mikudagur 5. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 127 - 5. juli 2006
Hávardur er av
góðum bergi brotin.
Pápin er ein av okkara
frægu sjógarpum,
Birgir Enni. Og
sonurin gongur í
fótafetunum hjá
pápanum. Fyri teir
báðar er havið eitt
og alt. Tað var tí ein
dreymur, sum gekk
út, tá Hávardur í fjør
ognaði sær snøgga
seglbátin Bianca.
Mánakvøldið fóru
seks fólk við Bianca
til St. Kilda
Sjóferðir
Jan Müller
Myndir Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, tá fremm
andir stuttleikabátar leita
norður í Atlantshav úr
grannalondunum men eisini
úr fjarskotum londum. Før
oyar eru eitt plássunum
fremmandu bátarnir vitja.
Men tað gongur eisini hin
vegin, at føroyskir stutt
leikabátar leita suður í hav.
Eitt tílíkt dømi er Bianca
420, snotuligi og vakri
seglbáturin hjá Hávardi
Enni, sum legði frá landi,
tvs. Bursatanga í Havn
mánakvøldið við kós móti
St. Kilda og Hebridunum.
Við á ferðini eru seks fólk.
Bianca er 42 fót og er sera
góður siglari. Hann gongur
8 míl við motori. Tað er
ein errin eigari, sum veitrar
farvæl henda fyrsta túrin
suður í hav.
Hávardur, sum gongur
á sjómansskúla, keypti
bátin í fjør og er hann helst
einasti av hesi støddini í
landinum.
Ætlanin
er
at brúka hann til ferðir
kring Føroyar og til útlond.
Hetta er so fyrsta royndin
at fara út um landoddarnar
við fleiri fólkum og vónar
Hávardur, at hetta heldur
ikki verður tann seinasti.
Hann ætlar nevniliga at
skipa fyri ferðum fyri fólki,
sum ongan bát eiga. Bæði
sjálvur at fara við teimum
men eisini leiga bátin út.
Ber til at fáa forrætning
burtur úr, so er tað sjálvandi
tað besta. Tað vísir seg
eisini, at útlendingar, sum
halda tað vera ov langt
at sigla til Føroya, koma
henda vegin við flogfari og
leiga so bátin at sigla kring
oyggjarnar. Júst nú hava
fýra bretar úr Manchester
leigað bátin, og teir lótu
sera væl at. Hetta var besti
bátur teir høvdu verið við.
Hávardur er so heldur
ikki ein og hvør. Hann er
sonur fræga sjófara okkara,
Birgir Enni, so 23 ára gamli
Hávardur er av góðum
bergi brotin. Hann dylur
heldur ikki fyri, at havið er
tað, sum dregur og tí er tað
eisini við bæði stoltleika
og gleði, at hann leggur frá
landi henda fyrsta túrin til
St. Kilda.
Hávardur Enni sigur, at
ætlanin við slíkum ferðum
er bæði at síggja onnur
støð og hitta aðrar siglarar
men fyrst og fremst er tað
kenslan og upplivingin
at vera á sjónum saman
við øðrum. Sjálvur heldur
hann, at tørvur er á slíkum
báti og vónar, at tað vera
fleiri, sum vilja gera brúk
av bátinum. Fólk, sum
ynskja at leiga ella fara
við bátinum til ávísar ferðir
eru vælkomin at seta seg í
samband við seg.
Hesin túrurin er mettur
at taka 10 dagar, og ætlanin
er so at fara nýggjan túr
á somu leið 16. juli. Tað
tekur góðar 40 tímar at
sigla til St. Kilda. Síðani
eru bert 30 fjórðingar til
Hebridurnar.
Hávardur
umhugsar eisini at gera
onkran túrin til Íslands.
Skipari á hesum túrinum
er Ísak Jacobsen, formaður
í KT-felagnum. Hann sær
fram til ein góðan túr og
ikki minst til at vitja St.
Kilda, sum er ein sera
spennandi oyggj. – Her
finst størsti súlustovnurin
í heiminum við 300.000
súlum, og her er sera ríkt
fuglalív annars, Tað sigst,
at seyðurin á St. Kilda er í
familju við tað lítla seyðin,
sum upprunaliga var í Før
oyum. Eisini finnast mong
staðarnøvn har, sum eisini
eru í Føroyum, so her hevur
helst verið samband fyrr í
tíðindi heldur Ìsak fyri men
leggur aftrat, at tað besta við
slíkum túri er upplivingin
at vera á sjónum. Hann
heldur tað annars vera eitt
frálíkt tiltak, sum Hávardur
er farin undir, nakað, sum
manglar í Føroyum.
Hini, sum manna Bianco
henda túrin, eru Tummas
Magnussen, stjóri á Smyril
Line, Petur Stórhamar,
skipsførari úr Trongisvági
og síðani tær báðar, Rakul
Enni og Gunnhild Dahl
Niclassen. Tær báðar eru
ikki ókendar við sjógvin.
Tær vóru herfyri við skúla
skipinum Danmark.
Við Hávardi og Bianca til St. Kilda
Tey seks við Bianca fyrsta túrin til St. Kilda. Fv. Tummas Magnussen, Petur Stórhamar, Hávardur Enni, Rakul Enni, Gunnhild Dahl Niclassen og Ísak Jacobsen
Gunnhild og Rakul í góðum hýri, nú tær aftur sleppa til sjós
Bianca í góðum selskapi, her saman við Monu Lisu á Eystaru
vág
Snøggur er hann, Bianca 420 hjá Hávardi Enni
tíðindi