týsdagur 4. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 126 - 4. juli 2006 ]
Federer hevur beina kós
Roger Federer hevur fingið sannførandi byrjan í Wimbledon
tenniskappingini, ið verður hildin í Onglandi í hesum
døgum. Federer hevur spælt fýra dystir, og enn hevur hann
ikki tapt eitt sett. Mánadagin vann Federer 3-0 ímóti Tomas
Berdych, og sum Federer spælir í løtuni, er lítið at ivast í,
at hann fer at vinna Wimbledon-kappingina. Federer hevur
vunnið Wimbledon seinastu trý árini, og hann liggur ovast
á heimsstyrkislistanum. Næsti dysturin hjá Federer er ímóti
Mario Antic, sum er seinasti spælarin, ið hevur vunnið á
Federer í dysti á grasi – tað var í 2002.
B68 vildi nógv fram
eftir vøllinum, og
tað revsaði EB/
Streymur við at
skora átta mál ímóti
teimum. Flúgvandi
felagsliðið fleyg við
stórsigrinum á B68
upp aftur á tindin í
Formuladeildini
EB/Streymur-B68
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Heili 10 mál vóru skotin,
tá ið EB/Streymur og B68
spældu á Mølini mána
kvøldið. Dysturin var flutt
ur frá sunnudegnum orsaka
av dómaratroti, og tá ið
dysturin nú varð spældur,
var hvørki dómaratrot ella
máltrot at hóma.
Longu innanfyri góðar 20
minuttir høvdu bæði liðini
skorað tvær ferðir í part, og
so var rættiliga lagt upp til
eina málveitslu.
B68 fylgdi væl við fyrstu
løtuna, men sum dysturin
leið, var tað EB/Streymur
sum setti seg á dystin, og
tá B68 framvegis vildi
nógv fram eftir vøllinum,
var tað lag á manni hjá
kontrasterka EB/Streymi at
renna B68-liðið av og skora
mál – næstan á samlibandi.
Góðar treytir hjá
EB/Streymi
Tað
vóru
slakir
tveir
minuttir spældir, tá ið EB/
Streymur legði seg á odda.
Arnbjørn Hansen, sum var
ein av fremstu monnunum
hjá
EB/Streymi
gjørdi
fyrsta málið, men tað var
ikki tað seinasta.
Tá ið eitt gott korter var
farið, fekk B68 brotsspark,
tá ið Súni Fríð Barbá varð
feldur í brotsteignum. Verju
spælarin Ovi Magnussen
sendi brotssparkið í málið
til 1-1.
Arnbjørn Hansen var
aftur á rætta staðnum í 23.
minutti, men Súni Fríði
Barbá, sum var klárt besti
B68-spælarin í dystinum,
javnaði við einum sera góð
um skoti.
Og so var tað, at EB/
Streymur veruliga setti seg
á dystin, og nú kláraði B68
ikki at fylgja við meira.
Toftamenn vóru komnir til
Eiðis at bjóða EB/Streymi
av, og B68 vildi gjarna
spæla frameftir vøllinum.
Tað hevði tó við sær, at
EB/Streymur fekk gott
pláss í álopsstøðu, og er
tað nakað, ið EB/Streymur
dugir væl, so er tað at revsa
lið, sum leypa á og kanska
gera mistøk.
Longu áðrenn hálvleiks
steðgin hevði EB/Streymur
skorað fýra mál afturat.
Hans Pauli Samulsen
legði
EB/Streym
fram
um 3-2 við einum góðum
frísparksmáli,
og
løtu
seinni beindi Egil á Bø eitt
hornaspark í málið. Arn
bjørn Hansen økti til 5-2
tveir minuttir fyri hálvleiki,
og beint áðrenn steðgin økti
Rafael Kwiecinski til 6-2.
Tvey mál afturat
Í seinna hálvleiki var tað
framvegis EB/Streymur, ið
sat á dystinum, og heima
liðið skoraði tvey mál aft
urat.
Fyrst var tað álopsspælar
in Sorin Anghel, sum slapp
upp í part, tá ið hann sendi
eitt brotsspark í málið til
7-2, og so var tað Hans
Pauli
Samuelsen,
sum
slapp at seta punktum, tá
ið hann kom ímillum eina
afturlegging til B68-mál
mannin og skoraði til 8-2.
Við hesum lemjandi stór
sigri reyk EB/Streymur fram
í toppin í Formuladeildini
aftur, og málmunurin var
nógv betraður. B68 fekk
ein
dyggan
frammaná,
og tað var langt frá besta
avrikið og úrslitið at taka
við sær í viðføri til týðandi
botndystin ímóti ÍF um
vikuskiftið.
– Vit gjørdu sera nógv
mistøk í hesum dystinum,
og tað dugdi EB/Streymur
at revsa. Vit vóru ikki
komnir til Eiðis fyri at
grava okkum niður, men
vit høvdu ein sera ringan
dag, sigur Súni Fríði Barbá,
álopsspælari hjá B68.
