Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 126 - 4. juli 2006 ] KÍ var favorittur til at vinna steypafinaluna hjá kvinnum, sum varð spæld á Tórsvølli leygardagin. KÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár, og tað gjørdi liðið eisini leygar­ dagin. Mótstøðan hesaferð var tó munandi størri, enn hon hevur verið í megin­part­ unum av dystunum higartil í ár. Unga liðið av Argjum stríddust sum fyri lívinum, og tað var væl við í dyst­ inum alla tíðina. Kjansirnir at gera mál vóru fleiri, men tað eydnaðist ikki at skora. AB hevði fyrireikað seg væl til dystin, men tað tóktist sum at royna KÍ- liðið mátti vinna. KÍ skoraði beinanvegin í dystinum, og tey bæði málini vóru nóg mikið til at vinna steypafinaluna. Mál eftir horna Líkindini at spæla fótbólt í Havn leygardagin vóru hampulig. Tað regnaði, og vøllurin tóktist vera eitt sindur tungur at spæla á, men spælararnir lótu seg ikki nerva av hesum og spældu av lívsins kreftum. Spælið var ikki altíð so polerað, men innsatsurin óførur, og nógvar spentar støður vóru frammanfyri málini. Tað vóru bert 10 minuttir farnir, tá KÍ legði seg fram um. Málið kom eftir horna­ spark úr vinstru síðu, sum Bára S. Klakstein legði innfyri. Við fremra stólpan rann Vivian Bjartalíð í bóltin og stútaði hann í málið. Einar sjey minuttir seinni økti KÍ til 2-0, og upp­ skriftin var júst tann sama. Bára sendi horna innfyri úr vinstru, og hesaferð var Malena Josephsen hægst og stútaði í málið. AB-mál kolldømt Hóast AB fekk sum fram­ maná, so góvust tær ikki at spæla. Tvørturímóti løgdu tær enn meira fyri í roynd­ ini at minka um leiðsluna, og longu í fyrra hálvleiki høvdu tær eitt ávíst trýst ímóti KÍ-málinum. Royndirnar vóru fleiri í tali, og í onkrum førum var talan um góðan kjans. Olga Kristina Hansen, sum var besti spælarin á AB- liðnum, lá fleiri ferðir fram við, men hon kláraði ikki at fáa neyðuga saft og kraft í sínar avslutningar, og tí kom einki mál. Einaferð eydnaðist AB at fáa bóltin í KÍ-málið, men dómarin kolldømdi málið. Hann helt, at fríspark varð gjørd ímóti KÍ-málverja­ num í hornasparksstøðuni, men tað var trupult at fáa eygað á nakað fríspark. Hevði AB minkað um munin longu tá, kundi meira spenningur komið í dystinum, men hinvegin tóktsist støðan eisini verða tann, at KÍ kundi altíð fáa eitt mál afturat, um tað veruliga var neyðugt. Nær við er ikki nóg mikið Í seinna hálvleiki royndi AB at trýsta fyri at fáa mál, og aftur í seinna hálv­ leiki fingu AB-kvinnurar onkur tilboð, sum tær mis­ nýttu. Olga Kristina hevði skot á stongina, hon var eisini leys, men misnýtti, og fleiri ferðir ruddaði KÍ- verjan burtur í evstu løtu. Í síðunum royndu Valgerð Andreasen og Rannvá Poulsen at bjóða av, og Elin Katrina Haraldsen dugdi væl at taka bóltin til sín og spæla aðrar. Men tað lá alla tíðina í luftini, at skuldi AB fáa eitt mál, so skuldi tað koma frá Olgu Katrinu Hansen, og hon var líkavið nakrar ferðir. KÍ-liðið var eitt sindur órógvað av, at stýrimaðurin í verjuni, Ragna Andreasen, KÍ átti munin í undirhaldandi finalu AB stríddist av øllum lívsins kreftum og hevði møguleikar at gera fleiri mál, men tað var KÍ, sum skoraði málini í steypafinaluni hjá kvinnum leygardagin. Áðrenn 20 minuttir vóru farnir, hevði KÍ skorað tvær ferðir, og tað var nóg mikið til at vinna finaluna Steypafinala Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo AB-liðið stríddist alla tíðina fyri sínum møguleika, men KÍ-liðið, sum plagar at vinna, endaði eisini hesaferð sum vinnari. Mynd: Norðlýsið KÍ-kvinnur steypavinnarar 2006. Aftan frá vinstru: Jóhanna Niclasen, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Sigrid Jacob Vivian Bjartalíð, Dorthea Petersen, Tove Sólheyg, Olga F. Olsen og Jón Harald Poulsen, venjari. Framman frá vinstru: Sigrid Andreasen, liðleiðari, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, liðformaður, Maria Paula Mikkelsen og Malan Heinesen. Ragna Andreasen vantar á myndini. Agassi segði farvæl Amerikanski tennisspælarin Andre Agassi segði leygar­ dagin farvæl til Wimbledon-kappingina, ið var hansara seinasta nakrantíð. Agassi spældi ímóti Rafael Nadal og tapti 3-0. Hóast tað var Nadal, sum vann dystin, so var tað Agassi, ið var heiðraður eftir seinasta dystin hjá sær í Wimbledon-kappingini. Allir áskoðararnir á Centre Court fóru á føtur og klappaðu fyri Agassi, sum hevði ilt við at halda tárini aftur. Agassi hevur spælt 14 ferðir í Wimbledon, og tað hava samanlagt verið 59 dystir á skránni. Henke hittar í Helsingborg Í dag skal Henke Larsson hava sína fyrstu venjing í nýggja felagi sínum, Helsingborg, har hann ætlar sær at enda sína yrkisleið sum fótbóltsspælari. Henke Larsson hevur gjørt mál í hópatali fyri feløg sum Celtic og Barcelona, men nú er hann komin heimaftur til barndómsfelagið at spæla. Roknað verður við, at fleiri túsund áskoðarar møta til venjingina hjá Helsingborg í dag. – Vit hava merkt sera stóran áhuga frá sponsorum og við­halds­ fólki, og vit lata stadionið upp til venjingina. Tað rúmast 3500 áskoðarar á stóru tribununi, og vit rokna við, at hon verður full av fólki, sigur Frederik Ericsson, talsmaður fyri Helsingborg IF. Steypfinalan hjá kvinnum 2006 KÍ-AB 2-0 (2-0) 1-0: Vivian Bjartalíð, 11. 2-0: Malena Josephsen, 18. KÍ: Randi S. Wardum - Paula Sjóstein, Ragna Andreasen (Maria Ziskason, 32.), Paula Mikkelsen, Anja Sjóstein - Bára S. Klakstein, Rannvá Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjartalíð (Sigrid Jacobsen, 86.) - Malena Josephsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir. Venjari: Jón Harald Poulsen AB: Simona Heinesen - Vilhelmina Olsen, Asta Magnussen, Rudi Rasmussen, Durita Jørgensen (Rannvá Jarnskor, 45.) - Rannvá Poulsen, Kristina Simonsen, Hellen Haraldsen, Valgerð Andreasen (Rakul Jógvansdóttir, 84.) - Elin Kathrina Haraldsen, Olga Kristina Hansen Gult kort: Rannvá Jarnskor Venjari: Malan Mohr Hjálparvenjari: Lennard Pedersen Dómarabólkur: Jón Sigurð Gleðisheygg, Høgni Hansen, Jóhan Birgir Dahl-Olsen og Vinjard Dam.