Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2006  Fyrrverandi stjórin á Strandferðsluni er ikki í iva, tá hann skal nevna fremstu orsøkina til virðislønina, sum nýggi Smyril hevur fingið. Fyrireiking og aftur fyrireiking Skipasmíð Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Reidar Nónfjall var stjóri á Strandferðsluni, tá farið varð undir tilrættisleggingina av nýggja skipinum. Eitt arbeiði, sum byrjaði longu í 1998, tá at tað ikki var fyrr enn í 2002, at politiski myndugleikin gav endaligt grønt ljós til verkætlanina. Drúgv fyrireiking Spurdur, hvat loyndarmálið handan eina somikið væl eydnaða verkætlan er, svarar Reidar Nónfjall skjótt og einfalt, at talan er um eitt lyklaorð: Planlegging. - Eg haldi sjálvur, at talan var um eina verkætlan, sum var sera væl løgd til rættis. Fyrst og fremst, so nýttu vit eina øgiliga tíð til at greina øll tey ynski, sum Strandferðslan hevði til nýtt suðuroyarskip. Vit settu ein bólk við yvirmonnum, umboðum fyri teknisku deild og so mær sjálvum, og fyrsta árið nýttu vit sum minimum ein fyrrapart um vikuna til hetta arbeiðið. Talan var jú um hópin av krøvum, sum helst skuldu eftirlíkast, og tá er altíð best at hava hesi við alt fyri eitt. Har skuldi verða rúm fyri ferðafólki, bilum, lastubilum, líkkistum, hund­ um, spæliplássum til børn og mangt annað. Um eitt skip, sum vónandi kundi lúka øll tey krøv, sum suðuroyingar settu til nýggja sambandið norðureftir. – Tú kanst sum so siga, at skipið er smíðað við útgangsstøði í kundanum, og júst tað haldi eg eisini er ein av orsøkunum til, at suðuroyingar hava tikið so væl ímóti skipinum. Fingu rós frá meklarunum Hetta arbeiðið endaði so við eini rúgvusmiklari kravg­reining, sum síðani skuldi projekterast, greiðir Reidar frá. – Her valdu vit so Knud E. Hansen, og tað valið eri eg framúr væl nøgdur um. Frá fyrstu løtu gripu teir tingini sera professionelt an. Vit byrjaðu at kalla við rammunum, har vit funnu útav, hvussu stórt skip­ ið sum minstamark mátti vera, og hvussu stórt tað ikki mátti vera. Síðani varð arbeitt niðureftir, til enda­ liga úrslitið fyrilá. Og tað úrslitið – ein byggigreining á 600 síður – varð síðani boðið út til 16 ymiskar skipasmiðjur, harav vit tóku av boðnum hjá IZAR í Spania. – Tí sigi eg heilt avgjørt, at góð tilrættislegging var lykilin til, at projektið gjørd­ ist somikiið væleydnað. Frá teirri løtu, at arbeitt varð fyri at fáa politiskan uppbakning fyri projektinum, og til Skip­ ið hevði lagt at bryggju í Føroyum, vóru tað fólk á Strandferðsluni, sum framdu eitt risa arbeiði. – Til stuttleikar kann eis­ini nevnast, at vit fingu rós frá meklarunum fyri eitt framúr gott fyrireikingararbeiði, og tað haldi eg vera eitt stórt herðaklapp til okkum, sum arbeiddu við ætlanini. Kraddutir politikkarar Soleiðis er Reidar ikki í iva um, hvar heiðurin skal plaserast, tá tosað verður um væl eydnaðu verkætlanina. Og hann viðgongur eis­ ini í sama viðfangi, at tað tí kendist eitt sindur hugstoytt, tá politkkarar og onnur nærum vassaðu omaná hvørjum øðrum at kradda sær sín lut í æruni, tá skipið kom til Føroya. – Hetta var ein verkætlan, sum at