Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 126 - 4. juli 2006 Umframt at vera filosoffur var Sokrates av bestu her­monn­ um. Hann var við í slagnum í Delion í árinum 424 áðrenn okkara tíðarrokning. Hann var praktikari og seinni lær­ari. Ein góð blanding sigst. Platon hevur skrivað nógv um tað, Sokrates tókst við. Báðir eru knýttir at Al­exander hin Stóra. Platon sum lærari Alexander. Platon hevur nýtt nógva tíð til at kjakast um menn­ iskj­alig virði. Griska orðið areté kann kanska týðast til ”duelighed” á donskum. Altso tað vit leggja størstan dent á -tað besta hjá okkum menniskjum- (ein hin besti eginleikin). Her ger Platon nógv burturúr. Eitt trupult evni. Torført. Men greitt er, at skulu vit hava framburð er neyðugt at vita, á hvørjum øki vit skulu hava framburð. Á øll­­um økjum? Eg spyrji meg sjálvan: framburð á øllu­m økjum? Men eru vit tá aftanfyri á øllum økjum? Og aftanfyri hvønn? Als ikki. Eg veit vit ikki um eru aftanfyri á øllum økjum. T. d. eru vit millum tey fremstu- frammanfyri danir- innan virkisbúskap sum fak innan ávís øki. Havi sjálvur undirvíst innan øk­ið í 21 ár. Og so at seta okkum í relatión við onnur samfel­øg. Er tað yvirhøvur rætt? Ein við innliti í aðrar mentanir hevði hugsa seg tvær ferðir um. Sjálvur havi eg búð saman við grønlendingum í Grønlandi í 6-7ár. Eg vildi aldri sammett. Eg veit ikki nóg mikið. Og eg kann ikki liva á tveimum støðum samtundis. Eg kann als ikki sammeta. Kann ein statistikari í Brussel? Samband eigur at vera mill­um visión og ein heilt ítøkjuligan tørv á hes­um. Bert at leita eftir eini visión uppá skrømt, kann ikki gagna nøkrum. Men tó er visiónin er ein for­treytin fyri framburði. Trup­ulleikin hjá okkum við­víkjandi Platon er júst, at finna hvat meint verður við. Men nú vit hava mót til at taka dystin upp, hvat við at hyggja at kjakinum hjá Platon. Uppgávan er akkurát hin sama teirra tá og okkara nú. Okkara tó nakað avmarkað. Hví ikki taka Platon sum annað enn eitt menniskja og filosof. Hví ikki læra av teirra røttu gerðum. Hann gekk eisini á tveimum bein­ um. Ikki at læra av teirra røttu gerðum er eitt mistak. Men lat nú Sokrates og Platon hvíla eina løtu. Jó­annes E. man vera nokk at fara í holt við. Hann sigur ikki, hvat vit skulu verða millum tey bestu til. Uttan at vita hetta, er ómøguligt at máta um vit eru millum tey bestu ella ikki. ”Millum tey bestu” (Jó­ann­es E. ”visionerurin”) er sera óhandgripuligt, ja nærm­ast luftigt. Hetta er ómálbart. Orð sum bestu / fremstu kunnu illa nýtast í hesum sambandi. Og her hava vit ein hin størsta mang­ulin við visiónini hjá lø­g­manni. Orðavalið er ó­heppi í visiónsætl­an­ ini. Vandi er fyri at óhósk­ andi orðing ger uppgávuna ó­neyðuga trupla. At seta himmal og jørð í gongd fyri eina visión 2015 uttan at vit hvar vit eru stødd, krevur sanniliga sín mann. At seta allar kreft­ ir inn at finna eitt mál, sum ein frammanundan ikki kann gera sær greitt, er ikki besta byrjan. Og at fáa eina PISA kanning í nakkan ger ikki sakina minni trupla. Í grundini man visión 2015 vera eitt spinn­doktaraprojekt. Sum and­støðan ”eigur” at taka und­ir við- og ger tað. Ein og hvør við sínu fullu fimm veit, at am­b­i­t­i­óns­ støðið er alt ov høgt. Men hevði nú Jóannes E. lisið Sokrates og Platon betri, so hevði henda ætlan ikki sæð dagsins ljós. So kann lesarin avgera um Jó­ann­es hevur lært nakað av teim­um gomlu ella bert hev­ur mist ”jørðforbind­ ilsi”. Men lesarin er óivað samdur við mær í, at tað er trupult at finna málið, um vit ikki vita hvar vit eru. Hetta verður ”at lede på må og få”. Um hetta er skilagott, ivist eg stórliga í. Bert PISA- kanningin er eitt minsta vink um at vit og Jó­­annes E. ikki hava ánilsi av, á hvørjum støði vit eru á innan fólkaskúlaøkið. Og at flyta fólkaskúlan er ikki bara at siga tað. So kemur restin. Øll hini økini sum kannað eru. Henda grein eigur at verða lis­in sum eitt spurnartekin við førda politikkin og settu málini. Kann leiðslan ikki vita hvaðar vit skulu, nær, og hvar vit eru, so eiga vit øll at hugsa okkum um. Sokrates og Platon vóru júst í somu støðu fyri meira enn 2000 árum síðan. Men hóast tað, bátslongdir framm­an­fyri. Akkurát hesi støðu stóðu teir í. Men teir funnu loysnina. Hava vit tó einki lært? Kendu vit hana, hevði vis­ ión 2015 havt annað orð­a­ ljóð. Og var heilt øðrvísi í am­b­i­tiónum. Skuldu