týsdagur 4. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
tíðindi
Einaferð í fram
tíðini fer at bera
til hjá stórum ferð
amannaskipum at
leggja til bryggju á
Strondum. Niðri við
havnarlagið verða
bygdar eina hópur av
marglætisíbúðum í
øllum støddum.
- Strendur skal ikki
longur verða ein
navnleysur býur,
men ein býur mitt
í Føroyum, sigur
Malena Thomsen,
borgarstjóri í Sjóvar
kommunu.
Menningarætlan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: Ímynda tær
eitt nýmótans havnarlag.
Eitt stórt útlendsk
ferðamannaskip liggur við
bryggju og hundraðtals
ferðafólk ganga runt í
bygdini.
Handlar og aðrar
tænastuvinnur standa til
reiðar at bjóða hesum
ferðandi, tað tey hava hug
til. Smábátar í hópatali
hava síni støð at liggja á.
Hyggur tú niðan í
bygdina sært tú í hópatali
av nýggjum og ikki minst
nútíðar bygningum til
øll endamál. Og á einum
øðrum staði síggjast
vinnubygningar standa á
einum øki, har nógv lív
er í.
Og runt á økjum í
bygdini eru livandi
økir, har vaksin og børn
búleikast við øllum teim
hentleikum, sum hoyra til
eitt slíkt íbúðarøki.
Fyri mong ljóðar hetta
bæði sum ein óveruligur
dreymur og sum ein
fantasi, men fyri Sjóvar
kommuna er hetta eitt mál,
sum tey nú eru farin at
arbeiða fram ímóti.
Hetta verður gjørt í eini
menningarætlan, sum skal
gera bygdina – og seinni
býin – til reiðar at møta
tí, sum framtíðini hevur
tørv á mótvegis íbúgvum
sínum.
- Við hesi
menningarætlanini ynskja
vit at vísa á, at Strendur
kann gerast ein býur við
altjóða dámi. Hetta skal
gerast eitt attraktivt stað
hjá fólki at búgva í – og
fólki at koma til, sigur ein
bjartskygdur borgarstjóri.
Hetta er sum nevnt bert
ein menningarætlan, og
er tí ikki ein verkætlan,
sum nú verður sett í verk.
Á tíðindafundi í morgun
á kommunuskrivstovuni
á Strondum varð henda
ætlanin løgd fram.
Nær hon verður
veruleiki og nær fyrstu
stigini verða tikin til at
fremja hesa, dugir eingin
at siga nakað um enn. Tað
verður fyrst, tá teir fyrstu
íleggjararnir vísa sín áhuga
og vilja seta pening í.
Ringvirkningar
Tá hetta bygdaráðið tók
við vóru rættiliga nógvir
av limunum nývaldir.
Teir vistu, at undanfarin
bygdaráð høvdu arbeitt við
og eftir eini byggisamtykt.
Fyri mong er ein slík
byggisamtykt eitt pappír
sum hongur á einum
veggi. Men hetta nývalda
bygdaráðið setti sær fyri
at lýsa hesa samtyktina
betri – at fáa lív í pappírið.
Stutt sagt: At vísa fólki á
teir møguleikar sum vóru
á Strondum og hinum
bygdunum í kommununi.
Bygdaráðið setti seg
í samband við Fuglø
Arkitektar, sum í eina tíð
hava arbeitt við at savna
allar træðrirnar saman
innan øll hugsandi økir
í kommununi. Hetta
skal vera eitt amboð hjá
kommununi at skapa
menning í alt økið.
Á fundinum í morgun
varð tí løgd fram ein
menningarætlan fyri
kommununa 2006. Men
árstalið skal tó bert takast
sum byrjanin til nakað,
sum kann gerast rættiliga
stórt og umfatandi.
Hvørjir ringvirkningarnir
verða av hesum vil bert
framtíðin vísa. Men
eingin ivi er um, at henda
menningarætlanin fer at
seta Strendur á heimskortið
og skapa øktan áhuga fyri
kommununi.