kalla alla tíðina hevði ligið uttan fyri politisku skip­anina. Áður var tað gjarna so, at tosað varð um at keypa skip. Síðani fóru politkarar – kanska við einum embætismanni – at hyggja at eitt nú einum gomlum Morten Mols, sum so varð keypt til endamálið. Hesa ferð var politiska ar­beiðið »einans« at játta pen­ingin, og tað skuldi nógv lobby-arbeiði til, áðr­ enn tað varð gjørt. Alt ann­ að arbeiðið varð gjørt av stovninum hjá okkum. Men tá skipið so kom til landið, flokkaðust politikkarar at ogna sær heiðurin. – Sama skipan varð ann­ ars eisini nýtt, tá nýggi Teist­in varð bygdur, og eis­ ini tann verkætlanin gjørd­ ist væleydnað, júst tí vit løgdu so stóran dent á fyri­ reik­ingina. Kunnu sameinast Virðislønin, sum nú er latin skipinum, er fyri sniðgev­ ingina av Smyrli. Og Reidar tykist eisini hálvgum errin av, at eisini hesin parturin er væl eydnaður. – Tá skip verða smíð­ að. tosar tú ofta um funk­ tionalitet og smag. Eitt nú er Norröna eitt dømi um, at funktionaliteturin verður tikin fram um alt annað. Eitt skip, har atlit bert verður tikið til, hvussu nógvir bilar og hvussu nógv ferðafólk tú fært stúgvað í skipið. – Við Smyrli tosaðu vit alla tíðina um, at skipið eisini skuldi uppfylla nøk­ ur smagskrøv. At funk­ tionaliteturin skuldi varð­ veitast, uttan at talan tó bleiv um nakran ljótan kassa, og har gjørdi Knud E. Hansen eitt fantastiskt arbeiði, sum teir eiga alt rós uppiborið fyri. – Og so vóni eg bara, at Strandferðslan eisini megnar at fylla skipið við teirri góðsku, sum tað hevur uppiborið. Tá tú hevur eitt somikið gott far, eiga rammurnar eisini at verða fyltar á rættan hátt. Bæði við mati, servisering og starvsfólki sum heild. Tað er eitt arbeiði, sum eg veit at Strandferðslan hevur lagt stóran dent á, og tað er seinasti prikkurin, sum skal til, fyri at fáa Smyril heilt í topp, staðfestir Reidar Nónfjall. Danska Knud E. Hansen vann herfyri altjóða góðkenning fyri teirra lut í projekteringini av nýggja Smyrli Skipasmíð Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Í eini tíð, har kassa-líknandi ferjur, sum verða sniðgivnar eftir støðugu royndunum at betra um effektivitet og umsetningsmøguleikar, er tað ein vælsignaður lætti at síggja heita vakurleikan á einum snøggari og væl fungerandi ferju við mjúkum linjum. Bygd til at gera tænastu á einum øki, sum er kent fyri harðbalið veðurlag.« Somikið vøkur eru orðini, sum nýggi Smyril fær við sær á sonevnda ShipPax desing award. Her varð nýggju suðuroyarferjan herfyri kosin sum besta sniðgevingin á árinum, og komandi tíðina sleppa skipakøn kring allan heim at síggja, hvussu væl skipið er gjørt. Eitt nú verður greitt frá skipinum niður í smálutir í komandi útgávuni av ShipPax Design, umframt at onnur fakbløð kring heimin eisini gera burtur úr hesum. Allir smálutir vóru gjøgnumhugsaðir Altjóða virðisløn til Smyril Norröna og Smyril eru tveir greiðir mótsetningar, tá tosað verður um ávíkavist funktionalitet og smag innan skipasniðgeving Fyrrverandi strandferðslustjórin kendi tað kanska hugstoytt, tá politikkarar kropp á kroppi trokaðust at taka sær heiðurin fyri nýggja suðuroyarskipið tíðindi