týsdagur 4. juli 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
15
at práta um, tekur Hanna
samanum.
Holocaust
Tey bæði eru uppvaksin í
Evropa. Menakhem í War
zawa, Póllandi, og Hanna
í Berlin. Teirra lív og sam
stundis lagnan hjá fleiri av
nærmastu familju teirra er
neyvt bundin at søguni um
jødan, Ísrael og eisini at
heimssøguni fyri 20. øld.
Tað er serliga ræðuleikarnir
í Týsklandi undir 2. ver
aldarbardaga, sum hava
skorið seg sterkt inn í
sinnini á teimum flestu. Og
tey skara týðuliga framúr,
tá ein hyggur afturá 20. øld.
Tey menniskju, sum hava
upplivað holocaust inn at
kroppin, og sum kunnu
greiða frá hesum – eins og
Hanna og Menakhem – eru
í dag ikki so nógv í tali, og
tey gerast alsamt færri.
Frá eini týningarlegu
til aðra fangalegu
Menakhem sigur frá, at
Ísrael var tað einasta stað
ið, har hann kundi kenna
seg heima og sum sítt
egna. – Eg kundi verið far
in til Avstralia, eg hevði
ein farbróður har. Men eg
valdi Ísrael framum. Og eg
havi ikki angrað. Familja
mín hevur verið glað fyri
at búgva í Ísrael. Eins og
Menakhem, leitaðu fleiri
onnur, ið yvirlivdu týning
arlegurnar, sær vegin fram
til Ísraels og festu røtur
har.
– Eg fór av evropeiska
meginlandinum úr Ítalia
við einum skipi, ið kallaðist
Muleddad Patria. Hetta var
eitt sokallað immigrant-
skip, sum flutti ólógligar
jødiskar tilflytarar. Bretsku
myndugleikarnir
settu
í
hesum tíðarskeiðnum hámark
fyri talinum av innflytarum
til Ísraels. Sostatt gjørdust
hesir tilflytararnir ólógligir
og bretar forðaðu teimum
eisini í at sleppa í land.
Menakhem var nú limur í
einum jødiskum felagsskapi,
sum skipaði fyri innflyting
av jødum til Ísraels. – Eg
hevði gingið á sjómansskúla
í 1946 í Fraklandi. Har varð
eg útbúgvin telegrafistur
og umborð skuldi eg taka
mær av telegrafinum. Skipið
sigldi úr Italia i mars 1946
og umborð vóru 1.600 flótta
fólk.
– Men, tá ið vit nærkaðust
landi út fyri havnabýin
Haifa tóku bretskir her
menn ímóti okkum. Øll
umborð vóru tikin og førd í
annað skip og síðan send til
Kypern. Hesi endaðu aftur
í umstøðum, sum mintu
um fangalegu – hesaferð í
flóttafólkalegum.
Eg havi hoyrt hesa søg
una fyrr. Men at sita yvirav
einum, ið hevur upplivað
hesar ræðuligu umstøður
nar, og hoyra hann siga frá
hesi søguni, rørir ein av
álvara, hóast eg í løtuni
eri upptikin av at skrivi
tað niður, sum hann sigur.
Og ímeðan kølnar kaffið í
koppinum.
Menakhem fortelur víð
ari: – Men eg og tveir
aðrir av manningini høvdu
frammanundan funnið okk
um eitt goymistað í kjølin
um har frammi á skipinum.
Bretar gassaðu skipið fyri
at fáa øll tey, sum goymdu
seg umborð, fram og í
land. Har var ein øgiligur
gangur og nógv rennarí á
dekkinum. Tey vórðu øll
send til Kyperns og vóru
sett í fangalegu har. Men
hjá okkum trimum gekk tað
so akkurát. Har var sera
trongt og ringt at standa,
minnist Menakhem afturá.
– Vit skiftust um at sleppa
framat einum lítlum luftholi
at anda. Holið var heilt uppi
undir loftinum, so vit stóðu
uppiá
hvørjum
øðrum.
So, tá ið ein góð løta var
fráliðin, og tað bleiv hvirt
uppi á dekkinum, fór eg
upp og svam eg í land. Men
stutt eftir eg var komin upp
á turt, bleiv eg fangaður av
bretunum. Síðan sat eg í
heilar fimm mánaðir í eini
fangalegu.