Venjarin hjá EB/Streymi
var hinvegin sera fegin um
stórsigurin á B68.
– Vit fingu góðar umstøð
ur til at spæla, tí B68 royndi
at spæla offensivt, og so
kundu vit veruliga spæla
okkara spæl ímóti teimum.
Kanska skuldu teir havt lagt
størri dent á verjupartin,
sigur Piotr Krakowski.
Todi fekk bert javnleik
Start spældi mánakvøldið á heimavølli ímóti aftasta
liðnum í tippuliguni, og dysturin endaði við javnleiki 1-
1. Start hevði munin í dystinum so at siga alla tíðna, og
Marius Johnsen legði Start á odda eftir 35 minuttir, tá hann
snittaði eitt frísparksinnlegg í málið. Í seinna hálvleiki
eydnaðist tað Tromsø at javna við máli, sum Sigurd
Rushfeldt skoraði. Todi Jónsson byrjaði dystin í álopinum,
og hann spældi til 12 minuttir vóru eftir. Tá kom David
Nielsen inn fyri hann. Todi var vandamikil, tá hann brúkti
ferðina hjá sær, men skotini hjá honum góvu einki úrslit.
EB/Streymur flongdi B68
EB/Streymur-B68 8-2 (6-2)
1-0: Arnbjørn Hansen, 2.
1-1: Ovi Magnussen, br., 16.
2-1: Arnbjørn Hansen, 23.
2-2: Súni Fríði Barbá, 25.
3-2: Hans Pauli Samuelsen, 30.
4-2: Egil á Bø, 38.
5-2: Arnbjørn Hansen, 43.
6-2: Rafael Kwiecinzki, 45.
7-2: Sorin Anghel, br., 55.
8-2: Hans Pauli Samuelsen, 73.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni
Djurhuus, Egil á Bø (Fróði Clementsen, 58.), John Heri
Dam – Ronnie Samuelsen (Knút Vesturtún, 64), Bárður
Olsen – Arnbjørn Hansen (Esmar Eiðisgarð, 68), Hans Pauli
Samuelsen, Rafael Kwiecnizki – Sorin Anghel
Gult kort: Eingin
B68: Tórður Thomsen – Jóan Petur Poulsen, Kári Hansen
(Magnus Jakobsen, 81.), Ovi Magnussen, Arnbjørn
Danielsen – Alex Troleis, Jann Ingi Petersen, Julian
Johnsson, Kristian Anton Andreasen (Óli Olsen, 62.) – Súni
Fríði Barbá, Jóan Dávur Højgaard (Emil Olsen, 85.)
Gul kort: Ovi Magnussen, Kristian Anton Andreasen,
Julian Johnsson, Jann Ingi Petersenø
FAKTA
B68
EB/Str.
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
15
9
-
4
-
2
38
18
20
31
2 B36
15
8
-
5
-
2
27
14
13
29
3 GÍ
16
7
-
7
-
2
23
16
7
28
4 KÍ
16
6
-
8
-
2
34
19
15
26
5 NSÍ
15
7
-
5
-
3
29
18
11
26
6 HB
15
7
-
4
-
4
33
26
7
25
7 Skála
15
3
-
4
-
8
15
17
-2
13
8 VB/S
15
3
-
2
-
10
15
47
-32
11
9 B68
15
2
-
3
-
10
14
31
-17
9
10 ÍF
15
2
-
2
-
11
15
37
-22
8
B68 skal fóta sær
Eftir stórtapið á Eiði verður uppgávan hjá B68 nú at
fóta sær til týðandi botndystin ímóti ÍF næsta mána
kvøld.
Álopsspælarin hjá B68, Súni Fríði Johannesen,
heldur, at tað nyttar einki at hugsa ov nógv um dystin
á Eiði.
– Hetta tapið gevur sjálvandi høvi til rannsakan á
liðnum, men vit mugu ikki gloyma, at næsti dysturin
er sera týdningarmikil. Vit mugu leggja dystin á Eiði
aftur um okkum og royna at manna okkum upp til
dystin ímóti ÍF, sigur Súni Fríði.
Hann heldur, at tað er mentalt krevjandi fyri
spælararnar, tá ið tað gongur illa.
– Spælið og avrikið hjá okkum er eitt sindur merkt
av, at tað hevur gingið illa í fleiri dystum. Mótgongdin
ávirkar liðið, men vit hava einki annað val, enn at
arbeiða okkum burtur úr hesi truplu støðuni, sigur
Súni Fríði Barbá.
B68 vildi ikki grava
seg niður í dystinum
ímóti toppliðnum
í Formuladeildini.
Tað gav EB/Streymi
møguleikan at
spæla sítt eyðkenda
álopsspæl, og átta
ferðir skoraði
toppliðið hjá
botnliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen