mikudagur 5. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 127 - 5. juli 2006
Hósdagin í farnu viku hækkaði
amerikanski tjóðbankin, Fed, leið
andi rentuna úr 5,00% í 5,25%.
Hetta var 17. hækkingin á rað
síðan juni 2004, tá hon bert var
1,00%. Marknaðirnir væntaðu hesa
hækking, og størsti spenningurin
var tí um tað, sum stóð í tíðinda
skrivinum eftir rentufundin. Har
var tjóðbankin óvæntað bleytur
í viðmerkingunum um komandi
rentuhækkingar. Dentur varð lagdur
á, at nú tekur bankin eisini atlit til
búskaparvøksturin, sum er í ferð
við at slakka eitt sindur av. Áður
hevur Fed bert tosað um vandan
fyri prísvøkstri. Marknaðirnir tóku
hetta sum tekin um, at Fed skjótt fer
at gevast við rentuhækkingunum,
og hetta fekk partabrøv at hækka.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarenturnar hava enn eina
ferð verið støðugar hesa farnu
vikuna. 10-ára danska rentan er
soleiðis næstan óbroytt á 4,10%.
Seinastu sløku tríggjar mánaðirnar
hava lánsbrævarenturnar flutt seg
lítið. 10-ára rentan hevur ligið
millum 3,90%-4,10%.
A. P. Møller – Maersk
niðurmettið úrslitið
Týsdagin í farnu viku lækkaðu
partabrøvini í A.P. Møller – Maersk
umleið 10%, tá felagið niðurmettið
útlitini. Lægri farmagjøld, trupul
leikar við samanleggingini við
P&O Nedlloyd og minkandi markn
aðarpartar nevnast sum høvuðs
orsøkirnar.
Jaliga partabrævagongdin sein
astu vikuna kann verða tekin um,
at lækkingin á partabrøvum er um
at vera av á hesum sinni. Hetta er
tó ov tíðliga at siga við vissu, men
roknskaparkunngerðirnar, ið koma
í næstum, kunnu fara at staðfesta
jaligu gongdina.
Hesa vikuna
Hendan
vikan
verður
eisini
hendingarík á virðisbrævamark
naðunum. