Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2006 3 tiðindi Jóannes Hansen er nýggjur rektari á Læraraskúlanum, og hann kennir seg eyðmjúkan fyri uppgávuni, sum hann metir at vera sera sentrala í føroyska samfelagnum NÝGGJUR REKTARI Jan Müller jan@sosialurin.fo Jóannes Hansen er nýggj­ ur rektari á Føroya Lær­ araskúla. Hann tekur við starvinum 17. juli. Tað varð boðað frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Átta umsóknir vóru til starvið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevur sett Jóannes í. Undanfarni rektarin, Pauli Nielsen, sat í starvinum í 17 ár. Nýggi rektarin, sum er 50 ára gamal, sigur seg ikki ætla at sita í hesum starvinum, inntil hann fer at røkka pensiónsaldri. – Eg eri settur í starvið í fimm ár. Vit eiga bara dagin í dag, og hvussu viðurskiftini og umstøðurnar fara at verða um fimm ár, valdast um so nógv. Um tað gongur, sum myndugleikarnir ætla, so verður rektarastarvið á Læraraskúlanum burtur um fimm ár. Tað vil siga, at um tað fer at ganga væl, so verður starvið burtur, og at tað fer ikki at ganga heilt so væl, um starvið framvegis verður til um fimm ár. Men tað valdast eisini, um politiski viljin fer at verða útinntur í samsvari við tað, sum tað hevur verið boðað frá, og sum starvslýsingin eisini legði upp til, sigur Jóannes Hansen. Ætlanin Tað verður arbeitt við at broyta lærara- og peda­gog­ útbúgvingarnar til at verða útbúgvingar á batchelor støði. Politisk avgerð er tikin um at leggja hægri útbúgvingarnar saman, so­leiðis at lærustovnarnir Fróðskaparsetrið, Sjúkra­ røktarfrøðisskúlin, og Lær­ araskúlin verða lagdir saman í ein lærdan háskúla. Tað er í hesum sambandi, at Jóannes Hansen sipar til, at starvið, sum hann nú er settur í, verður burtur um fimm ár – um tað fer at ganga væl. Í politiska orðaskiftinum hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, eitt nú í svari upp á fyrispurningar í tinginum sagt, at ætlanin er, at Læraraskúlin skal vera partur av Fróð­skap­ ar­setrinum. Tað merkir, at rektarin á Fróð­skap­ar­ setrinum verður rektari á Læraraskúlanum, og at dagliga leiðslan fyri skúlan verður hjá deildarleiðara á Setrinum. – Eg havi millum annað søkt starvið, tí eg taki undir við ætlanunum um at broyta útbúgvingarnar til meiri universitetskendar útbúgvingar. Eg síggi nógv­­ar fyrimunir í nýggja bygnaðinum bæði fyri Læraraskúlan, sum nú er, og fyri Fróðskaparsetrið. Tá hugsi eg bæði um tey lesandi og um starvsfólkini, sigur Jóannes Hansen. Avbjóðingin Á Læraraskúlanum eru um­leið 40 fólk í starvi. Av teimum eru 25 lærarar. Talið á teimum, sum í løtuni lesa til lærara og pedagog, liggur um 200. Stovnurin hevur fylt nógv í almenna kjakinum fleiri tey seinastu árini. Eitt nú hava politikarar og lesandi fleiri ferðir funnist at skúlanum. Fleiri ferðir hevur verið neyðugt hjá politikarunum at veita eyka­ játtanir. Nýggi rektarin á Lærara­ skúlanum sigur seg ikki rokna við, at sovorðið skoðs­ mál eisini fer at verða givið skúlanum í framtíðini: – Arbeiðsplássið hjá teim­um lesandi og starvs­ fólkunum síggi eg at vera eitt tað týdningarmiklasta í landinum. Hvørjir karm­ arnir eru og hvat fæst av skafti kemur okkum øll­um við. Hetta er sam­ felagsberandi stovnur, sum hevur stóran týdning