mikudagur 5. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2006
Mentan
Beint fyri páskir var
upptøkuroyndin til foto-
/filmsverkætlanina
hjá
Mariannu Mørkøre og
Mariu Arnell umrødd í
fjølmiðlunum. Longu nú
er greitt, at úrslitið av
hesi verkætlan verður at
síggja í einum tí kendasta
design-hotellinum
í
Norðurlondum,
Hotel
Clarion í Stokkhólmi
Hetta er í samband
við altjóða fotofestivalin
xpoSeptember, ið verður
hildin annað hvørt ár í
Stokkhólmi. Verkætlanin,
sum hevur heitið Frag
mented Unison, er mill
um tær 40 útvaldu verk
ætlanirnar, sum verða
at
síggja
ymsastaðni
í
Stókkholmi
23.9-
22.10.06.
Fyri at seta myndirnar í
eitt øðrvísi listarligt høpi
fara Marianna og Maria at
sýna fram á hesum nýggja
design-hotellinum, sum
er tað størsta hotellið í
Stokkhólmi. Í altjóða høpi
er Hotel Clarion mest
kent fyri sítt listarliga
virksemi við tað, at tað
keypir meiri nútíðarlist
enn
Moderna
Museet
í Stokhólmi. Hotellið
umboðar í løtuni í alt 18
norðurlendsk listafólk við
teimum 58 listaverkunum,
sum prýða hotellið. Ein
av teimum kendastu er
svenski teknarin Jockum
Nordstrøm.
Hotel Clarion er tað
størsta handilsliga lista
verkið í Svøríki, har tað
longu frá byrjan av var
avgjørt, at listin skuldi
hava avgerandi týdning
á hotellinum. Ikki bert
sum prýði, men eisini í
samanspæli við sjálvan
arkitekturin. Hetta varð
gjørt við serkønari ráð
geving innan byggilist, list
og design. Bygningurin
er inspireraður av heims
kenda listasavninum Tate
Modern í London, har
rúmini eru sera høg.
Fragmented Unison er
ein svørt-hvít myndarøð
við 9 myndum, har tann
klassiska føroyska náttúru
myndin er sett saman
við fimm einsháttaðum
gentum. Hetta setur ein
surrealistiskan dám á
myndarøðina. Myndirnar
avmynda tann byrjandi
ungdómin í eini óspiltari
náttúru við íblástri úr
sterkum grafiskum kom
positiónum. Sum eitt eks
perimentelt framhald av
verkætlanini eru mynd
irnar eisini filmaðar við
einum Super8 kamera.
At vera við í einum
tílíkum fotofestivali er eitt
sera gott høvi at vísa fram
myndarøðina og sostatt
fáa samband við onnur
altjóða framsýningarstøð.
Sum nú er, rennur
kloakkin í Kúrdali
í Hoyvík oman eftir
Kúrberingum og
beint út á sjógv.
Kloakkin eftirlíkar als
ikki heilsukrøvini, og
tí hevur Tórshavnar
Kommuna nú tikið
stig til at gera eina
nýggja kloakkleið.
UMHVØRVI
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Heilsukrøvini
siga,
at
ein kloakk í minsta lagi
skal
renna
ein
metur
undir vatnskorpuna, men
sum tað er nú, rennur
kloakkin í Kúrdali oman
fyri yvirflatuna á sjónum.
Tað bæði sæst og luktar
illa í Kúrdali av kloakkini.
Tískil hevur Tórshavnar
Kommuna valt at gjørt eina
nýggja kloakkleið.
Nýggja
kloakkleiðin
hjá Tórshavnar Kommunu
fer at renna gjøgnum ein
tunnil, sum í næstum
verður gjørdur. Tunnilin
fer at verða 100 metrar til
longdar, og tunnilsmunnin
fer at verða átta metrar
undir vatnskorpuni:
– Nýggja kloakkleiðin
fer at verða sera snøgg, og
eingin fer at leggja nakað
til merkis. So hon verður
bæði góð fyri umhvørvi
og heilsuna, sigur Ronald
Poulsen, verkfrøðingur hjá
Tórshavnar Kommunu.
Tað verður byggifelagið,
J&K Petersen, sum skal gera
kloakkina við maskinum
úr Norra. Tunnilin verður
liðugur um sjey vikur og
fer at kosta 2,5 milliónir
krónur, váttar Ronald Poul
sen.
Føroysk foto-/
filmsverkætlan við
í svenskum festivali
Nýggj kloakkleið í Kúrdali
The Addams Family
úr Írlandi kom til
Føroya á vitjan í gjár.
Tey komu til Føroya
fyri at vitja múrin í
Kirkjubø og fyri at fáa
olju á bátin
MENTAN
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Seinast vit vóru her var
fyri trimum árum síðani. Tá
vitjaðu vit múrin í Kirkjubø,
ið bergtók okkum almikið.
Og nú eru vit komin aftur
til Føroya fyri at forvitnast
og vita, um múrurin nú
endiliga er liðugur, sigur
Johan Addams, sum hevur
verið á vitjan í Føroyum við
stuttleikabáti sínum heili
fimm ferðir:
– Vit dáma sera væl at
sigla, men hetta verður
tíverri seinastu ferð, vit
gomlu fara ein so langan túr.
Nú má verða nóg mikið við
slíkum ferðum, sigur Johan
Addams skemtandi við
konuna.
The Addams Family verða
í Føroyum í tveir dagar og
fara síðan til Grønlands.
Sum vit síggja á myndini verður tunnilsmunnin á nýggju
kloakkleiðini átta metrar undir vatnskorpuni
Sum nú er eftirlíkar kloakkin í Kúrdali ikki heilsukrøvini. Hon rennur beint út á sjógv, og tað
bæði luktar og sæst. Á myndini síggja vit bæði núverandi kloakkina (svarta strikan) og nýggju
kloakkleiðina (hvíta strikan)
The Addams Family:
Til Føroya at vitja múrin í Kirkjubø
tíðindi