Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 126 - 4. juli 2006 Anna Maria Jacobsen, vanliga nevnd Mia á Heyggi, Selatrað, and– aðist sunnudagin 2. juli á Eysturoyar røktar- og ellisheimið, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14 frá ellisheiminum í kirkjugarðin á Selatrað. Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata eina peningagávu til felagið Javna. Torkil Mortensen, ættaður av Tvøroyri búsitandi í Nærum, andaðist fríggjadagin 30. juni, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Søllerød kirkju hós– dagin kl. 12. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 5. juli. Anshelmus. Tað er allarhelst navnið á tí tiltikna guðfrøðinginum og erkabiskupinum í Canterbury, sum doyði í 1109. Hervið verður gjørt kunnugt fyri ætt og vinum, at kæri bróður okkara Sverri Eidesgaard ættaður úr Oyndarfirði, búsitandi í Keypmannahavn andaðist fríggjadagin 30. juni, 80 ára gamal. Familjunnar vegna Brynhild og Aðalbjørg Mánadagin 3. juli 2006 læt Jóna Kristin Thomsen upp forvitnisliga listafram– sýning í Mentamálaráðnum. Framsýningin, sum eitur ”Í rúmi”, verður víst á 5 sjónvarpsskermun. Fram– sýningin er opin til 7. juli 2006, kl. 15. Jóna Kristin Thomsen er 26 ára gomul og lesur sálarfrøði og heimspolitikk í London. Hon er rytmiskur fimleikari og dansari og hevur verið í Danmark, London og stutt tíðarskeið í New York og nomið sær útbúgving inn– an dans. Hon hevur verið partur av fleiri uppseting– um í Føroyum, m.a. Josef og litfagra dreymakotið, gøtusjónleiki á ólavsøku, Listastevnuni, ”Hendur og Hugflog”, og henni dámar sera væl at arbeiða innan ymiskar dansistílar, bæði sum dansari og koreo– grafur. Hon hevur eisini verið venjari innan dans og Jóna Kristin Thomsen: Listaframsýning í Mentamálaráðnum Mánadagin læt Jóna Kristin Thomsen upp forvitnisliga og annarleiðis listaframsýning í Mentamálaráðnum Sunnudagin 2. juli læt Pól Skarðenni upp eina listaframsýning í Gallarí Oyggin á Tvøroyri. Á framsýningini eru olju– málningar, har myndevnið er Suðuroyggin. Eisini hev– ur Pól nakrar abstraktar málningar við á hesi fjøl– broyttu framsýningini. Opið er allar dagar frá kl. 14-18. Framsýningin heldur fram Gallarí Oyggin, Tvøroyri: Pól Skarðenni við fjølbroyttari framsýning Tíðindaskriv Leygardagin 15. juli kl. 19.30 verður tann árlga dansináttin hjá dansifeløgunum í Suðuroy hildin á Hotel Øravík, har øll eru vælkomin. Til døgurðan verða tríggir ymiskir rættir at velja ímill– um: lambasteik, oksasteik og fleskasteik. Árliga dansináttin á Øravík Tekning fer fram hjá dansi– feløgunum í oynni ella hjá Hotel Øravík. Møguleiki er eisini fyri at gista á ho– tellinum. Kostnaðurin er kr. 180,- Fyrireikarnir vóna, at nógv fólk koma til tiltakið. Jan Slættalíð hevur tann 29. juni 2006 lokið prógv sum Master of Arts (M.A.) (Social Sciences) in Politics, við University of Glasgow í Skotlandi. Jan Slættalíð: Prógv sum Master of Arts Sunnudagin 2. juli 2007 varð kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Maria Jacobsen Selatrað, (Mia á Heyggi) heimkallað til Harran, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður hósdagin 6. juli kl. 14.00 frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í kirkjugarðin á Selatrað. Familjunnar vegna Diana, Lena, Ásbjørn, Tórur, Tróndur, Grímur, Mia, Dávur og Kári Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata eina gávu til felagið Javna. fimleik í fleiri tíð–arskeið– um. Eftir lokið Bachelourat kundi Jóna hugsað sær at hildið fram við listarligum arbeiði innan dansi, og serliga heldur hon sam– felagslig og sálarfrøðilig evni eru spennandi íblástur til hetta.