Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 126 - 4. juli 2006 ] Joan Bláfoss og Karina Ottosen stóðu seg væl í triathlon-kapping við elituna í Danmark Triathlon Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin var DM í triathlon á OL-teinum hildið í Århus. Kappast varð í 1500 metra svimjing, 40 kilometra súkkling og 10 kilometra renning. Millum luttakararnar í kappingini hjá kvinnum vóru tær báðar føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottosen, og tær stóðu seg báðar væl í kappingini. Tað vóru bert átta kvinnur við í kappingini, men kappingin var sterk, tí í feltinum vóru donsku landsliðstriatletar nir Charlotte Kolters og Helle Frederiksen, og tær vóru favorittar til at vinna kappingina. Charlotte hevur havt tru-pulleikar við krampum á teimum seinastu kap- pingunum í útlondum, og teir skuldu eisini fara at vísa seg í hesari kappingini. Í svimjingini vóru Charlotte og Helle fyrstar upp úr vatninum, Karina var við í næsta bólki og Joan við í síðsta bólkinum. Á fyrsta umgangi á súkkluni fekk Charlotte krampar, og hon noyddist at gevast, og eftir tað lá Helle einsamøll á odda. Karina Ottosen rýmdi frá restini av feltinum í súkklingini, og hon var í rímiligum avstandi frá Helle allan vegin á málið. Joan Bláfoss fekk trupulleikar við ketuni, og hon datt aftur um bólkin. Hon kom tó afturíaftur, og hóast hon skuldi stríðast óført á súkkluni allan vegin, hevði hon so nógvar kreftir eftir, at hon hevði bestu tíðina í renningini. Kappingin endaði við, at Hella Frederiksen koma fyrst á mál. Hon var væl frammanfyri Karinu Ottosen, ið endaði sum nummar tvey. Joan Bláfoss var júst ov stutt í kappingini um triðja plássið, men endaði sum nummar 4. Karina og Joan skulu fyrst í august mánaði verða við í DM í ½ Ironman, sum verður hildið í Fredericia. Joan og Karina aftur við í toppinum ítróttur SAMBAND jákup mørk@ sosialurin.fo tlf 341800 - Tað eru eingir trupulleikar millum meg og Wayne Rooney. Vit eru vinmenn. Cristiano Ronaldo, liðfelagið hjá Rooney í Manchester United og landsliðsspælari fyri Portugal Leiðslan í HB staðfestir, at ósemjan í føroyska fótbóltsheiminum er nú blivin so álvarsom, at HB tekur fútbannið ímóti dystinum millum EB/Streym og VB/Sumba aftur Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrrapartin var fundur millum HB, FSF og ÍSF. Hetta var ein fundur, sum ÍSF-forsetin Heðin Mortensen hevði kallað inn til fyri at røða um kreppuna í føroyska fótbóltsheiminum. Kreppan hevur millum annað hevur havt við sær, at fútabann var sett ímóti steypadystinum millum EB/Streym og VB/Sumba seinasta mikukvøld. Á fundinum fyrrapartin boðaði leiðslan í HB frá, at hon tók fútabannið ímóti hesum dysti aftur. - Orsaka av, at málið nú er blivið so álvarsligt, hevur HB avgjørt at afturkallað fútabannið, sigur Stein- finnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbólti, í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út á middegi. Sambært HB var fundurin við ÍSF og FSF í dag góður og positivur, og partarnir høvdu høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum. Ítróttardómstólurin skal tala Málið um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen er tó ikki heilt liðugt enn, tí HB hevur lagt málið fyri Ítróttardóm-stólin hjá ÍSF. Har skal málið ganga sína gongd, hóast FSF ikki viðurkennir Ítróttardóm- stólin, og roknað verður við, at Ítróttardómstólurin kemur við einum úrskurði tann 10. juli. - Vit bíða nú spent eftir niðurstøðuni av avgerðini hjá ítróttardómstólinum. Tá tann avgerðin fyriliggur, er málið enda frá okkara síðu, sigur Steinfinnur Mittelstein í tíðindaskrivinum. Forsetin í Fótbólts- samban-dinum, Óli Holm, var við á fundinum fyrrapartin, men hann vil ikki gera viðmerkingar til støðuna í løtuni. Hann vísir til tíðindaskrivið, sum HB hevur sent út. HB tekur fútabannið aftur Íslendska Frettablaðið hevur gjørt upp, hvørji teir bestu spælararnir eru í íslendsku kappingini, nú 9 umfør eru spæld av kappingini. Millum teir 11 spælararnar, sum Frettablaðið hevur valt út, er føroyski land-sliðsspælarin Símun Samuelsen. Símun fór í fjør til Íslands at spæla fyri Keflavík, og serliga í ár hevur tað gingið framúr væl hjá Símuni, sum hevur spælt væl og gjørt fleiri mál fyri Keflavík. At Frettablaðið peikar á Símun sum ein av bestu spælarunum í íslendsku kappingini, ið verður roknað sum sterkari enn tann føroyska, er eitt ordans herðaklapp til vágbingin. Símun segði herfyri sið Sosialin, at hann eisini hevði hugsað um, at íslendska kappingin kann gerast ein lopfjøl til felag í onkrum øðrum landi. Símun millum teir bestu í Íslandi - Orsaka av, at málið nú er blivið so álvarsligt, hevur HB avgjørt at afturkallað fútabannið, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbólti