týsdagur 4. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
11
Í døgunum 21. til 25.
august verður Run
avík karmur um stóra
havfiskikapping.
Hetta er fyrsta kapp
ingin av sínum slag í
Føroyum, og áhugin
tykist vera sera stórur
fyri hesum tiltaki,
ikki bert í Føroyum,
men eisini úti í heimi.
HAVFISKIKAPPING
Teitur Joensen
At fiska úti á havinum
við tráðu er ikki nakað,
sum hevur verið vanligt í
Føroyum upp gjøgnum tíð
irnar. Tey síðstu árini hevur
hetta tó vunnið størri frama
millum fólk, og er hetta
slagið av fiskiskapi vaks
andi í Føroyum.
Fiskikønir føroyingar eru
sera spentir, nú fyrsta hav
fiskikapping verður í Føroy
um. Nú hava áhugaðir veið
imenn møguleikan at vísa,
hvør dugur er í teimum, og
samstundis hava føroyingar
møguleika at prógva, at vit
eru ein tann stinnasta fisk
itjóðin í heiminum, eisini tá
tosað verður um havfiskarí
við tráðu.
Vónirnar vinna
á óvissuni
Fiskiskapur er hjá mongum,
ja næstan øllum, knýtt
ur saman við eini ávísari
óvissu. Hvussu verður kom
andi túrur? Hvussu verður
verðrið? Mangir eru spurn
ingarnir, og svarini eru ikki
at fáa, fyrrenn túrurin er
liðugur. Men tað er ikki henda
óvissan, sum dregur verkið
hjá veiðimanninum. Heldur
er tað vón, spenningur, tol
semi og trúgvin uppá egnan
dugnaskap, sum leiðir
ein fiskimann út í ta bláu
óvissuna. Hann kennir síni
evni og veit, at nærlagni er
av stórum týdningi. Hetta
er ikki bert eyðkenni fyri
ein langtúrar sjómann, men
eisini fyri tráðufiskarar og
aðrar, sum eru nærri landi.
Harafturat er tað sera týdn
ingarmikið hjá einum fiski
manni at kenna mið og rák
á sjónum, tí at hetta hjálpir
honum at finna útav, hvar á
leið fiskurin heldur til.
Kappingin
Sjálv
fiskikappingin,
sum hevur útgangsstøði í
Runavík, strekkir seg yvir
tríggjar dagar, har fiski
menninir eru úti í níggju
tímar um dagin. Av hesum
níggju tímunum sleppa teir
at fiska í fimm tímar dag
liga. Skiparar eru fingnir
til vega, soleiðis at hvør
fiskimaður fær ein skipara
hvønn dagin. Fyri at mis
munur ikki skal gerast mill
um fiskimenninir og fyri
so vítt eisini skipararnar,
so verður lutakast hvønn
dagin um, hvør fiskimaður
skal við hvørjum báti. Tað
vil siga, at tað er ymiskt frá
degi til dags, hvørjum báti
hvør fiskimaður fer við.
57 fólk meldaði til
Seinasta freist at melda
seg til kappingina var
í gjár 3. juli, og tá vóru
57 tilmeldingar komnar.
Av hesum 57 vóru bert 4
føroyingar, og hetta virkar
í sjálvum sær lítið. Men
vestmenningurin, Magni
Blástein, sum hevur fingist
nógv
við
havfiskiskap
við tráðu, sigur, at hetta
ikki er so merkisvert, tí
at havfiskiskapur við tráðu
hevur ikki fingið ordiligt
tak á føroyingum enn.
Hann sigur, at føroyingar
eru nakað afturlaga, hvat
viðvíkur hesum fiskiskapi,
men at vit nú hava høvi til
at vísa fólki her á landi,
hvat tráðufiskiskapur á
opnum havi er. Harafturat
heldur hann, at prísurin er
høgur fyri vanliga føroying
in, tá hugsað verður um,
at flestu føroyingar ikki
kenna so nógv til henda
fiskihátt. Hann væntar tó,
at um hetta verður eitt aft-
urvendandi tiltak, so fara
alt fleiri føroyingar at royna
hetta, serliga tí teir við tíð
ini fara at kenna meir til
tráðufisking á opnum havi.
Góð reklama fyri
ferðavinnuna
Magni Blástein heldur eis
ini, at Smyril Line hevur
tikið eina góða avgerð, tá
teir valdu at hava hesa hav
fiskikapping. Hetta er góð
reklama fyri føroyskan fisk
iskap, sigur hann. Nógv
útlendsk fiskibløð vera til
staðar, so hetta kemur at
vísa føroyska flaggið úti í
heimi. Fokus verður sett á
Føroyar sum fiskitjóð, og
hetta kann fáa fiskiáhugaði
aðrastaðni í heiminum at fáa
eyguni upp fyri okkara lítla
fiskivinnusamfelag norðan
til í Atlantshavinum.
Men hetta er ikki bert
góð reklama fyri føroyska
fiskiskapin.
Føroyska
ferðavinnan kann eisini
fáa ágóða av einum slíkum
tiltakið, tí at hetta er eitt
annarleiðis tilboð til ferða
fólk. Nógv fólk á evropiska
meginlandinum vilja fegin
sleppa at fiska, og tískil
vildi tað verið møguligt at
gjørt havfiskiskap til eitt
tilboð. Ferðafólk kundu
komi til Føroyar at roynt
havfiskiskap. Ikki sum í
eini kapping sum hesi, men
sum eitt frítíðarítriv. Fólk
kundu leiga ein bát fyri ein
dag, har tey so sluppu at
royna at fiska við tráðu á
opnum havi.
Til síðst sigur Magni,
at hann væntar og vónar,
at hetta ikki verður fyrsta
og einasta ferðin, at hetta
verður gjørt í Føroyum. Við
hesum tiltaki fer áhugin at
fiska við tráðu á opnum
havi millum føroyingar
væntandi eisini at vaksa
heilt nógv.
Stór havfiskikapping í Føroyum
Vinningarnir:
The Champion – størsti fiskurin
73.000 kr
The Pro – mesti fongur
73.000 kr
Besta liðið (4 persónar)
15.000 kr.
Besta kvinna – størsti fiskurin
7.300 kr
Besti unglingi – størsti fiskurin
Stuðlað av Jógvan Weihe
7.300 kr.
Besti skiparin
Stuðlað av Ferðaráð Føroya
15.000 kr.
Samlað virði á vinningum
240.000 kr.
- Havfiskiskapur við tráðu hevur ikki fingið ordiligt tak á føroyingum enn. Føroyingar eru nakað
afturlaga, hvat viðvíkur hesum fiskiskapi, men nú hava vit høvi til at vísa fólki her á landi, hvat
tráðufiskiskapur á opnum havi er, sigur Magni Blástein, sum hevur fingist nógv við havfiskiskap
tíðindi