týsdagur 4. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
19
Jákup Mikkelsen, málmaður á
landsliðnum:
- Tað verður ótrúliga stuttligt at spæla móti heimsins bestu londum. Áðrenn tað
varð avgjørt, hvørjum vit skuldu møta í EM, vónaði eg, at Frakland fór at koma
í sama bólk, sum vit. Og eg eri hvørki bangin fyri Totti, Henry, Shevchenko ella
nøkrum øðrum. Heldur eri eg bara enn meira uppsettur. Tær stóru tjóðirnar fara
ofta eisini eitt gir niður, tá tær møta okkum, og júst tá hava vit ein møguleika.
Eingin er ov stórur til okkara. Og um tað er ein leikari í aðru deild ella Henry,
ið kemur móti mær, ger mær tað sama. Bólturin verður settur í 100% í fokus
óansæð hvat.
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur:
- Ofta hava vit verið avbukað, men somuleiðis hava vit ferð eftir ferð skelkað
stóru tjóðirnar, so tær eru avgjørt at práta við. Júst hetta ger tað so ótrúliga
spennandi, tí alt kann veruliga henda.
- Orsøkin til, at fólk spæla V4 og Gekk er ikki fyri at vinna hvørja ferð. Men
knappliga er vinningurin har, og so liva tey leingi upp á tað. Júst hetta eggjar fólk
til at halda fram. Tann óvæntaði vinningurin gevur meira enn nakað annað. Tað
verður sjálvandi søgan um Dávid og Goliat aftur og aftur, men vit liva jú enn upp
á 0-1 sigurin, vit fingu í Eysturríki í 1990.
Hví tapa vit sum oftast í síðstu løtu?
- Vit hava ofta mist á stokkinum ella uttan fyri stokkin – í yvirtíðini. Hví tað er
soleiðis, veit eg ikki nágreiniliga, men vit eru sjálvandi ikki í somu dystarvenjing
sum útlendsku leikararnir og trýstið er altíð stórt. Um eg leikti við Fraklandi ella
Týsklandi, hevði eg sjálvandi spíla meg út, um tað var javnt, tá bert fáir minuttir
vóru eftir av dystinum. Teir hava so avgjørt fleiri gir enn vit. - Teir eru sum ein jeepur, meðan vit koyra í einari
trillibøru. Men tað er júst hetta, ið gevur útslagið og okkum tann óvæntaða vinningin.
Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi fótbóltsspælari og
núverandi floksformaður í Sambandsflokkinum:
- HM og EM setir stórt fokus á Føroyar sum land. Og so er spurningur eittans, hvussu vit duga at nýta
henda møguleikan til at marknaðarføra okkum. Tað hevur alstóran týdning, at fólk, sum hava skil fyri
tí og arbeiða innan fakið verða við til at marknaðarføra dystirnar. Tað er sjálvandi ógjørligt at siga,
hvat hetta gevur í krónum og oyrum, men fótbólturin skapar størsta eftirspurningin eftir Føroyum, og
tí er tað sjálvandi áhugavert, at vit nú skulu spæla móti teimum heilt stóru tjóðunum.
- Viðvíkjandi vinnulívi, mentan og øðrum átti tað verið soleiðis, at tað almenna var við í
fyrireikanini. Vit noyðast øll at standa saman sum land, tí tað er ov smalt at standa einsamallur. Eitt nú
áttu vit at gjørt ein strategibólk við umboðum frá øllum áhugabólkunum til at marknaðarføra altjóða
fótbóltsluttøkuna, soleiðis at spælararnir verða sannir ambassadørar fyri landið. Tað er eingin loyna,
at vit ikki eru á sama støði sum tær stóru tjóðirnar, so har er einki at fara eftir. Men heldur skulu vit
royna at greiða útlendingunum frá, hvørji hesi fólkini eru, sum ikki duga at spæla fótbólt.
Óli Holm, formaður í FSF:
– Tað hevur alstóran týdning fyri føroyskan fótbólt, at vit nú skulu
spæla ímóti heimsins bestu londum í EM-kappingini. Føroyar
verða kendar, tí fjølmiðlarnir uttanlands fara at vísa okkum stóran
ans. Hetta kastar av sær á aðrar samfelagsligar partar, og Føroyar
verða settar á heimskortið. Vit hava spælt móti stórum tjóðum
áður, men tað ger tað als ikki verri, at dystirnir hjá okkum í EM
verða so tætt upp á HM.
Heldur tú, Føroyar hava møguleika at fáa stig móti eitt nú
Fraklandi, Italia ella Ukraina?
- Um eg sigi nei, verður tað tungt at fara á vøllin. Men vit hava
veruliga møguleika at fáa stig. Tað eru jú ellivu mans á hvørjum
liðið og bara ein bóltur á vøllinum í senn. Vit hava áður staðið
okkum væl móti øðrum stórum tjóðum, so tað ber til, hóast vit
eru smá.
Jóannes Jakobsen, fótbóltsviðmerkjari:
- Tað hevði verið framúr, um heimsmeistarin brádliga var í okkara bólki í
EM-kappingini. Men óansæð úrslitini í HM, verður ómetaliga stórur áhugi fyri
Føroyum, tá EM byrjar.
- Vit verða sjálvandi altíð undirmett, men vit eiga altíð at kempa fyri at fáa eitt
so snøgt úrslit, sum til ber. Tað ber kanska til at vinna á stóru tjóðunum, men slíkt
hendir kanska eina ferð út av túsund. Men um vit koppa tað negativa um til tað
positiva, taptu vit ikki meira enn akkurát móti Fraklandi og hava fingið heiðurlig
úrslit móti øðrum stórum tjóðum. So vit skulu avgjørt ikki ganga og óttast fyri
EM. Tað verður sjálvandi trupult at spæla ímóti Italia, Fraklandi og Ukreina, og
líkindi eru smá at vinna ímóti teimum. Men vit hava møguleika at fáa stig móti
teimum smáu tjóðunum – Skotlandi, Georgia og Litava. Kanska vit fáa bart
okkum til ein javnleik ella sigur á heimavølli á einum góðum degi.
Hvat hevur størst týdning á vøllinum?
- Vit skulu ikki fara út á vøllin og royna at gera okkum væl umtókt við at spæla
»fairplay« og so kanska tapa við fimm málum. Vit skulu heldur fara út og kempa
fyri einum góðum úrsliti. Tað nyttar einki bara at taka til takkar við støðið, vit eru á nú.
Vit noyðast alla tíð at seta okkum nýggj mál.
tíðindi