Spurningurin hevur alla
tíðina verið um bygdaráðið
ynskti ein harðan bý við
ídnaði og vinnu, ella ein
meiri bleytan bý við fólki,
tænastum og slíkum.
- Vit ynskja at hava
ein bý, har bæði hesi
viðurskiftini eru til staðar.
Og ein bý har tað skal vera
og verða liviligt hjá fólki,
verður sagt.
Mitt í landinum
Landafrøðiliga liggur
Strendur uttast á vestara
armi á Skálafjørðinum.
Áður var hetta at meta
sum ein fjarskotin bygd,
men við teim møguleikum
sum liggja í ætlaða
undirsjóvartunlinum til
Havnar verður støðan júst
hin øvugta:
Við hesum
ferðasambandinum verður
Strendur eitt nýtt miðpunkt
í Føroyum. Bygdin kemur
at liggja nær við Havnina,
og tað fer at geva og
skapa ótaldar møguleikar í
framtíðini.
- Hyggja vit eftir hinum
bygdunum í økinum so
verða tað í framtíðini bert
fáir minuttir at koyra til
Havnar og innan fyri 20
minuttir er ein í Klaksvík.
- Tí verður Strendur
ikki ein endastasjón
longur, men eitt natúrligt
mittpunkt í Føroyum, sigur
Malena Thomsen.
Í løtuni búgva beint
omanfyri 1000 fólk í
kommununi. Men tað er
ikki óhugsandi at talið fer
at vaksa munandi.
- Vit vilja verða við
til at skapa karmar
fyri eini menning av
hesum økinum. Tá fólk
koma higar við góðum
hugskotum, so eru
fortreytirnar fyri at seta
hesar í verk til staðar.
Møguleikarnir eru her
Undirsjóvartunnilin
millum Skálafjørðin og
Havnina fer kortini ikki
bert at skapa øktan áhuga
fyri búseting á Strondum.
Nógv grót kemur
sjálvandi úr einum slíkum
arbeiði, og hetta grótið
ætlar kommunan sær m.a.
at nýta til eina umfatandi
víðkan og nýskapan av
havnarlagnum í bygdini.
Her eru møguleika fyri
at gera omanfyri nevndu
havn við marglætisíbúðum
og øðrum viðurskiftum,
sum koma at skapa lív og
virksemi í býnum.
Sjóvar kommuna vil,
eins og aðrar kommunur
sjálvandi vera við til
at skapa fortreytir
fyri borgararnir í síni
kommunu. Og fyri at
toga til sín fólk og pening
aðrastaðni frá.
- Við menningarætlanini
ynskja vit at greiða
fólki frá, at her eru
møguleikarnir. Onkur vil
kanska halda, at henda
kommunan er alt ov lítil til
eitt so stórt prosjekt.
- Her skal verða pláss
fyri øllum. Og tí kunnu
vit eisini megna at fremja
hesar ætlanirnar í verki,
sigur borgarstjórin.
Strendur skal mennast til ein miðdepil
Búseting í øllum bygdum
Hóast henda ætlanin fyrst varð løgd fram í morgun
hevur áhugin fyri Strondum leingi verið stórur, - serliga
innan búseting.
Kommunan liggur inni við fleiri umsóknum um
grundøki, ikki bert á Strondum, men eisini í hinum
smærru bygdunum í kommununi.
Menningarætlanin hevur eisini tikið hædd fyri
hesum. Við spennandi hugsanum og slóðbrótandi
ætlan verða spennandi møguleikar at búseta seg á
øllum støðum í kommununi.
Ein møguleiki er t.d. hjá havnarfólki at keypa
sær eina íbúð á Morskranesi, har ein bæði kann fáa
friðin og útsýnið við í keypið.
Kommunan væntar tó ikki at økið fer at verða
sum ein sovibýur, tí í menningarætlanini er eisini
ein ætlan um tænastuvinnur, mentanarlig tiltøk og
annað, sum kann verða við til framhaldandi at skapa
lív og menning í økinum.
- Vit vilja skapa karmar fyri eini framtíð á Strondum, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri
16