mikudagur 5. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2006
11
Aftaná at føroyski sam-
felagsfrymilin
brotnaði
av um tvøran fyrst í ní-
tiárunum, hava vit sæð
nógvar kreppuloysnir og
bygnaðarbroytingar. Sumt
hevur verið væleydnað og
annað ikki. Serliga varð gjørt
vart við politisku skipanina,
fiskvinnuna og búskapar-
skipanina. Útinnandi valdið
bleiv broytt munandi í
bygnaðarbroytingunum hjá
Finn Norman Christensen,
eitt drúgt álit um at
stýrisskipanarviðurskifti
skuldi eisini hava við sær
betringar til lóggevandi
valdið. Rokið um fiski-
‒vinnuna í dag, og at stórur
partur gjørdust almennur,
siga sítt. Vit hava eitt
betri samfelag enn í áttati
árunum, men enn manglar
nógv.
Bygdamenning
og fiskivinna
Ein spurningur er hvaðar vit
vilja í fiskivinnuni. Partar
av aling og fiskivinnu
eru bygdarmenning bæði
í Skotlandi og Noregi,
men ber tað til við bert
eini høvuðsvinnu? Her
er tað at sambandið
millum
fiskivinnuna
og
valskipanina
er.
Hóast
fiskivinna
er
høvuðsvinna
okkara,
skerts ikki burtur at
politiska uppíblandingin
og lokalpolitisku val-
dømisáhugamálini
í
fiski-vinnuni gera, at
fiskivinnan
eisini
í
veruleikanum
hevur
verið
eitt
óformligt
slag av bygdarmenning
ella
valdømisvalagni,
sum
helst
eisini
er
beinleiðis orsøkin, at tað
varð so trupult at einskilja
Fiskavirking.
Politiska
ávirkanin hevur tí beinleiðis
verið brúkt sum eitt amboð
at tryggja arbeiðspláss í
egnum valdømi.
Frágreiðing
Longu
í
1994
var
ráðstevna í Føroyum um
Nordisk
Fiskerisamfund
i Fremtiden, og árið eftir
vóru fleiri av fyrilestrunum
givnir út í bók, sum er
ummæld í Sosialinum 1.
september 1995. Longu
har verður av fleiri gjørt
vart við, at ein andsøgn
er millum gomlu føroysku
bygdarmentanina og før-
oysku
tjóðarmentanina.
Víst verður á, at tað er
neyðugt at broyta hetta fyri
at flyta landið frameftir.
2006
Vit
hava
enn
somu
trupulleikar.
Vit
hava
onga semju um hvussu
fiskivinnan skal skipast,
hvussu viðurskiftini úteftir
skulu verða ella hvussu
Føroyar skulu verða. Vit
síggja eina parlamentariska
skipan, sum brúkar nógva
orku
til
smálutir
og
smámál. Um støðan við
fiskiloyvunum er røtt ella
skeiv er eitt, men tað vit
síggja er eina skipan, sum
sigur seg verða ímóti tí sum
gjørt verður, men heldur ik-
ki klárar at semjast um eina
broyting. Vilja vit í størri
mun hava landspolitikk
í
Løgtingið,
er
eisini
neyðugt at tinglimirnir
umboða alt landið, eins og
at tað er alneyðugt at geva
tinglimunum nógv betri
arbeiðsumstøður m.a. við
skrivarum. Vit hava brúkt
nógva orku at samanbyggja
Føroyar. Enn restar í, men
85 % av fólkinum kann nú
koyra í sama vegakervi, og
tað er ein onnur støða, enn
tá valdømini blivur gjørd.
Harafturat hevur kommunu-
samanleggingin langt síðan
yvirhálað valdømini.
Politiskan vilja
Tað krevur poltiskan vilja
at fáa bæði vinnupolitikkin
og fiskivinnuna betraða.
