Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2006 9 tíðindi Í Oljuhavnini í Runavík fegnast Eli Lassen um, at virksemið á oljuhavnini er tryggjað komandi tríggjar mánaðirnar, aftan á at virksemið har hevur verið so at siga onki í sera langa tíð OLJA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mánadagin bóru vit tíðindini um, at boripallurin Stena Don er á veg til Føroya, tvær vikur áðrenn upprunaliga ætlað. Pallurin verður væntandi í Føroyum leygardagin 8. juli, og Rúni M. Hansen segði mánadagin við Sosialin, at tey vænta at byrja við boringini longu 13. juli. Hetta hevur sum vera mann skunda undir virksemið á Oljuhavnini í Runavík, sum hevur ligið stilt í lang-samiliga tíð. Men í morgun liggja tvey skip har, og Eli Lassen, stjóri í Oljuhavnini sigur, at fleiri skip eru ávegis. - Tú kanst ætla, at hetta er nakað vit fegnast um, tí hetta hevur ógvuliga stóran týdning, at vit nú kunnu fara undir virksemi her á havnini, sigur Eli Lassen. Skipini, sum koma hava útgerð og tilfar við sær. Hetta verður skipað upp á land, og so verður farið víðari út á boripallin við tí. - Alt kemur til Runavíkar, áðrenn tað fer víðari. Vit skilja og skipa tað sundur, soleiðis at tað, sum skal brúkast fyrst á pallinum, verður tað, sum kemur út fyrst, greiður Eli Lassen frá. Hava blandað í tríggjar dagar Ein stórur partur av ar- beiðinum á Oljuhavnini er at blanda borimóru, sum verður brúkt úti á boripallinum. Borimóra er feskt og salt blanda saman. Síðani verða ymisk evni blanda upp í aftrat, men tað er ymiskt frá boripalli til boripall, hvat tey ynskja skal blandast upp í. Úti á boripallinum verður síðsta evnið tilsett, og tástaðni líkist tað veruligari móru, og kann tað tá millum annað brúkast til at køla borirnar av við. Á Oljuhavnini hava tey longu blandað í fleiri dagar. - Vit hava blandað í tríggjar dagar nú, sigur Eli Lassen, stjóri í Oljuhavnini í Runavík. Lív aftur í Oljuhavnini í Runavík Formaður Sjálvstýrisflokksins, Kári P. Højgaard, heldur framvegis, at Jacob Vestergaard, eigur at standa við ábyrgdini, nú tað vísir seg, at landsstýrið skal rinda endurgjald í málinum um Jógvan S JÓGVAN S Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 29. mai ivaðist Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, ikki eina løtu. - Endar hetta við, at landsstýrið noyðist at betala endurgjald, skal landsstýrismaðurin sjálvur standa fyri ábyrgdini, staðfesti hann í blaðnum tá. Í dag ivast hann heldur ikki tað minsta. - Sjálvandi skal hann tað, sigur Kári P. Højgaard í stuttari viðmerking til Sosialin í dag, tá vit spyrja hann, um hetta er ein støða hann framvegis stendur við. Hann vil tó ikki siga nógv meiri enn akkurát tað, tí málið er ikki endaliga liðugt viðgjørt enn, sigur hann, og sipar til, at møguleikin fyri at kæra í málinum framvegis er til staðar. Tó er greitt, at landsstýrið hevur gingið við til at rinda eitt endurgjald áljóðandi 2,5 milliónir krónur, og síðani Kári P. Højgaard stendur fast við sínar útsagnir, so merkir tað, at Jacob Vestergaard hevur nøkur ting at greiða frá, tá tingið kemur saman aftur á Ólavsøku. Spurdur beinleiðis, um hann fer at leggja eitt misálit móti landsstýrismanninum fram, svarar formaður Sjálvstýris- flokksins, at hann ikki kann svara upp á tað, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt. Positivt at endurgjaldið er 2,5 mió Formaðurin í Sambands- flokkinum, Kaj Leo Johan- nesen, hevur ikki hug at seta spurnartekin við trúvirði hjá Jacob Vestergaard sum landsstýrismanni. Heldur ikki, tá tað nú vísir seg, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina avgerð, sum eftir øllum at døma sær út til at koma at kosta skatt- gjaldaranum 2,5 milliónir krónur. - Jacob Vestergaard tók eina avgerð, sum tá var mett at vera tann rætta, men seinni vísir tað seg ikki at vera so. Tað er tað, sum kann henda í eini skipan sum hesari, sigur Kaj Leo Johannesen, ið eisini heldur tað vera positivt, at endurgjaldskravið sum var 10,7 milliónir krónur, í síðsta enda ikki kom at vera meiri enn tær góðu tvær milliónirnar. Undarlig gongd Kaj Leo Johannesen hevur heldur hug at snara málinum á høvdið, og varpa eitt annað ljós á málið. - Fiskiríkidømið er fólksins ogn, nakað, sum eg og tú og øll hini eiga.Tí undrar tað meg stórliga, at tú fært tað fyri onki, og síðani kemur og krevur eitt endurgjald upp á omanfyri tíggju milliónir, sigur Kaj Leo, sum heldur at tað hevði verið ein sera áhugaverdur spurningur at tikið upp og viðgjørt reint prinsipielt. Kári P. Højgaard ivast ikki: Landsstýrismaðurin stendur við ábyrgdini Eitt av teimum báðum norsku skipunum við havnina í morgun, skipar útgerð í land. Fleiri skip eru ávegis til Oljuhavnina í Runavík