týsdagur 4. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 126 - 4. juli 2006 ]
fekk skaða miðskeiðis í
fyrra hálvleiki, og KÍ varð
noytt at umskipað liðið.
Malena Josephsen, sum
vanliga spælir í álopinum
fór í verjuna at spæla, og
hon stóð seg væl, hóast
støðan tóktist ótrygg fyrstu
løtuna eftir skiftið.
KÍ kom fleiri ferðir ígjøg
num í síðunum, men tær
fingu ov lítið burtur úr inn
leggunum, sum lógu nær
við málið, og tá Vivian
Bjartalíð í seinna hálvleiki
gjørdist púra leys í vinstru,
misnýtti hon besta tilboðið
hjá KÍ í seinna hálvleiki.
KÍ-liðið spældi til tíðir
ov beinleiðis, og onkuntíð
sparkaðu tær meira, enn
tær spældu. Tað gjørdi, at
AB-liðið
fekk
leikliga
yvirvág í stórum løtum.
Fingu steypið til
Klaksvíkar
Hóast AB gjørdi alt fyri at
skora, og stuðulin frá við
haldsfólkunum var góður
allatíðina, so gjørdist tað
sigursvanda liðið úr Klaks
vík, sum vann steypafinal
una 2-0.
KÍ vann steypið fyri
fimtu ferð, og felagið hevur
vunnið tað til ongar. Í fjør
noyddist KÍ at lúta fyri B36
í
steypafinaluni,
men
hesaferð var liðið aftur á
sigurskós, og hóast KÍ-
kvinnurnar í seinna hálv
leiki meira vardu seg enn
spældu seg til sigurin, so
var tað ikki bara av tilvild
ella hepni, at KÍ vann
dystin.
Liðið úr Klaksvík er
mannað við nógvum roynd
um spælarum, og teir gera
mun í slíkum dystum, tá
tað stendur á. AB-liðið
hevur als ikki somu rutinu
na, og hóast tær vóru raskar
og framfýsnar, so máttu
tær hesaferð lúta fyri KÍ-
liðnum.
Tað hendi nógv í finaluni.
Bæði liðini høvdu góðar
møguleikar at gera mál, og tá
áttu at komið fleiri enn tey
tvey málini, ið vórðu skotin.
Mynd: Norðlýsið
bsen, Heidi Andreasen, Anja Sjóstein, Paula Sjóstein, Mariann Joensen,
a Ziskason, Randi S. Wardum, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen,
Mynd: Norðlýsið
KÍ skoraði tvey mál fyrstu 20 minuttirnar, og tað var nóg mikið
til at vinna steypafinaluna
Everton-venjari
legði lag á
Mikudagin og hósdagin í
farnu viku vóru 100 børn
og ung á fótbóltsskúla,
sum KÍ skipaði fyri í
samstarvi við Premier
League-felagið Everton.
Høvuðsvenjari á skúla
num var Tony Farrell, ið
starvast á Everton FC
Academy, og saman við
honum stóðu eisini før
oyskir venjarar fyri ven
jingini av teimum ungu –
millum annað Tony Paris
og Jákup Mikkelsen.
Venjingar úr Onglandi
Hugskotið við fótbólts
skúlanum var at geva lut
takarunum eina hóming
av, hvussu ungir spælarar
venja á fótbóltsskúla hjá
einum Premier League-
felagi.
Tony Farrell hevði lagt
venjingarnar til rættis, og
talan var um øvilsi, ið
vanliga verða brúkt í ven
jingini av teimum evna
ríki
spælarunum
hjá
Everton.
Teknisk venjing var í
miðdeplinum. Venjingar
nar vóru skipaðar sera
miðvíst, so at spælararnir
kundu byrja við einføldum
øvilsum, og síðani leggja
alt meira fyri.
Fleiri vitjanir
KÍ hevur seinnu árini
havt vitjan av fleiri út
lendskum venjarum, og
hesar vitjanir verða mis
víst brúktar í arbeiðnum
við ungdómsspælarum í
felagnum.
Fyri tveimum árum síð
ani var ungdómsvenjari
úr Liverpool høvuðs
venjari á fótbóltsskúla hjá
KÍ, og síðani hava venjar
ar sum Foppe de Haan,
U21-landsliðsvenjari hjá
Hollandi, og Roy Millar,
leiðandi venjari í írska
fótbóltssambandinum,
vitjað í Klaksvík.
Umframt at venja ungar
spælarar í felagnum, hava
hesir venjarar eisini und
irvíst ungdómsvenjarum í
KÍ, og tað hevur verið
góður íblástur hjá teimum
at fáa.
100 børn vóru í
farnu viku á fót
bóltsskúla, sum KÍ
skipaði fyri í sam
starvi við Premier
League-felagið
Everton FC
Fótbóltsskúli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Rooney kløkkur av reyða kortinum
Wayne Rooney hevur verið nógv umtalaður, síðani hann fekk reytt kort í
fjórðingsfinaluni hjá Onglandi ímóti Portugal leygardagin. Men høvuðs
persónurin sjálvur tvíheldur um, at hann átti ikki at fáa reyða kortið.
– Eg ætlaði mær als ikki at traðka á Carvalho, og eg eri sera vónbrotin av,
at eg fekk reyða kortið. Eg minnist væl støðuna og havi eisini sæð hann
umaftur í sjónvarpinum. Eg royndi bara at vera standandi á beinunum, sigur
Rooney við BBC.
Hann sigur eisini, at hann ikki ber agg til liðfelagan úr Manchester United,
Cristiano Ronaldo, tí hesin royndi at fáa dómaran at revsa Rooney við reyðum
korti.
Carlos gevst á landsliðnum
33 ára gamli Roberto Carlos hevur nú boðað frá, at hann gevst at
spæla á brasilska fótbóltslandsliðnum. Brasil tapti leygardagin
fjórðingsfinalu ímóti Fraklandi, og hetta gjørdist samstundis
seinasti dysturin hjá Carlos.
Roberto Carlos hevur verið stuðulsspælari á brasilska lands
liðnum í nógv ár, og fyri fýra árum síðani var hann við til at vinna
heimsmeistaraheitið. Nú reyk Brasil út úr endaspælinum longu í
fjórðingsfinaluni, og tað var ein vónbrotin Carlos, sum boðaði frá
sínari avgerð.
Tony Farrel, sum starvast á Everton FC Academy, var
høvuðsvenjari á fótbóltsskúlanum hjá KÍ í farnu viku.
Mynd: Guttorm Sørensen