mikudagur 5. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 127 - 5. juli 2006
tíðindi
Poul Geert Hansen
er settur sum
nýggjur aðalstjóri
í Almenna- og
Heilsumálaráðnum.
Hann kemur at virka
í starvinum frá 14.
august.
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Hann hevur m.a. starvast
sum leiðari fyri Stuðuls
stovninum og fíggjarfulltrúi í
Landsskúlafyrisitingini. Og
frá 1996 til 2002 var hann
í starvi í Norðurlendska
Ráðharraráðnum í Keyp
mannahavn. Men seinastu
fýra árini hevur Poul Gert
Hansen verið sjúkrahússtjóri
á Landssjúkrahúsinum.
– Jú, hetta verður eitt
avbjóðandi starv. Og hetta
er eisini eitt sera týdn
ingarmikið øki í føroyska
samfelagnum, og tað skal
vera væl virkandi. Vónandi
fara vit at klára at flyta tað
so ella so tann rætta vegin.
Til spurninginum um
hvørjar væntanir Poul Geert
Hansen hevur til nýggja
starvið, metir hann at tað
ikki altíð fer at verða so lætt
at reka hesa uppgávuna.
Ein týðandi uppgáva,
sambært
nýsetta
aðal
stjóranum, verður at finna
tørvin hjá borgaranum og
skulu ymisk hagtøl verða
nýtt og eisini royndir úr
útlandinum.
Betri samskiftið
Poul Geert Hansen fer
úr starvinum sum sjúkra
hússtjóri, so hann hevur
avgjørt ávísar royndir inn
an hetta málsøkið. Men
hann eftirlýsir eitt betri
samskifti
millum
tær
ymisku eindirnar, ið hava
við heilsmál at gera. – Vit
mugu í størri mun tora at
seta týðulig krøv, soleiðis,
at hin parturin kennir sína
uppgávu og mál betri.
Hetta skal eisini koma fram
í politiska kjakinum. Men
í síðsta enda verður tað
ynskini hjá borgarunum, ið
skulu viga mest.
Men í framtíðini sær
komandi
aðalstjórin
stóra avbjóðing í tí, at
útreiðslurnar á økinum
vaksa í størri mun enn
búskaparvøksturin ger tað.
– Vit verða jú noydd at fylgja
við tí politisku skipanini og
væntandi fer trýst koma á
hetta málsøkið í framtíðini,
men har er sjálvsagt eitt
mark fyri sparingum. Tað
hevur stóran týdning at vit
vita hvat vit brúka orkuna
uppá, slær Poul Geert
Hansen fast at enda.
Ráðið skal
hava neyðugu
arbeiðsorkuna
Funnist hevur verið at
samanleggingini av báð
um almenna- og heilsu
málunum saman, men lands
stýrismaðurin í Almenna-
og Heilsumálum, Hans
Pauli Strøm, heldur fast um
at hetta var rætta avgerðin.
– Vit høvdu júst nú ígjár eitt
gott dømi um hetta á einum
landsstýrisfundi, har málið
snúði seg um eitt heim
fyri sinnisveik í Suðuroy.
Í hesum málinum var ein
samanrenning
millum
ymisk fakøkir, sum vit hava
við at gera í Almenna- og
Heilsumálaráðnum. Men
ein treyt er, at ráðið hevur
orku til at arbeiða við tí,
hetta er umráðandi.
Hans Pauli Strøm er í
løtuni virkandi løgmaður. –
Hetta er ein stuttlig kensla,
men ítøkiliga so merki eg
tað ikki.
Viðmerking frá fyrrverandi
aðalstjóranum
Sigur í stuttari viðmerking við blaðið, at hon ynskir
nýggja aðalstjóranum alt tað besta. Í hennara starvstíð
fóru nógvar bygnaðarbroyting fram á hesum málsøkinum,
hetta órógvaði sera nógv arbeiði. – Men hetta málsøkið er
jú eitt tungt málsøki at røkja, eisini politiskt.
Serliga er tað lógarkarmarnir, sum skulu fáast uppá
pláss og var hetta ofta ein kelda til nógv høvuðbrýggj.
– Tað er serliga tey akuttu málini, sum koma inn. Tey
hava verið trupul at loyst. Og her er tað ikki nøktandi
lógarkarmar kring málsøkið.
Og, sum Aibritt orðar seg, so er tað ikki bara nakrar
broytingar, sum skulu gerast. – Forsorgarlógin skal
gerast av nýggjum, hon er grundarlagið undir øllum
almennaverkinum. Eitt dømi um, at lógarkarmarnir ikki
eru nøktandi sóu vit nú í fyrru viku. Hetta málið hevði
samband við stuðulsskipanina.
Nýsettur
aðalstjóri
í Almenna-
og Heilsu
málaráðnum
Komandi aðalstjórin Poul Geert Hansen og Hans Pauli Strøm