Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 127 - 5. juli 2006 ] Viborg manglar spælarar Tvær vikur, áðrenn danska superligan byrjar aftur, hevur Viborg bert 14 sáttmálaspælarar í felagnum. Síðani kappingin endaði 14. mai, eru sjey spælarar farnir úr felagnum, men eingin nýggjur spælari er komin til felagið, og tí eru bert 14 spælarar eftir í 1. liðshópinum. Tað er ikki tí, at leiðslan í Viborg heldur, at hetta er í lagi, men heldur tí, at felagið hevur ikki megnað at fingið nýggjar spælarar til liðið. Ekstrablaðið skrivar, at tað er ósannlíkt, at venjarin Ove Christensen heldur leingi fram í felagnum afturat. Henke vildi ikki til FCK Svenska álopsstjørnan Henrik Larsson váttar nú, at hann fekk fleiri áheitanir frá danska felagnum FC Keypmannahavn, áðrenn hann kom heim til Svøríkis at spæla. Larsson hevur seinastu tvey árini spælt fyri Barcelona, men hann gjørdi í seinasta kappingarár av, at hann vildi sleppa heimaftur til Svøríkis. Tað var tá, at FCK royndi at lokka Henke til Keypmannahavnar at spæla. Sambært Henke sjálvur var hann ongantíð av álvara áhugaður í tí tilboðnum. Hann vildi sleppa heim til Helsingborg at spæla. (Mynd: Henke) Føroyingar vórðu at kalla einaráðandi í 2nd Suðuroy International. Føroya sterkasti telvari vann kappingina, meðan aðrir føroyingar tóku sær av hinum medaljuplássunum Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Altjóða talvkappingin í Vági er av, og eins og í fjør varð vinnarin úr Føroyum. Í ár varð telvað í Vági, og kappingin er sostatt vorðin ein fastur táttur á Jóansøku. Útlendsku telvararnir lótu sera væl at umstøðunum, og veðrið var flestu dagarnar tíbetur eisini við teimum í Vági. Oddamaðurin steðgaður Eftir seks umfør vóru tað mong, ið spáddu, at Hans Kristian Simonsen fór at endurvinna Suðuroy International. Hann telvaði sannførandi og var á odda við 4,5 stigum. Men seinasti triðingurin varð honum ein dyggur smeitur, tí hann tapti nevniliga øll síni seinastu trý talv og endaði á 7. plássi. Hans Kristian hevði tó kortini sum heild eina góða kapping og vinnur sær fitt av rating. Tá John Arni Nilssen tapti ímóti Helga Dam Ziska í 6. umfari, vóru tað fá sum væntaðu, at John Arni fór at enda ovastur, tá avtornaði. Men sterki skopuningurin gjørdi bart og vann sannførandi síni seinastu trý talv. Serliga talvið ímóti Hans Kristiani í seinasta umfari (Talvið hesa vikuna) varð væl úr hondum greitt. John Arni fekk 6,5 stig. John Arni hevur seinastu mongu árini ment seg nógv. Hann er júst kosin altjóða meistari og telvar eins væl sum fleiri stórmeistarar. Í Føroyum hevur tó aldrin gingið heilt eftir vild hjá honum. John Arni hevur nevniliga onga kapping vunnið í Føroyum í fleiri ár. Tak meg ikki í tí, men seinasti kappingarsigur í Føroyum hjá John Arna var helst afturi í 1992, tá hann vann 1. bólk í FM fyri einstaklingar í Runavík. Føroyingar taka seg fram Í hølunum á John Arna kom Rødgaard á 2. plássi við 6,0 stigum, meðan Helgi vann sær 3. plássið. Sum John Rødgaard beinrakin segði í ítróttarsendingini 3-2, var slíkur føroyskur dominansur fullkomiliga óhugsandi fyri fáum árum síðani. Miðvíst ungdómsarbeiði og fleiri afturvendandi altjóða kappingar síðani fyrst í øldini, hava skumpað føroyska telving á eitt relativt rættiliga høgt støði. 