Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 126 - 4. juli 2006 Tveir jødiskir gestir, ið hava upplivað Holocaust innat kroppin, undir 2. heimsbardaga, vitja í Føroyum í hesum døgum. Hann vaks upp í Warzawa, meðan hon vaks upp í Berlin. Í 1944 vóru tey bæði 13 ára gomul. Hóskvøldið verður spennandi kvøld í Miðlahúsinum har hjúnini Menakhem og Hanna Ben Yamin siga frá teirra lívi. Sosialurin fekk eina samrøðu við parið yvir ein kopp av kaffi Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Menakhem hevur orðið í síni tryggu hond. Tað er týðuligt, at hann er ein maður, ið er vanur við at hava orðið. Hann dugir væl at orða seg, skemtar og kryddar prátið við líknilsum og orðatøkum, júst sum ein rættur røðari. Í prátinum verður nomið við evnir, ið dagliga vekja heimsins áhuga. Menak­ hem sigur frá sínum sjáld­ sama og hendingaríka lívi. Vit práta um lívið í Ísrael í dag, ræðuliga hóp­ morðið av jødum undir 2. heimsbardaga og um stovnina av Ísrael. Hann sigur m.a. frá spennandi ferð síni úr Italiu til Ísraels í skipi við 1600 jødiskum flóttafólkum, ið nýliga vóru latin leys úr týsku týningalegunum. Hansara lívsstarv er innan fiskivinnuna og er tað gjøgnum hesa leið hann og kona hansara eru komin hendan vegin. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag og blaðstjóri á FF-blaðnum, og Menakhem kennast. Teir hittust fyri fyrstu ferð á eini altjóða fiskivinnuráðstevnu yviri í statunum. Líka síð­ an hava teir hildið sam­ bandið teirra millum við líka. Menakhem hevur eina­ferð verið her áður, hetta var í samband við Farec-ráðstevnuna í 2004. Óli hevur eisini skrivað tríggjar greinar um teirra hendingaríka lívið hjá hesum báðum, hesar finnur ein á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag (nr. 320, 348 og 349). Nógv ferðing hevur merkt hendan seinasta part­ in av yrkisleið hansara. Hann hevur arbeitt støðugt fyri 8 lond og vitja umleið 50 onnur í arbeiðsørindum. Ráðgeving fyri ymiskum stovnum og myndugleikum, greiningar av ymiskum málum og tilmælum, ið hava við fiskivinnu at gera – hesi lutir hava myndað hansara starv. Og, sum hann sigur við meg, so hevur hann ikki stundir til at hugsa um at skriva endur­ minningar. Støðan í Miðeystri – ein dagur søtur og annar beiskur Nú um dagarnar leikar tað hart á í stríðnum mill­um ísraelska herin og pale­stinar. Dagliga hoyra vit, hvussu tað stendur til. Men tilburðirnar nerva tey bæði lítið. Hetta hava tey sæð fyrr. – Støðan í Mið­eystri í dag, er sum við fiskastovnunum, teir broytist frá degi til dags. Ein dagur søtur, annar dagur beiskur: “One day honey, one day onion”. Soleiðis hevur tað verið leingi. – Støðan har er heilt ser­lig – ein kann ikki gera brúk av vesturlendskum logikki fyri at skilja støðuna harniðri. Um ein ger tað, so villist ein úti í skógini og finnir hvørki høvd ella halan í málinum, staðfestir Menakhem. Hann greiðir, við einum líknilsi, sera lívliga frá, hvussu hann sær stríðið, í stóran mun, ganga fyri seg í einum heimi av orð­ um, har ein til endans trýr orðunum. Og síðan fylgja gerðir, ið aftur hava álvarsligar fylgjur við sær. Her sipar hann til støðuna hjá arabisku samfeløgunum har veruleikin ikki verður góðtikin. - Eftir seks daga kríggið varð eingin ósigur kunngjørdur... í Egyptalandi og Sýria hátíðarhalda tey hesar dagarnar. Tað er slík­um umstøðum ein er noyddur at liva við í Mið­ eystri. Ein veit ongantíð hvat kann henda. Í prátinum koma vit eisini inn á málið um Muhammed- tekningarnar. Menakhem er ivasamur mótvegis hes­ um tiltakinum. – Hvat er endamálið? At vísa at vit eru frísinnað? Eg síggi ikki heilt meiningina við at tekna slíkar tekningar. Eg hevði ikki teknað tær, eg kenni jú til teirra kenslusemi viðvíkjandi einum slíkum evni sum profetur teirra. Arabisk grannabygd í Ísrael Parið býr í eini minni bygd nærhendis Nazaret. Í grannabygdini búgva fleiri arabiskir beduinarar, sum tey síggja nógv til. Tey liva í sátt og semju. Menakhem greiðir frá at í Ísrael búgva fleiri arabarar. Men tey hava ongar trupulleikar við grannunum. Heldur hin­ vegin. – Nei, har er eingin trupul­ leiki. Tá ið tað kemur til persón til persón, so er sum so eingin trupulleiki. Islam, sum trúarskipan góðtekur jødar og eisini tey kristnu. Tað er bara hasin muezzin – hann, sum kallar til bøn – í grannabygdini, sum irriterar okkum onkuntíð, heldur Menakhem skemtandi fyri. – Nei, grundleggjandi er eingin trupulleiki, tá tað kemur til persón til persón. Eg havi ofta arbeitt saman við arabarum, og havi havt eitt gott samstarv, slær Menakhem fast. Konan, Hanna, skoytir uppí, at bedu­inar søguliga hava havt tað lættari at arbeiða saman við øðrum, ið koma uttaní­ frá. Teir hava, á ymiskar hættir, skilt seg frá arabiska fólkinum, hóast teir so av­gjørt kalla seg arabar. Hetta kemst av teirra polit­ isku søgu og lívihátti. – Vit keypa inn í teimum somu matvøruhandlunum og liva í sátt og semju. Ein vaskikona kemur framvið hjá okkum eina ferð um vikuna. Hon ger reint og líknandi. Og vit hava nógv Holocaust-offur vitja í Føroyum Eg havi hoyrt hesa søg­una fyrr. Men at sita yvirav einum, ið hevur upp­livað hesar ræðuligu um­støðurnar, og hoyra hann siga frá hesi søguni, rørir ein av álvara, hóast eg í løtuni eri upptikin av at skrivi tað niður, sum hann sigur. Ímeðan kølnar kaffi í koppinum. tíðindi