mikudagur 5. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 127 - 5. juli 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
ÚTLOND
– Hatta er øsandi, og teir eiga
ikki at gera tað aftur
(USA um rakettroyndina hjá Norðurkorea).
Stutt sagt
– Hatta er øsandi, og
Norðurkorea eigur
ikki at endurtaka tað,
sigur talsmaðurin hjá
Hvítu Húsunum
Rakettroynd
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hóast ávaringar úr fleiri
londum royndu norður
koreanar seks rakettir í
gjárkvøldið, og sambært
amerikanarunum
var
í
einum føri talan um eina
langtberandi rakett, sum
kann
røkka
málum
í
Alaska. Tann rakettin var
35 sekund í luftini, áðrenn
hon sprongdist og datt
niður í Japanska Havið eins
og hinar fimm.
USA fordømdi alt fyri
eitt royndirnar, og trygd
arráðgevin Stephen Hadley
segði tær vera øsandi. Tað
sama segði talsmaðurin
hjá Hvítu Húsunum, Tony
Snow,
sum
samstundis
ávaraði Norðurkorea ímóti
at royna fleiri rakettir.
Russland og Suðurkorea
eru eisini í øðini um
rakettroyndirnar, og suður
koreanska
stjórnin
vil
hava Norðurkorea aftur til
samráðingarborðið alt fyri
eitt, so samráðingarnar um
landsins
kjarnorkuætlan
kunnu takast uppaftur. Tær
slitnaðu, tí Norðurkorea
vildi ikki samráðast, fyrr
enn USA ógildar síni
handilstiltøk ímóti landin
um.
Japan krevur nú, at
rakettroyndirnar í gjár
kvøldið verða viðgjørdar í
trygdarráðnum hjá ST. Tað
sama sigur Avstralia, sum
harafturat sigur seg stúra
fyri, at rakettroyndirnar í
gjár verða ikki tær seinastu,
men at fleiri koma afturat
teir næstu dagarnar.
Hóast bæði forseta
valevnini høvdu lovað
at viðurkenna úrslitið
av meksikanska
forsetavalinum,
krevur taparin nú
umteljing
Meksiko
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meksikanska forsetavalið
gjørdist so javnt, sum rokn
að varð við.
Valnevndin kunngjørdi í
gjár, at tann konservativi
Felipe Valderón hevði vunn
ið valið, men at munurin
millum hann og sosial
demokratin Andres Manuel
Lopez Obrador var minni
bara eitt prosent ella umleið
400.000 atkvøður.
Undan
uppteljingini
høvdu Valderón og Obra
dor lovað, at teir fóru at
viðurkenna úrslitið, sama
hvussu lítil munurin teirra
millum bleiv, men nú hev
ur pípan fingið annað
ljóð. Obrador kunngjørdi
í nátt, at hann viðurkennir
ikki úrslitið, fyrr enn allar
atkvøðurnar
eru
taldar
umaftur.
Viðhaldsmenn
hansara hava samstundis
lagt
valnevndina
undir
svik.
Politiskir eygleiðarar í
Meksiko siga, at tað javna
úrslitið var tað ringasta,
sum kundi henda. Teir bera
ótta fyri, at flokkurin hjá
Obrador fer at skipa fyri
mótmælisgongum,
sum
lættliga kunnu savna fleiri
milliónir fólk í gøtunum
teir næstu dagarnar.
Enn hevur valnevndin
ikki svarað, um hon er
sinnað at telja tær umleið
40 milliónir atkvøðurnar
eina ferð afturat.
Øði um norðurkoreanskar
rakettroyndir
Illir suðurkoreanar brenna myndir av norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-Il, tá tíðindini um rakettroyndirnar frættust
Mynd: Reuters
Taparin krevur umteljing
Turkaland ikki upp í ES
Tann katólska kirkjan legg
ur seg nú út í orðaskiftið
um turkiskan limaskap í
Evropasamveldinum.
Ein talsmaður hjá kirkj
uni, kardinalurin Walter
Kasper, sigur við italska
blaðið
Corriere
della
Sera, at álopini á kristnar
prestar í Turkalandi vísa,
at tað eru ikki bert landsins
lógir, sum forða fyri, at
landið kann koma upp í
ES.
Hugsunarhátturin
hjá fólki er ein uppaftur
størri forðing enn lógin,
sigur kardinalurin. Hildið
verður, at orð hansara
samsvara rættiliga væl
við tað, sum Benedikt
pávi heldur um turkiskan
limaskap í ES, tí pávin
hevur fyrr ávarað ímóti at
taka Turkaland uppí.
Seinasta sunnudag varð
ein franskur prestur álopin
í turkiska býnum Samsun,
og fyri trimum mánaðum
síðani varð ein týskur
prestur skotin í einum
øðrum turkiskum býi.
Á seinastu ferðini
Gamla norska ferðamanna
skipið ”Norway”, sum
eisini hevur itið ”France”,
er nú komið til India, har
tað skal høggjast upp.
Greenpeace og aðrir
umhvørvisverndarfelags
skapir vilja vera við, at
meiri enn 900 tons av
asbesti eru í skipinum, og
at tað tí er vandamikið
at fara umborð at høggja
skipið upp, fyrr enn
asbestið er fingið úr tí.
Málið hevur verið heilt
uppi í indiska hægstarætti,
sum
hevur
gjørt
av,
at tað er nóg trygt hjá
upphøggjarunum at fara
umborð.
”Norway”, sum er 45
ára gamalt, er 315 metrar
langt og 46.000 tons.
Norska reiðaríið Nor
wegian Cruise Line keypti
tað í 1979. Í dag eitur
skipið ”Blue Lady”.
Gamli Bush í Íslandi
Fyrrverandi amerikanski
forsetin George Bush
kom í gjár til Íslands at
hátíðarhalda amerikanska
tjóðardagin, og í gjárkvøld
ið var hann og vitjaði
íslendska forsetan, Ólav
Ragnar Grímsson.
Í dag skuldi Bush royna
seg
við
laksatráðuni,
og tað var eingin annar
enn formaðurin í fiski
verndarráðnum í Norður
atlantshavinum, Orri Vig
fússon, sum hevði boðið
gamla forsetanum at royna
veiðieydnuna í íslendsku
laksaáunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at George Bush vitjar í
Íslandi, og tað er heldur
ikki fyrstu ferð, at hann
er við laksatráðuni. Sum
varaforseti hjá Ronald
Reagan var Bush í Íslandi,
og tá veiddi hann eisini
laks, skrivar blaðið Vísir.
Vorðið sum toskur
Letlendski ferðamaðurin
Andries Lapsim gjørdist
ikki sørt kløkkur, tá hann
í gjár var við toskatráðu,
nú hann heldur summarfrí
í Noregi.
Brádliga kendi hann, og
tað var honum greitt, at
talan var um ein stóran
fisk. So var, tí tá Andries
Lapsim hálvan annan
tíma seinni fekk fatur á
fiskinum, vísti tað seg at
vera ein toskur, sum var
143 centimetrar langur og
vigaði 28,7 kilo, skrivar
Nordlys.
Hetta er fyrstu ferð,
at tann hepni letlendski
ferðamaðurin
vitjar
Noreg. Um tað er av
tilvild, at hann hevur valt
staðið, har hann gistir,
sigur søgan einki um,
men tað er í hvussu er
væl kent. Andries Lapsim
heldur summarfrí í Oldur
dalinum.