Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 127 - 5. juli 2006 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 ítróttur – Okkara spæla var á hægri støði enn tað hjá Týsklandi. Vit spældu sum heild betur. Marcello Lippi, italskur landsliðsvenjari í fótbólti, eftir hálvfinaluna týskvøldið. Fleiri dystir fluttir Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur flutt fleiri dystir í Formuladeildini næstu tíðina. Dysturin millum B36 og NSÍ, sum skuldi spælast sunnudagin, er fluttur heilt til 23. august. B36 hevði ynskt at spæla dystin hesa vikuna, men FSF hevur flutt dystin til eftir summarsteðgin. Orsøkin er, at B36 í næstu viku skal spæla Europa Cup á Malta, og liðið fer longu avstað um vikuskiftið. Týðandi botndysturin millum B68 og ÍF, sum skuldi spælast mána­ kvøldið er eftir ynski frá feløgunum fram­skund­ aður til sunnudagin. Harafturat er dysturin millum EB/Streym og ÍF, sum skuldi spælast sunnudagin 16. juli, framskundaður til miku­ dagin 13. juli. Seinasta umfar í For­ muladeildini fyri summ­ arsteðgin er sunnudagin 16. juli. ek LÍF eisini online Leirvíkingar hava staðið seg væl í næstbestu fótbóltsdeildini í ár, og liðið er við í stríðnum um uppflyting til For­ mula­deildina. Nú bjóðar felagið seg eisini fram á internet­ inum, har nógv av før­ oysku feløgunum hava havt heimasíðu í fleiri ár. LÍF hevur nú eisini fingið heimasíðu, har tað ber til at fylgja við í tí, sum hendir í felagnum. Á heimasíðuni ber til at lesa um dystirnar hjá besta mansliðnum, upp­lýsingar eru um ábyrgdarfólk í felagnum, venjingartíðir og annað. Eisini ber til at síggja myndir. Heimasíðan hjá LÍF er at finna á adressuni www.lif.fo Italia gjørdi bart, tá ið tað vóru spældir 119 minuttir av HM-hálvfinaluni ímóti Týsklandi í gjárkvøldið. Eftir sita vónbrotnir vertir, ið ætlaðu sær at spæla HM-finalu sunnudagin HM Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Týskland hevur staðið seg væl í HM-endaspælinum á heimavøllin seinastu vik­ urnar. Liðið hevur spælt álopssinnað, hevur gjørt nógv mál og er komið langt í kappingini. Men í gjárkvøldið brast tann stóri dreymurin um at spæla eina HM-finalu á heimavølli. Týskland spæli hálv­ finalu ímóti Italia, og tann tætti – og í longum løtum keði­ligi – dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn tað rest­aðu tveir minuttir av um­dystinum. Einki mál kom í vanligu leiktíðini, og í umdystinum hevði Italia tvey skot á stong­ina, men inn vildi bólt­ urin ikki. Tá ið 119 minuttir vóru spældir, og øll vóru farin at fyrireika seg til brotssparksskapping, sló Italia til. Fyrst smekkaði bakkurin Grosso til eftir hornaspark, og so var Alessandro Del Piero ísa­ kaldur, tá ið hann varð spældur leysur. 2-0 til Italia eftir lítlari løtu, og so var Italia í finaluni og Týskland úti av kappingini. Errin av sínum spælarum Týski landsliðsvenjarin Jurgen Klinsmann royndi eftir tapið at troysta sínar vónbrotnu spælarar, men bæði teir og áskoðararnir lótu tár falla. – Vit eru sera vónbrotnir av tapinum, men vit kunnu ynskja liðnum tillukku við einari flottari kapping. Vit hava eitt ungt lið, og spælararnir vístu ein ótrú­ ligan vilja og moral. Teir gjørdi tjóðina stolta, sigur Jurgen Klinsmann. Nú verður nógv tosað um, hvørt Klinsmann fer at halda fram sum lands­ liðsvenjari hjá Týsklandi. Eftir misjavnar fyrireikingar til endaspælið, hevur Týsk­ land staðið seg sera væl í endaspælinum. – Eg vóni, at Klinsmann heldur fram í starvinum. Hann hevur eitt ungt lið, sum hann hevur skipað eftir sínum høvdi. Ungu spælararnir líta á hann, og tað hevði verið stórt spell, um vit missa hann, sigur Franz Beckenbauer, sum hevur eitt orð at siga í týskum fótbólti. Rætta liðið vann Italiumenn vóru í sjeynda himli eftir sigurin á Týsk­ landi í gjárkvøldið, og tað var uppiborið, at Italia vann dystin, tí liðið átti munin í tætta dystinum. – Tað er fantastiskt at verða við í einum slíkum dysti. At vinna á Týsklandi í teirra egna húsi – ja, eg kann ikki seta orð á tað, segði Alessandro Del Piero, sum gjørdi annað málið hjá italumonnum. – Eg havi fingið nógvar krittikk seinastu tíðina, men eg haldi, at eg í dag vísti, at eg vil líka so gjarna vinna HM sum allir hinir spælararnir. Landsliðvenjarin hjá Italia helt eftir dystin, at rætti vinnarin var funnin. – Hetta er ein dreymur, sum gongur út, og tað hevur verið leingi at bíða. Um nakar hevði uppiborið at vinna hendan dystin, so vóru tað vit. Vit høvdu takið, og hóast vit vóru troyttir móti endanum, tordu vit at satsa fyri at vinna, segði Marcello Lippi. Fótbóltssambandið hevur nú latið fótbóltsfeløgunum umsóknarblað, har tey kunnu søkja um stuðul til umsiting. Formulafeløgini kunnu fáa upp í 45.000 krónur í stuðli Umsiting Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fótbóltssamband Føroya hev­ur nú givið sínum lima­­feløgum boð um, at tey kunnu søkja um stuð­ ul úr grunninum MAFF (Menning av fótbólts­ feløgum). Stuðulin verður latin til skrivstovuhald úti í feløg­ unum, og ætlanin er, at stuð­ ulin skal latast sum bein­ leiðis løn til tann, ið hevur skrivstovuna um hendi. Harafturat kunnu feløgini eisini søkja um stuðul til skrivstovuútbúnað. FSF hevur gjørt av, at Formulafeløgini kunnu fáa góðar 45.000 krónur í stuðli, liðini í 1.deild góðar 30.000 krónur, og hini feløgini góðar 15.000 krónur. Afturfyri krevur FSF, at feløgini hava skrivstovu opna í minsta lagi frá kl. 14.00 til 16.00 hvønn gerandisdag, og at skriv­ stovufólkið tekur sær av samskiftinum við FSF og hini feløgini, umsiting av spælaraloyvum, dystarskrá, dystarboðum og ymiskari skráseting. Føroysku feløgini hava í eina tíð eftirlýst stuðul frá FSF í sambandi øktu krøvini til umsiting og skriv­stovuhald, og nú er grunn­urin, ið skal stuðla fe­løgunum við hesum, veru­leiki. Nú er tað upp til feløgini at seta skriv­stovu­ fólk og søkja um stuðul. Tárini trilla í Týsklandi FSF veitir feløgunum stuðul til umsiting Týski landsliðsspælarin David Odonkor var sera vónbrotin eftir tapið ímóti Italia, og tað hjálpti lítið, at týski landsliðsvenjarin royndi at ugga sínar spælarar Mynd: Scanpix