mikudagur 5. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2006
13
Til minnis um abba mín
Magnus Ennistíg
f. 21. november 1925 · d. 14. mars 2006
Nú ert tú ikki her hjá okk
um meira, men í hjartanum
hevur tú altíð ein bústað
hjá okkum øllum.
Tú ert farin til Harran,
meðan vit sum sita eftir,
sita við sorg, men eisini við
gleði, tí tað var ikki
nakað lív at bíða eftir
deyðanum, vit frøast yvir,
at tú ikki pínist meir.
Kroppurin hjá okkum er
bert til láns, tað er sálin, ið
fer víðari. Tað er undarligt
at síggja teg, meðan tú
hvørki andar ella rørir teg.
Eg kann minnast síðstu
ferð eg sá teg, tú var á
sjúkrahúsinum, mamma
bað meg koma norður at
síggja teg, áðrenn tú fór til
Harran, tár komu í míni
eygu at síggja abba mín
liggja í eini song og pínast.
Men tú hevði styrki í tær
enn, eini tvær vikur helt tú
út afturat. Ikki kann eg
venja meg við bara at hava
ein abba eftir.
Eg kann minnast, tú
fortaldi mær søgur, áðrenn
eg fór at sova, onkuntíð
vóru søgurnar um ommu,
og onkuntíð vóru tær um
teg, tá tú sum smádrongur
spældi í Kunoy.
Vit báðir plagdu at sita
uttanfyri kioskina í SMS,
ótu ís og hugdu í sjónvarp í
vindeyganum hjá Elding
yvir av okkum, meðan
mamma og omma gingu
runt og keyptu. Og so tá eg
keddi meg í Klaksvík, so
vildi eg sleppa at svimja,
men tordi ikki at fara
sjálvur, so komst tú við
mær, ja hvat gjørdi tú ikki
fyri tíni abbabørn, og tú
var so glaður fyri at vera
blivin langabbi. Altíð gekst
tú við einum smíli, og
heilsaði uppá øll. Tá ein
maður í Lopra fekk at vita,
at tú var deyður, segði hann
»tað var snedugt, eg trúði
at hasin maðurin bleiv í
minsta lagi 100 ár«.
Nú ert tú komin til tann
bústað, sum Jesus ger
kláran til okkum, tann
bústað sum tú hevur sungið
og prísa Gudi fyri alt títt
lív. Eg kann ætla mær,
hvussu glaður tú ert at
síggja Dánjal aftur. Líka
mikið, hvussu gamal ella
sjúkur tú vart, so steðgaði
tað tær ikki at tæna Gudi.
Møti var á sjúkrahúsi
num, tú hoyrdi tey syngja
og tú sang við, tú hevði
onki mál eftir, men tað
steðgaði tær ikki í at tæna
Harranum. Eg hoyrdi teg
syngja tvær ferðir í morg
un, men tá eg vaknaði var
abbi mín enn deyður. Vit
møtast aftur ein dag, men
tá búgva vit ikki so langt
frá hvør øðrum.
Eg elski teg.
Abbasonur tín, Heri
6. juli. Djóni. Neyvan navn á einum halgimenni.
Teir halda, at navnið av tilvild er komið upp í
halgimannatalið. Djóni er stytting av grikska
gudanavninum Dionysius. Um Dionysius, deyður
umleið ár 258, verður sagt um dag hansara (9.
oktober) Hann varð vígdur til biskup av pávanum
Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð
saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí stað
num, sum nú eitur Montmatre, ið merkir martýr
fjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at
hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt
til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har var
kirkjan St. Denis bygd.
Dagurin í morgin
Aref Tórsson Olsen:
Cand. phil prógv á
Fróðskaparsetrinum
Fríggjadagin 30. juni helt
Aref Tórsson Olsen kan
didatfyrilestur til cand.
phil prógv við heitinum
»Royndir at forklára mál
søguligar broytingar - al
ment og við serligum atliti
at føroyskum«. Fyrilesturin
var hildin í Loftsstovuni á
Føroyamálsdeildiní.
Fríggjadagin helt Aref Tórsson Olsen kandidatfyrilestur til cand.
phil prógv á Føroyamálsdeildiní á Fróðskaparsetri Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
Fróðskaparsetur Føroya:
Prógv í søgu og
stjórnmálafrøði
Fríggjadagin 30. juni fingu
átta studentar frá Søgu- og
samfelagsdeildini á Fróð
skaparsetri Føroya handað
prógv eftir lokið B.A.
prógv í søgu og B.S.Sc.
prógv í stjórnmálafrøði.
Søgu- og samfelags
deildin tekur upp í ár bæði
til B.A. í søgu og B.S.Sc.
lestur í stjórnmálafrøði.
Tey sum fingu prógv vóru f.v.: Sóley Heradóttir Hammer,
(B.S.Sc. í stjórnmálafrøði), Joan Ólavsdóttir (B.S.Sc í stjórn
málafrøði), Súsanna Martinsdóttir (B.A. í søgu), Sigfríður
Abrahamsen (B.A. í søgu) Sólvá Vang (B.A. í søgu) og Súsanna
Eikhólm (B.A. í søgu). Tvey eru ikki við á myndini, tey eru:
Ári Rouch (B.A. í søgu) og Ingrid S. Henriksen (B.S.Sc. í
stjórnmálafrøði)
Mynd: Jens Kristian Vang