týsdagur 4. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 126 - 4. juli 2006
tíðindi
Per Hansen, stjóri á Ferðaráð Føroya:
- Vit fylgja altíð væl við, tá lutakast eru til ymsu kappingarnar. Men í mun til fígging og ymiskt
annað, er tað øgiliga trupult at leggja nakrar ítøkiligar ætlanir, tá vit ikki kunnu fáa at vita hvørji
londini eru langt framman undan. Men í mun til Italiu vóru vit í tí hepnu støðu, at vit høvdu merkt
ein vaksandi italskan áhuga longu áðrenn lutakastið var, og tí passaði tað so øgiliga væl, at vit koma
at møta teimum.
Hvussu fara tit at marknaðarføra Føroyar?
- Vit hava ongar ætlanir um at gera nakra ”herferð” í Italiu ella Frankaríki, ella gera nakað stórt
lýsingarátak í londunum. Hinvegin arbeiða vit nógv í gjøgnum fjølmiðlarnar. Eitt italskt fjølmiðlalið
hevur verið í Føroyum í eina viku fyri kortum, og tað er tílíka reklamu vit vilja hava, har fjølmiðlarnir
gera lýsingar av Føroyum. Hetta dáma vit væl og reklama av hesum slagnum ber ikki til at rokna í
krónum og oyrum.
Hvønn týdning hevur tað, at Føroyar møta londum sum Italia og Frakland?
- Tað er ongin ivi um, at tað hevur týdning. Men tað er ógvuliga ymiskt hvussu áhugin er beinleiðis
rundan um dystirnar. Móti Skotlandi og Týsklandi var ein rúgva av viðhaldsfólkum í Føroyum, men
ímóti Fraklandi var tað ógvuliga lítið. Tað er fótbóltsmentanin hjá tí einstaka landinum, sum tá er
avgerandi.
Men tá er ein øgilig fjølmiðlaumrøða av dystunum, og tað royna vit so at gera okkum dælt av.
Torleif Sigurðsson, fyrrverandi
formaður í FSF:
- Tað er gott at síggja, at okkurt av tí eg havi tykist við hevur eydnast.
Tá vit byrjaðu við arbeiðinum síðst í 80’unum vistu vit ikki, hvat
framtíðin hevði við sær, og limaskapurin kom í tøkum tíma!
Hvussu var at arbeiða fyri altjóða limaskapi?
- Vit løgdu okkum av fyrstan tíð eftir, at ungdómurin skuldu hava
møguleikan at sleppa út í stóru verð at royna nýggjar avbjóðingar. Og
tað hevur alla tíðina verið soleiðis, at vit hava havt møguleikarnar,
sum vit síðani hava tosað og tingast saman um.
Men tað hevur ikki altíð verið líka lætt. Tað vóru mong, sum
søgdu, at tað einasta vit fingu burtur úr altjóða limaskapi var, at vit
gjørdu Føroyum fyri skommum. Tann óttin er gjørdur til skammar
nú, tí í dag kann ongin halda, at so er.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari:
- Vit hava eina fasta mannagongd, tá vit fyrireika okkum til dystir, og tá er
tað líkamikið, um mótstøðuliðið eitur Frankaríki ella Georgia. Eg plagi at
hyggja eftir dystunum hjá mótstøðuliðnum, taki hann uppá band og skrivi
mær notatir.
Síðani verður tað víst fyri leikarunum, har vit gjøgnum ganga relevantar
støður. Vit hyggja at sterku síðunum, og hvar spælið gongur í gjøgnum, og so
eisini at møguligum veikum síðum.
Hvussu fyrireikar tú leikararnar til slíkar stórar uppgávur sum at møta
Frankaríki og Italia?
- Tá vit møttu Týskland vóru teir varaheimsmeistarar, og til ein tílíkan dyst
vísti tað seg, at tað var óneyðugt at gera nakað burtur úr at motivera teir. Allir
sum ein geva ein optimalan innsats í einum sovorðnum dysti, og nakrir spæla
kanska yvir evni, og faktiskt spæla betri enn teir eru.
Leikararnir vita allir, at teir mugu vera klárir og tendraðir frá fyrsta bríksli,
fyri ikki at renna okkum í eitt skrædl.
Allan Simonsen, fyrrverandi
føroyskur landsliðsvenjari:
- Gongdin sum HM-kappingin hevur fingið er heilt ófatiliga
spennandi. Ikki minst sæð við føroyskum eygum. Áðrenn
kappingin byrjaði vistu vit, at Frankaríki og Italia fóru at
koma langt, tí tað plaga tey. Nú enda tey bæði kanska í
finaluni, og tað er ein einastandi møguleiki hjá føroyskum
fótbólti, sum vit kunnu læra nógv av.
Eisini fíggjarliga átti slíkir dystir at komi væl við, og
pengar koma altíð væl við í føroyskum fótbólti.
Hevur tú okkurt gott ráð at geva Jógvan Martini og
leikarunum?
– Eg vil fegin senda eina persónliga heilsan til Jógvan Martin, sum eg kenni sera væl frá
tíðini í Føroyum. Hann er ein styrkur fyri føroyskan fótbólt og ein ógvuliga spennandi venjari.
Eg eri sera glaður um, at hann fekk starvið sum landsliðsvenjari eftir Henrik. Jógvan Martin
er rætti maðurin fyri føroyska landsliðið, og hann veit akkurát, hvat hann skal gera, so honum
nýtist eg ikki at geva nøkur ráð.
Lagt til rættis:
Rólant Waag Dam &
Lív Højsted Horsdal