleið 65 fangar í ein– um fongsli í Serbia hava seymað munnin saman fyri at mótmæla landsins rættarskipan. Fangarnir brúktu nál og tráð, men leiðslan í fongslinum sendi alt fyri eitt boð eftir læknum, sum skóru tráðin burtur. Tað hjálpti ikki stórvegis, tí teir 65 og umleið 250 aðrir fangar sýttu fyri at eta, skrivar AP úr Beograd. Sum skilst eru fangarnir misnøgdir við, at serbiska rættarverkið arbeiðir sera seint, og at tað er alt ov trongligt í fongslunum. Rættarverkið í Serbia ber orð fyri at vera sera seinført, og tað hevur ofta havt við sær, at fólk sita fleiri ár í fongsli, uttan at tey verða ákærd ella fáa dóm. Geva alt burtur Herfyri frættist, at heim– sins næstríkasti maður, amerikanarin Warren Buffet, hevði gjørt av at geva ymsum hjálparfel– agsskapum 85 prosent av sínum pengum. Ein stórur partur fór í hjálpargrunn– in hjá heimsins ríkasta manni, Bill Gates, sum eisini hevur latið nógvar milliardir krónur til góð endamál. Men tað er ikki bara í USA, at tey ríku lata sínar ognir fara til vælgerandi endamál, tí tað gera múgv–andi danir eisini, sigur danska útvarpið. Herfyri læt reiðarin Per Henriksen eina milliard krónur til gransking innan hjarta-, lungna- og sukur– sjúku, og ein talsmaður hjá felagsskapinum Móð–ur–hjálpini sigur við DR, at alt fleiri ríkfólk í Danmark stuðla góðum endamálum. -Tann tíðin er farin, tá summi savnaðu ovurhonds nógvar pengar saman utt– an at geva sær far um, hvussu hini í samfelagnum høvdu tað. Eg eri vísur í, at í framtíðini fara vit at síggja, at alt fleiri ríkmenn lata nógvar pengar til vælgerandi endamál, sigur tann kendi vinnulívsmaðurin Asger Aamund við DR. Ísland fær innflytaraflokk Nakrir útlendingar, sum hava búsett seg í Íslandi, hava nú gjørt av at stovna ein innflytaraflokk, skrivar blaðið Vísir. Paul F. Nikolov, blaðmað– ur, er talsmaður hjá stig– takarunum. Hann sigur við Vísir, at verandi flokkar hava gjørt lítið burtur úr viðurskiftunum hjá teim– um fremmandu, og at tað tí er neyðugt við einum flokki, sum kann tala teirra søk. Tann nýggi flokkurin skal fyrst og fremst virka fyri, at innflytararnir fáa betri møguleikar at læra tað íslendska málið, og harafturat skal hann virka fyri, at muhammeds– menninir í Íslandi fáa eina mosku. Paul F. Nikolov sigur, at gongst eftir ætlan, fer innflytaraflokkurin at stilla upp til kommunuvalið í 2010 og kanska eisini til altingsvalið í 2011. Bretland Árni Joensen: fartekst@mail.dk Aftan á bumbuatsóknina í Rúmdarferð Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað var í sambandi við eitt vanligt eftirlit í gjár, at teknikararnir varnaðust eina rivu í skúmbjálv–ingini á einum av brennievni– tangunum. Rivan vísti seg at vera einar fimm tummar long og ein lítlan hálvan tumma breið. Kortini gjørdi leiðslan í rúmdarumsitingini NASA av at senda Discovery út í rúmdina, men myndir frá umsitingini vístu týðiliga, at nakrir av teknikarunum vóru í iva um, hvat best var at gera, skrivar AP. Long riva á Discovery Hóast teknikarar funnu eina fimm tummar langa rivu á rúmdarferjuni Discovery, gjørdi NASA av at senda ferjuna avstað. Rivan er í bjálvingini uttan á einum tanga við niður– køldum brennievni, og talan er um eitt stað á ferjuni, sum er fyri ógvusligum trýsti, tá brennievni verður latið í tangan, og tá tangin verður tømdur. Tað var júst eitt brek við bjálvingini, sum var at– voldin til, at rúmdarferjan Columbia sprongdist fyri góðum trimum árum síð– ani. Øll sjey rúmdarfólkini doyðu. Ta ferðina datt eitt petti av bjálvingini av, tá ferjan bleiv skotin út í rúmdina. Eygleiðarar í USA siga, at tað er umráðandi fyri Al-Qaeda royndi at sleppa inn í fregnartænastuna MI5 Fleiri stuðlar hjá al-Qaeda søktu, tá bretska fregnartænastan søkti eftir fólki seinasta summar. London 7. juni í fjør gjørdi bretska fregnartænastan MI5 av at søkja eftir umleið 1.000 agentum afturat, og yvirgangsfelagsskapurin al- Qaeda fekk nakrar av sínum stuðlum at søkja starv hjá MI5, sigur BBC. Men ætlanin miseydnaðist, tí leiðslan í fregnartænastuni fekk illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt. Tað tók leiðsluni átta mánaðir at viðgera tær nógvu umsókn– irnar, men tá viðgerðin varð liðug, vóru allir stuðlarnir hjá al-Qaeda sáldaðir frá. Innanríkisráðið, sum um– situr fregnartænastuna, vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Ætlanin hjá MI5 var at økja talið á agentum úr 2.600 í 3.500, og teir, sum komu afturat, skuldu serliga forða fyri yvirgangi í Bretlandi. Tí kundi al-Qaeda gjørt kvetti, eydnaðist tað fel– agsskapinum at fáa nakrar av sínum egnu í tey størvini, sigur BBC. Discovery á útskjótingarstøðini á Kennedy Space Center í Florida. NASA, at ferðin hjá Dis– covery eydnast væl, tí tað er avgerandi fyri, at George W. Bush, forseti, kann halda fram við ætlanini um at seta fólk á Mánan og Mars.