Spurningurin um Føroyar
nakrantíð eru farnar frá
sterka bygdarsamfelagnum
til
Samfelagseindina
Føroyar, sum ráðstevnan
fyri 12 árum síðani vísti
á var neyðugur. Tí er
spurningurin eisini, um
ikki tað er best at hava
eittans valdømi
Samfelagseindin Føroyar
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
VIÐMERKINGAR
Til Sofus
Tey skyggjandi, blídligu, blaktrandi ljós
undir hválvinum, minna meg á,
at eg vist ongantíð hevði ta kós,
lagt um áirnar, handanligt brá.
Men er mær tá givin ein gáva sum orð,
og teims endurljóms skapandi mátt:
Tá dynjandi skulu um háreistu skor,
teljast kvøður, ið ynskja tær gott.
Christian Fróði
Skipahandil
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í
síðstu
viku
keypti
partafelagið Húsadalur í
Sørvági trolbátin Gáshøvda
av Viðareiði. Tað bleiv gjørt
á tann hátt, at P/F Húsadalur
keypti
partabrøvini
í
partafelagnum Kneysi, sum
eigur bátin.
Við øðrum orðum keyptu
sørvingar felagið við ogn,
skuld og fiskirættindum,
og teimum nýtist tí ikki at
venda sær til fiskimálastýrið
viðvíkjandi rættindunum.
Kári Kallsberg, fráfarandi
stjóri í P/F Kneysi, sigur,
at sambært roknskapinum
fyri 2005 er skuldin í
felagnum 10,5 mió. krónur.
Eginpeningurin var góðar
800.000 krónur. Men hann
vil ikki siga, hvat hann og
hinir báðir eigararnir fingu
fyri felagið. Tað hava teir
avtalað við keyparan, men
Dimmalætting visti í gjár
at siga, at prísurin liggur
um 20 mió. krónur. Er tað
rætt, hava eigararnir fingið
smáar 10 mió. krónur burtur
úr søluni.
Kári Kallsberg ásannar, at
við at selja partabrøvini í
felagnum sleppa seljararnir
undan at gjalda skatt av
søluni.
Partafelagið
Kneysur er stovnað í 1988,
og tá Kári Kallsberg og
hinir báðir eigararnir hava
átt felagið síðani 1994,
sleppa teir undan at gjalda
skatt av søluni. Og tað
hevði avgerandi týdning,
sigur hann.
- Var sølan ikki skattafrí,
høvdu vit ikki selt, sigur
Kári Kallsberg.
Annars
kom
Gáshøvdi
til Sørvágs seinnapartin.
Skipari
verður
Heðin
Hansen, sum fyrr førdi
Vesturvón. Nýggi eigarin,
Ólavur Petersen, sigur, at
báturin fær annað navn um
stutta tíð.
Ein skattafrí skipasøla
Júst frítøkan fyri skatt gjørdi, at eigararnir gjørdu av at selja Gáshøvda og
fiskirættindini.
KONSERT
Eyðun Nolsøe er ikki hvør
sum helst í føroyskum
tónleiki. Sum blaðungur
gittarspælari og sangari
kom hann við í bólkin
Frændur, har tveir av eldru
beiggjunum eisini spældu
við, og longu í 1984
hoyrdist røddin hjá Eyðuni
aftur á fyrstu útgávuni hjá
Frændum.
Seinni steig Eyðun av álvara
inn í ljósið sum sangari og
sangskrivari hjá Frændum,
og millum sangirnar, ið
hann hevur avrikið, eru Á
um vit, 80’ini, Mítt land,
Brot og vandasker og
nógvir aðrir.
Seinni gav Eyðun Nolsøe
solofløgu út, og hann hevur
eisini givið tónleik út saman
við Terja Rasmussen.
Eyðun
Nolsøe
fer
leygarkvøldið at spæla
sínar kendu sangir við
einum væl mannaðum og
væl spælandi bólki, har
nakrir av bestu føroysku
popptónleikarunum spæla
við.
Bussar koyra í sambandi
við tiltakið leygarkvøldið.
Eyðun Nolsøe spælir í Fuglafirði
Eyðun Nolsøe og hansara menn fara leygarkvøldið at undirhalda í Fuglafirði. Á skránni verða
allir teir mongu kendu sangirnir, sum Eyðun hevur verið við til at skriva og spæla inn