2nd Suðuroy International var ein stór succes, hóast ongan norm. Føroyingar tóku toppplássini, umframt at Hans Kristian allatíð lá í oddinum. Fýra føroyingar høvdu møguleikar at vinna kappingina. 51 ára gamli John Rødgaard mannaði seg av álvara upp seinastu umførini við góðari telving, og eitt flott 2. pláss. Rødgaard telvar sum ein sterkur altjóða meistari. Aldur er eingin forðing. Donsku altjóða meistararnir, Bjørn Brinck-Claussen og Simon Bekker-Jensen, vóru somuleiðis allatíð við í oddastríðnum. Teir fingu eins og Helgi 5,5 stig. Áðrenn seinasta umfar var Helgi fremstur saman við John Arna og Rødgaard, men tapið ímóti Bekker- Jensen forðaði fyri einum optimalum endaspurti. Helgi hevði framanundan vunnið trý talv á rað. Tvøroyramaðurin Sjúrður Thorsteinsson hevði eina torføra kapping. Men eins og allir hinir heimamenninir, so vann hann sær nakað av rating, og tískil vórðu hansara 1,5 stig á góðari leið. Enn ein succes í Suðuroy, og vónandi verður 3rd Suðuroy International á Talvið hesa vikuna John Arni Nilssen (2356) - Hans Kristian Simonsen (2295) Suduroy International 2006 Vági (9), 01.07.2006 1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.Ric3 Bg7 (Hans Kristian telvar ofta kongaindisku byrjanina. John Arni er sera sterkur við hvitum í slíkum støðutýpum) 4.e4 d6 5.Be2 0–0 6.Bg5 Ria6 7.f4 Fe8 8.e5! (John Arni fer beint eftir kappingarsigrinum við hesum hvassa leiki) 8...Rid7 9.Rif3 c5 10.exd6 exd6 11.0–0 h6 12.Bh4 Fe3+? (Valla rætt at fara eftir f-finnuna) 13.Bf2 Fxf4 (Hvítur fær fram úr gott spæl fyri finnuna. Kanska ikki besta loysnin hjá Hans Kristiani) 14.Rid5 Fe4 15.Bd3 Fe8 16.Bh4 Rib6 17.Re1 Fa4 18.b3 Fa5 19.Rie7+ (Meginparturin av svørtu manningini goymir seg frúgvamegin. Hetta revsar John Arni á effektivan hátt) 19...Kh8 20.Bxg6! fxg6 21.Rixg6+ Kg8 22.Rie7+ Kh8 (Kf7 verður svarað við Fd3 og vunnið talv) 23.Rig6+ Kg8 24.Rixf8 Kxf8 25.Bg3 (Fe2 er sterkari, sambært Fritz 9) 25...Bg4 26.Re4 Bxf3 27.Fxf3+ Kg8 28.Rg4 (John Arni er helst í tíðarneyð og sær ikki sterkasta leik, nevniliga Re7. Men Rg4 eigur eisini at vinna) 28...Rf8 29.Fe2 Ric8 30.d5 b5? (Fc3 var seinasta vón, men svarta støðan tykist kortini høpisleys) 31.cxb5 Ric7 32.Be1 Fb6 Støðumynd 33.Rxg7+! Kxg7 34.Bc3+ Kg8 35.Fg4+ Og tað verður skák og mát í fáar leikir 1–0 2nd Suðuroy International 1 IM John Arni Nilssen FAI (2356) 6.5 2 IM John Rødgaard FAI (2344) 6.0 3 Helgi Dam Ziska FAI (2306) 5.5 4 IM Bjørn Brinck-Claussen DEN (2359) 5.5 5 IM Simon Bekker-Jensen DEN (2393) 5.5 6 WGM Lenka Ptacnikova ISL (2183) 5.0 7 Hans Kristian Simonsen FAI (2295) 4.5 8 FM Per Andreasen DEN (2303) 3.0 9 Omar Salama EGY (2214) 2.0 10 Sjúrður Thorsteinsson FAI (2067) 1.5 John Arni gjørdi bart Formulaliðið Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 15. umfari av Formuladeildini Støðumynd eftir 32…Fb6 John Arni Nilssen var drúgvastur í altjóða talvkappingini í Suðuroy