týsdagur 4. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
17
Sunnudagin klokk
an sjey verður
finalan í heims
meistarakappingini
í fótbólti. Størsta
ítrottahending í
heiminum aftan á
Olympisku Leikirnar
er tá at enda komin,
og vit kunnu tá verða
í tí støðu, at vit møta
heimsmeistaranum,
tá komandi EM-
undankappingin fer á
rull í heyst
ÍTRÓTTUR
Rólant Waag Dam &
Lív Højsted Horsdal
rolant@sosialurin.fo &
horsdal@sosialurin.fo
Tá lutakastið til komandi
EM-undankapping var á
skránni, fegnaðust flest
øll um frálíka úrslitið. Vit
komu í bólk við stórlondum
sum Italia og Frakland.
Nú HM-kappingin líður
móti endanum, hava vit alla
orsøk til at fegnast enn eina
ferð. Sum støðan er júst nú,
er stórur møguleiki fyri, at
vit møta einum møguligum
heimsmeistara.
Og
um
heilt væl veit við, kunnu vit
møta bæði heimsmeistara
og
varaheimsmeistara,
tá vit fara at kappast um
luttøku til komandi EM-
endaspælið.
Sjálvandi er eisini tann
møguleikin
til
staðar,
at hvørki Frakland ella
Italia kemur í finaluna.
Hetta broytir tó einki á ta
sannroynd, at tey framvegis
teljast millum fýra tey
bestu londini í heiminum í
løtuni. Tað bara í sjálvum
sær er framúr fyri okkum
føroyingar.
Tað vóru Torleif Sigurðs
son og aðrir góðir menn, sum
fingu Føroyar upp í altjóða
fótbólt í 1990. Mótstøðan
var hørð frá fleiri síðum, og
tað vóru tey, sum hildu at
tað einasta føroyingar fingu
burtur úr hesum var, at vit
gjørdu landið so dyggiliga
fyri skommum. Men vit
hava síðan tá fingið sjón
fyri søgn, og tað ber illa
til at siga í dag, at so er.
Men hvat heldur Torleif
Sigurðsson nú, Føroyar
standa fyri tveimum teimum
størstu
avbjóðingunum,
vit nakrantíð hava havt í
fótbóltshøpi?
Fyrsti altjóða dysturin,
vit nakrantíð spældu, var
minniligi dysturin ímóti
Eysturríki í Landskrona.
Henda dystin liva vit enn
uppá, hóast tað nú eru
16 ár síðani. Men hvussu
ber tað til, at ein sovorðin
dystur fyllur so nógv í
fótbóltshjørtu okkara?
Síðani tá hava vit fingið
nógv
heiðurlig
úrslit,
men tó ongantíð skapt
somu
sensatiónina
og
koppað einum eins stórum
stórveldi. Men hava vit tann
møguleikan aftur nú, vit
møta Italia og Fraklandi?
Heiðurligu tapini, vit
so ofta práta um, eru ofta
komin, eftir vit hava hildið
tætt í nærum allan dystin,
men síðani missa vit ofta í
allar, allar síðstu løtu. Besta
dømi er helst dysturin móti
Týsklandi á Tórsvølli, har
tað bert restaði ein minuttur,
tá Miroslav Klose skoraði.
Og so var tað í Hannover,
at Hjalgrím Eltør brendi
sín lívskjans, tá hann sendi
bóltin fram við Oliver
Kahn. Bólturin slikkaði
stongina, áðrenn hann fór
út. Hevði Hjalgrím skorað
tá, høvdu vit óivað fingið
javnleik, men so var ikki.
Hvussu ber tað til, at vit so
ofta tveita alt burtur í allar,
allar síðstu løtu?
Sum sagt, so verða
Italia og Frakland mill
um mótstøðulið okkara í
komandi EM-undankapp
ing. Men hvussu fáa vit
sum mest burtur úr hesum
dystunum – bæði ítrottarliga
og hvat marknaðarføring og
øðrum viðvíkur?
Á teimum báðum næstu
síðunum varpa vit ljós á
hetta ótrúliga senario og
fáa svar upp á allar hesar
spurningarnar. Vit hava
fingið ymsar viðmerkingar
frá fólki við hvør sínum
tilknýti til fótbólt og lands
liðið.
Vit kunnu møta HM-finalistunum
tíðindi
ITALIA
HM-gull
1934, 1938, 1982
HM-silvur
1970, 1994
HM-bronsa
1990
EM-gull
1968
EM-silvur
2000
OL-gull
1936
OL-bronsa
1928, 2004
Venjari: Marcello Lippi
(síðani 2004)
Flestar dystir: Paolo
Maldini, 126
Flest mál: Gigi Riva 35
FRAKLAND
HM-gull
1998
HM-bronsa
1958, 1986
EM-gull
1984, 2000
OL-gull
1984
OL-silvur
1900
OL-bronsa
1920
Venjari: Raymond
Domenech (síðani 2004)
Flestar dystir: Lilian
Thuram 119
Flest mál: Michel Platini 41
FØROYAR
OyL-gull
1989, 1991
Venjari: Jógvan Martin
Olsen (síðani 2006)
Flestar dystir: 77
Flest mál: Todi A. Jónsson 9
FAKTA
Bólkurin hjá Føroyum til
EM sær soleiðis út:
Litava
Fraklandi
Føroyar
Georgia
Italia
Skotlandi
FAKTA
Í samband við hesa EM-upptakt heittu vit á Claus
Seidel, ein av donsku teknarunum, sum var á vitjan
í Føroyum herfyri, og bóðu hann gera okkum tvær
tekningar, sum tit síggja á síðunum.