Jóannes E. og eg veri ósamdir, kann eg bert siga at eg ikki gangi inn fyri stardardiser­ing av undirvísing. Sum bú­skap­ar­ frøð­ingur og undirvísari í 21 ár innan búskap, haldi eg meg vita, at vit kunnu læra av øðrum, men vit kunnu eisini gera teirra mis­ tøk. So eitt lyklaorðið her er var­semi og at spyrja okkara egnu ungu her heima. Um nakar veit hvat rør seg, eru tað tey. At leypa av leist­um fyri stovnar, er neyv­an loysnin. Heldur er um­hugsni og tolsemi svarið. Hví spyrja vit ikki tey við okkara spurningum? Í løtuni kvælist visiónin av praktiskum politikki og korruptión/ gávupolitikki. Her er ikki samsvar mllum førda dagliga politikkin – sum løgmaður stríðist við - og visiónina. Les sakina um vinnumálaráðharran og nú um fiskimálaráðharran. Jú, Jóannes E., spinatbedið er ikki langt burtur. Sokrates og Platon eru væl umboðaðir á lands­bók­ a­savninum. Ambassadørar sum standa við síðulinjuna. Eygleiðarir og metarir. Men vit eru nú hóast alt komin víðari. Kjakið og spurningarnir sum løg­ mað­ur er orsøk til, eru so sanniliga ein provokatión aðrir høvdu vanda sær fyri. Men eitt er at sets eina process í gongd. Kanst tú stýra henni? Joanes Nielsen, rit­høv­und­ ur, lýsir knappliga støð­una: politiskt evnaloysi, svik­a­ brøgd og korruptión. Skal opp­ort­unisma og túnatos oyða okkum ella skulu vit reisa okkum? Mín grein hevur ligið á pannuni í ein mánaða. At Jóanes N. so knappliga kemur við nøkrum gull­korn­ um telur bert til hansara heiður og eigur at verða lisið. Í kvøld og í annaðkvøld verða hálvfinalurnar í heims­ meistarakappingini í fótbólti leiktar í Týskalandi. Júst hesir báðir dystirnir hava nakað serstakt at siga fyri Føroyar sum fótbóltstjóð. Tí í báðum teirra eru lið, sum vit skulu tystast ímóti í næstum, tá undankappingin til europameistarakappingina í fótbólti fer av bakkastokki. Í hálvfinalunum eru bæði Italia og Frakland, júst somu lond, sum vit eftir lutakast komu í bólk saman við til EM undankappingina. Vit kunnu bert ímynda okkum støðuna og spenningin enda hesi bæði londini í sjálvari finaluni. Tá skulu vit sum minsta fótbóltstjóðin í heiminum spæla í Paris og Rom móti heimsins bestu fótbóltstjóðum – og hvat er enn meira áhugavert fyri okkara egnu áskoðarafjøld - vit fáa vitjan av hesum frægastu fótbóltstjóðunum. Eitt ótrúligt senario. Og skuldi tað hent, at hvørki Frakland ella Italia koma í finaluna, so er kortini talan um ein dynamittbólk vit eru komin í. Umframt hesi bæði londini er eisini Ukraina í okkara bólki, og hetta merkir, at Føroyar til EM undankappingina eru í bólki saman við trimum av heimsins átta bestu fótbóltstjóðum. So kann ein spyrja, hvat vit skulu brúka hetta til. Onkur ella fleiri vilja halda, at hetta er ræðuligt, tí hvat skulu vit stilla upp ímóti so góðum fótbóltstjóðum, ja vera vit ikki til grin, tá vit fara á vøllin og kanska tapa við 10 málum verður spurt. Vit velja heldur at síggja hesa støðu sum ein framúr spennandi og góðan møguleika at gera vart við okkum sum tjóð. Hetta at skula spæla ímóti Fraklandi og Italia í kjalarvørrinum á eini møguligari finalu millum hesi bæði lond er ein ómetaliga heppin støða, hugsa vit um marknaðarføring av Føroyum sum t. d. ferða­manna­ land og fiskiframleiðandi tjóð. Vit hava tí í blaðnum í dag valt at seta fokus á hesa so sera sjáldsomu hending og møguleika, har Føroyar kunnu gera vart við seg aftur í altjóða fótbólti, har okkara landslið eins og talan var um ímóti Eysturríki á sinni, hevur ein so einstandandi møguleika enn einaferð at vera tann besti ambassadørurin fyri okkum øll. Vit teljast so millum teirra, sum fegin síggja bólk­a­fel­ ag­ar okkara til EM-undankappingina í HM finaluni. Og so síggja vit fram ímóti at fáa vitjan av teimum og at fara til Paris og Rom at møta teimum. Alt í alt ein ótrúliga unik og góð støða fyri eitt lítið land sum Føroyar. Koyr á Italia í kvøld. Koyr á Frakland í annaðkvøld. Koyr á Føroyar til EM. Sosialurin Frakland og Italia og so Føroyar... Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gordon ejdesgaard Vit teljast so millum teirra, sum fegin síggja bólk­a­fel­ag­ar okk ara til EM- undankappingina í HM finaluni. Og so síggja vit fram ímóti at fáa vitjan av teimum og at fara til Paris og Rom at møta teimum oddagreinin SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Jóannes, Visiónin, Sokrates og Platon