mikudagur 5. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 127 - 5. juli 2006
Seta á Brugduna 13. juli
Leygardagin verður heldur óvanlig sjón
at síggja á Nólsoyarfirði millum russisk
fiskifør og fremmandar stuttleikarbátar.
Ein sjón, sum ber boð um eina møguliga
nýggja framtíð her á landi.
Tá kemur risastóri norski boripallurin
Stena Don á fjørðin við umleið 100
boriarbeiðarum umborð. Uppgáva teirra
er komandi tríggjar mánaðirnar og fyri
fyrstu ferð nakrantíð at bora niður gjøgnum
kilometra harða og tjúkka føroyska basaltið
úti á landgrunninum. Ein óvanlig og
spennandi avbjóðing.
Ætlanin var at seta hol á á ólavsøku, men
nú hevur tað eydnast fyristøðufelagnum
Statoil at fáa pallin til Føroya fyrr enn ætlað,
og tað er má sigast at vera rættiliga óvanligt
í eini tíð, har tað er nærum ómøguligt at fáa
boripallar til at bora í slíkum djúpvatnsøki
sum okkara. Dømi eru um fleiri boriætlanir
um okkara leiðir, sum eru útsettar, tí tað
hevur ikki verið gjørligt at fáa pallar.
Hesaferð er tað beint øvugt og vónandi er
hetta symptomatiskt fyri boringina eisini.
Tað er ætlanin at seta á undirgrundina á
Brugduleiðini longu 13. juli. Borað verður
so út í eitt í tríggjar mánaðir. Tilsamans
8 oljufeløg eru um boringina og teirra
millum eisini Atlantic Petroleum og
Faroe Petroleum. Mett verður at tað er
25% møguleiki fyri at gera eitt fund. Tað
spennandi við hesi boringini er so nettupp
hetta, at tað verður borað á einum heilt
nýggjum øki á føroyska landgrunninum og
gjøgnum basalt. Hóast øll fyrivarni eiga at
takast og vit eiga at vera varin við at taka
nakað sum givið fyrr enn borað er, so er
tað tó greitt, at stórur partur av altjóða
oljuverðini fylgir sera væl við júst hesi
boringini.
Verður hon eitt fund merkir tað, at
Atlantsmótið fær enn størri fokus, og í
síðsta enda kann hetta hava við sær, at
Atlantsmótið, her økið millum Hetland og
Føroyar fer at vera mett sum ein nýggj og
týðandi oljuprovins ella sum onkur hevur
málborið seg – tann nýggi Norðsjógvurin.
13. juli er í so má ein søguligur dagur.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Væl veit eg at 30 krónur er ikki nøkur stór upphædd, men tað er eitt
sindur tilsamans tá ið allir Net-bankakundar skulu gjalda tað
Ólavur Í Beiti
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tað fór alt at verða so lætt,
tá ið vit fingu alnetsbankan
og tað fór einki at kosta!
Soleiðis ljóðaði tað fyri
nøkrum árum síðani, tá ið vit
privatu kundar eisini fingu
møguleika at gera okkara
pengaflytingar! Rátt var til
at fáa sær Heimagreiðslu
ella Netbanka, tí tað var so
nógv bíligari! Og skjótari
eisini! Og alt so nógv
lættari!
Jú, alt hetta er satt! Men
ikki í báðum bankum! Í
Føroya Sparikassa er tað
satt!
Eg veit ikki, hví eg altíð
havi sovorðnan ótta, tá ið
eg fari inn á Netbankan
hjá Føroya Banka. Hesin
ótti er ikki, tá ið eg fari
inn á Heimagreiðsluna hjá
Føroya Sparikassa!
Kanska er tað, tí at eg
veit, at Føroya Sparikassi
stendur fyri áliti og virðing
fyri kundanum, at eg kenni
meg púra vísan, tá ið eg fari
inn á Heimagreiðsluna!
Nú havi eg bæði Net-
banka hjá Føroya Banka og
Heimagreiðsluna hjá Før-
oya Sparikassa, so eg síggi
munin á hesum báðum
alnetsbankum. Annars fekk
eg ikki útalað meg um
nakran mun!
Heimagreiðslan hjá Før-
oya Sparikassa hon koyrir
sum hon skal og tær føstu
flytingarnar fara av, tá
ið tær eiga, og har koma
eingi nýggj tøl soleiðis
sníkjandi
inn
á
hesa
alnetsgreiðslu.
Kundin
kennir seg púra tryggan,
tí Føroya Sparikassi hevur
altíð borgað fyri trygd, og
kundarøkt á hægsta støði.
Føroya Sparikassi stendur
sum kletturin, hann vikast
ikki, og kundin kennir seg
altíð rættvíst viðfarnan!
Soleiðis kenni eg tað, í
hvussu so er.