Og so flýddi eg aftur. Á
hesi fangaleguni vóru tað
fleiri sum regluliga sluppu
út, so mín rýming varð
fyriskipað frammanundan.
Hvønn fríggjadag kom ein
lastbiliur við matvørum og
serliga gjørdum breyði til
sabbatina. Tá lastbilurin
fór út úr aftur leguni
vóru tvær tómar bingjur í
aftan í bilinum og tómar
erskjur lagdar omaná. Eg
bleiv koyrdur í tað niðastu
bingjuna
og
so
hinar
omaná. Eg var noyddur at
bíða so leingi, tí bretarnir
hildu eyga við mær. Eg
royndi jú at sleppa undan
teimum frá byrjan av.
Samrøðan endar
fyri hesuferð
Ein steðgur kemur í prátið
og tað gongur eitt sindur
seint hjá mær við at grifla
øll notatini niður. Nú er
tað at næsti spurningur skal
setast.
– Hví spyr tú ikki um
fótbólt!? Spyr Menakhem
við einum smíli, eitt sindur
brádliga og speiskliga. Hann
hevur nógv uppá hjarta og
hóast hesar upplivingarnar
er hetta ein eldri harri við
løttum sinni, sum eg siti
yvirav.
– Ísrael mundi tapt ímóti
Føroyum, tá ið teir spældu.
Tað var rættiliga ótrúligt,
tí okkara leikarar spæla
dagliga í bestu deildunum í
Evropa. Eftir dystin fekk eg
úr at gera at greiða ísraelum
frá, hvar hesar Føroyar lógu.
Í fótbólti hava Ísrael og
Føroyar so avgjørt nógv í
felag. Vit eru jú í sama húsi,
tá tað kemur til fótbóltin,
sigur Menakhem smílandi
og sipar til evropeisku fót
bóltskappingina fyri tjóðir
og eisini feløg.
Menakhem fær eisini lagt
afturat sína meining um før
oyskan fiskivinnupolitik.
Hann metir tað vera ein
fyrimyndarligan
poli
tikk, ið nú verður rikin.
– Ein fyrimynd fyri hin
ar evropeisku fiskivinnu
tjóðirnar. Hin fiskivinnu
politikkurin við kvotaskip
anini er grundaðar á rangar
niðurstøður frá byrjan av
– tað sum tykist at vera,
men í veruleikanum, ikki
er.
Hetta er annars fyrstu
ferð Hanna er í Føroyum
og hon er bergtikin av
náttúruni. Tey bæði hava
verið leingi á ferð. Tað er
ein og ein hálvur mánaður
liðin síðan tey fóru úr
Ísrael. Um fáar dagar eru
tey aftur í heimbygd teirra,
Kiyat Tiv´on. Seinni í heyst
halda tey gullbrúdleypsdag.
Tey vórðu gift í 1956 í
einum størri ísraelskum býi
– á trapputrinunum til eina
synagogu, fortelur Menak
hem.
Eitt hugtakandi prát er
komið at enda. Men hós
kvøldið verður høvið at hitta
tey, seta teimum spurningar
og hoyra tey siga frá
heningaríka lívið teirra og
núverandi spentu støðuni í
Ísrael. Tað er Ísraelsvinir,
ið skipa fyri kvøldinum, ið
byrjar kl. 19.00.
Menakhem við familju á barndómsgøtuni í Warzawa
Flóttafólkaskipið Exodus við 4.500 flóttafólkum umborð
Óli Jacobsen og Menakhem Ben-Yami. Teir hittust fyri fyrstu
ferð á eini altjóða fiskivinnuráðstevnu yviri í statunum. Líka
síðan hava teir hildið sambandið teirra millum við líka
”
Tey menniskju, sum hava upplivað holocaust
inn at kroppin, og sum kunnu greiða frá hesum
– eins og Hanna og Menakhem – eru í dag ikki
so nógv í tali, og tey gerast alsamt færri.
”
Eftir seks daga kríggið varð eingin
ósigur kunngjørdur... í Egyptalandi
og Sýria hátíðarhalda tey hesar
dagarnar. Tað er slíkum umstøðum
ein er noyddur at liva við í
Miðeystri. Ein veit ongantíð hvat
kann henda.
tíðindi