Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2006 15 Síðsta fríggjadag var brúdleyp í Vágsbotni. Tað er jú ikki hvønn dag at brúdleyp er við bryggjuna í Vágsbotni. Brúðar­ parið Purcell BRúdleyp Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Fleiri gestir koma framvið Føroyum og í Vágsbotni leggja nakrir av teimum at. Hesir gestirnir koma sjó­vegis og teir flestu av teimum langvegis frá. “Gypsies of the Ocean” verða slíkir kallaðir, sum ferðast á havinum frá landi til land yvir lang tíðarskeið. Fleiri eru á víðari norðureftir til Íslands. Tað verður sagt, at tað tekur einum eitt ár á havinum at gerast ein “sjó­ fjakkari”. Purcell-parið Issis hevur siglt í meiri enn 2 ár. Hon legði frá landi í Svøríki við seglbáti og kom til Noregs. Har arbeiddi hon í eitt ár, síðan fór hon víðari til Shetlands og steðg­ aði har somuleiðis í eitt ár. Her fekk hon arbeiði í bygdini Skeld á eini virki, sum roykti laks. Hetta var ein sera lítil bygd, við ongum handli, sigur Issis frá. Og tað var her, at hon hitti amerikumannin Jesse Purcell, sum var komin hig­ ar við lítlum øðrum við­ føri enn súkklu síni. – Eg komi upprunaliga frá eini slíkari bygd har eingin handil er, fortelur Jesse, ið situr á dekkinum og spælir uppá sína banjo. Hetta instrumentið passar væl til ein rættan amerikanskan hill-billy, og eisini til statin New York. Her er sannur summardámur, her við bryggj­una í Vágsbotni. Með­an banjo-spælið koyrir við seglbátin Issis hoyrist sekkjapípuspæl longri úti á bryggjuna. Seinni fái eg at vita, at hetta er írskur sekkjapíputónleikur. Brúdleypið Men Issis og Jesse blivu góð í Shetlandi og síðsta fríggjadag vórðu tey bæði vígd kona og maður av Tórs­havnar borgarstjóra, Heð­ini Mortensen. Vakra brúðarparið hugnaði sær á stóra degnum. Undan og eftir sjálvari vígsluni á býarskrivstovuni spældi írin Eugene Lambe sekkja­ pípuspæl og setti eini meiri hátíðarligan dám á løtuna. Eftir vígsluna, og eftir at Sosialurin hevði tikið mynd­ ir av teimum, fóru tey út at fáa sær ein fínan bita. Longri fylgdi Sosialurin teimum ikki. At giftast í einum frammandum landi mann kennast serligt og hevur hetta uttan iva verið ein ógloymandi løta fyri parið. HM fylgja slíkir sjófar­arar ikki við. Tá eg práti við tey hava tey onga hóming av hvussu tað hevur gingist USA og Svøríki. – Eg vóni at allir enda sum vinnarar, skemtar Issis. Tá tey fáa tíðindinum um at hvørg­an USA ella Svøríki eru komin longri enn til fjórðingsfinalurnar, latast tey ikki um vón – HM er fyri teimum ein fjart hugtak. tíðindi Brúdleyp í Vágsbotni Írskur pípumakari Umborð á Fánaí, situr Eugene Lambe. Tað eg ikki veit um Eugene er at hann er ein kendur írskur pípumakari. – Slá mítt navn uppá internetinum! Har eru fleiri upplýsingar, sigur hann. Hann spældi undir til áðurnevnda brúdleypið. Men hann hóast tað er brúdleypsdagur, so hevur hann sína greiðu meining um giftarmál. – Eg havi allergi fyri hjúnarbandi. Gift teg einaferð, tað er nokk! Eg gifti meg einaferð, men tað gekk ikki. Ongantíð aftur. Eina ferð er nóg mikið. Hann hevur tó einki ímóti at spæla ímóti til brúdleypið hjá vinfólkunum úr grannabátinum. Eugene spælir javnan til jarðarferðir og eisini av og á til brúdleyp harheima í Írlandi. Fánaí er keltiskt/gæliskt og merkir fjakkari. Heimstaður Eugenes er nærhendis Galway á írsku vesturstrondini. Hann legði haðani frá landi fyri seks døgum síðan, sigur hann mær. Trimum av hesum síðstu døgunum var nógvur vindur og tað varð ein rættiliga harður túrur. Hann brúkar fyri tað mesta segl og motorin einans fyri at koma út úr havnum. Bátin hevur hann sjálvur bygt, hetta var fyri fimm árum síðan. Eugene er farin víðari, einsamallur umborð á Fánaí og sambært honum var ferðamálið Noreg. Uttan iva ein minnilig løta fyri parið Brúðarparið Purcell hittust í Shetlandi