Netbankin hjá Føroya
Banka er sama skipan
sum Heimagreiðslan, men
munurin er tann, at á hesi
skipan kunnu sníkja seg
ymisk tøl inn av og á, sum
tú ikki hevur varnast áður.
Herfyri kom eitt gjald
at standa á kontuni sum
at: Kontoavrit, 30 krónur.
Og nú er eitt tal komið at
stand í hesum mánaðinum
sum
eitur:
NB
Privat
Haldaragjald, eisini 30
krónur.
Væl veit eg at 30 krónur
er ikki nøkur stór upphædd,
men tað er eitt sindur
tilsamans tá ið allir Net-
bankakundar skulu gjalda
tað. Og er hetta árligt gjald
ella hálvárligt? Og hvat
er hetta fyri haldaragjald?
Hvat eri eg farin at halda
nú, sum eg ikki helt áður?
Eg segði at byrja við,
at eg kenni meg altíð eitt
sindur óttafullan, tá ið eg
loggið meg á Netbankan,
tí eg veit ikki, um alt er
etið upp av ómaksgjøldum
ella ikki! Hesin ótti er ikki,
tá ið eg loggið meg inn
á
Heimagreiðsluna
hjá
Føroya Sparikassa! Har
stendur peningurin tryggur,
og tað verður flutt av tað,
sum eigur at fara av, og
einki annað!
Einki annað!
Kanska Føroya Banki
ómakar sær at kunna
kundan um, hvussu nógv
gjøld fara at koma aftrat
í ár! Nú er NB Privata
Haldaragjaldið goldið, so
nú mugu vit sum haldarar
– ja, av hvørjum, veit eg
ikki enn – fáa kunning um
hetta haldaragjald, hvussu
ofta tað skal gjaldast, hvørji
rættindi tað gevur, hvørjar
fyrimunir tað gevur o.s.fr.!
Og kanska Føroya Banki
eisini kunnar okkum hal-
darar um, hvørji gjøld fara
at sníkja seg inn á Net-
bankan aftrat í ár?
Kanska kemur eitt Spam-
gjald?
Kanska eitt Uppgrad-
eringsgjald eisini?
Og eitt Webmastergjald
seinni kanska?
Og eitt Spywaregjald?
Munur á bankum
Á Borg á Argjum á
syftunsøku 2006
Takk fyri viðmerkingarnar,
Jón og John!
FARS-TELDA: Ikki eri
eg matgerðarkønur, men
eg skal geva tær rætt í,
at hatta ljóðar eitt sindur
margháttligt.
Havi ávíst samband við
sunnanfjørðsfólk.
Tey
brúka vanliga ikki hatta
stutta sjálvljóðið, sum vit
norðanfjørðsfólk gera.
DØMI:
Tá
eg
sigi
kjøbbpylsa, siga sunnan-
fjørðsfólkini
kjøtpylsa
(langt ø). Norðanfjørðs siga
vit breffflís og snarrljós;
sunnanfjørðs
siga
tey
breyðflís og snarljós (langt
fyrra a).
Hjá mær er tað natúrligt at
siga snarrljós. Kortini haldi
eg, at eg sigi fartelefon
(langt fyrra a)!?!
Hvussu við Snarskivuni?
Møguliga er tað stutta
sjálvljóðið víkjandi í nú-
tíðarføroyskum!?
Onkustaðni siga/søgdu tey
hjossar/frossar = hjá sær/
frá sær. Tað man eisini vera
eitt farandi fyribrigdi.
FARR-TELDA,
FARR-
STØÐ, ikki FARS-TELDA,
FARS-TØÐ!
(Ella kanska bara langt
fyrra a)!?
KÆRLEIKI, ikki KARR-
LEIKI!
Mín frálíki føroysklærari,
Theodor, plagdi at siga, at
tað var betri at siga kærleiki,
tí karrleiki minnir um
kargleika (at vera kargur).
STIKPELAR: Pelar til eitt
stik. Tað er í so hvussu
so er eitt vakrari orð enn
hegnpeli.
Stikan er tó vakrast og
snøggast!
E.S. SPANIEN og UKRA-
INE, segði ein útvarps-
maður, tá hasi bæði londini
spældu dyst. Ikki eru vit
komin longri!
ELFENBAINSKÚSTIN,
segði fótbóltsspælari við
liðfelagar sínar. Ikki skemt.
Eingin talaði at.
G R Ø N H Ø V DAOY G -
GJAR/CABO VERDE -
oyggjar. Dúgvan er seld til
hesar oyggjar. Forvitnisligt
at hoyra fjølmiðlafólkini
lesa hasi tíðindini.
Man
Deutschland
ikki
fara at vinna H.M., nú
Argentinien er fallið?
E.E.S. Spældu teir tennis í
Gundadali?
Til lukku við steypsfinaluni,
AB-kvinnur!
Gott málsummar!
Fars, stikpelar og H.M.-fótbóltur
Eyðun á
Borg
rithøvundur
Ólavur í
Beiti