fyri okkara mest dýrabara tilfeingi, sum eru børnini, ið vit vita skulu mynda fram­tíðina, sigur Jóannes Hansen, og hann heldur fram: – Myndugleikarnir hava nú víst mær tað álit at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum og at vera við til at leggja nýggju útbúgvingarnar til rættis. Uppgávurnar eru stórar og nógvar, og hvussu úrslitið verður valdast nógv um, hvussu stevið er. Sjálvandi vilja tey lesandi og starvs­ fólkini hava, at teirra arbeiðs­pláss – og tað av góðum grundum – verður umrøtt við virðing og ikki sæð niður á. Eg fari undir uppgávuna í eyðmýkt og við opnum sinni og góðum treysti. Hon er í góðum umhvørvi at liva upp til galdandi ásetingar og at seta út í kortið fyri framtíðina. Hetta verður avbjóðingin hjá okkum øllum – eisini hjá sentralu myndugleikunum sum játta pengar - og um tað eydnast okkum at finna áralagið, so verður úrslitið gott. Tá ið lagið og úrslitið eru góð á Læraraskúlanum, so merkist tað beinanvegin, tí samfelagið er so lítið og stovnurin so týdningarmikil. Ikki minst eftir at Pisa tosið av álvara er kyknað, rokni eg við, at tilvitanin um hetta er stór. Persónurin Jóannes Hansen er ættaður úr Klaksvík, og hann býr á Toftum. Í 1976 fór hann undir læraralestur á Føroya Læraraskúla. Eft­ ir tvey ár skifti hann til Statsseminariet på Emdrup­ borg í Keyp­manna­havn, har hann leyk prógv í 1980. 1980-84 var hann lær­ari á Jakobskolen í Keyp­manna­ havn. Í 1987 leyk hann cand. mag. prógv í geografi og samfelagsfrøði á Roskilde Universitetscenter, og síð­ ani hevur hann verið lær­ ari í studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeið­ num í Klaksvík. Hesum starvinum hevur hann nú søkt farloyvi frá. – Eg havi lært nógv ung­ fólk at kenna, og umhvørvið á skúlunum hevur verið stimbrandi. Mær hevur dámað ógvuliga væl at undir­vísa ungdómunum. Eg havi ongantíð hugsað um at skifta starv, fyrrenn lýsingin um starvið, sum eg nú eri settur í, var at síggja. Starvið, Læraraskúlin, út­búgvingarnar og fram­ tíðar­ætlanirnar kenni eg at liggja tætt at tí, sum eg higartil havi fingist við og verið uppií, sigur Jóannes Hansen. Síðani síðst í áttati árun­ um hevur Jóannes Hansen skrivað nógv í Sosialinum. Tað kann vera, at hann eisini í framtíðini fer at varða av onkrari grein, men hann sigur, at tað avgjørt ikki verður í sama mun, sum tað hevur verið tað seinastu mongu árini. tíðindi – Eg havi millum annað søkt starvið, tí eg taki undir við ætlanunum um at broyta útbúgvingarnar til meiri universitetskendar útbúgvingar. Eg síggi nógvar fyrimunir í nýggja bygnaðinum bæði fyri Læraraskúlan, sum nú er, og fyri Fróðskaparsetrið. Tá hugsi eg bæði um tey lesandi og um starvsfólkini, sigur Jóannes Hansen. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Ætlar ikki at gerast gamal í sessinum Jóannes Hansen, nýggjur rektari á Læraraskúlanum vónar, at tað í hansara tíð fer at eydnast at leggja Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið saman og at útbúgvingarnar á skúlanum verða batchelorútbúgvingar Mynd Jens K Vang Jóannes Hansen hevur skrivað fyri Sosialin í mong ár. Starvsfólkini á blaðnum handaðu hon rósur í morgun og ynkstu honum góða eydnu, tá tað gjørdist alment, at hann er settur í starvið sum rektari á Læraraskúlanum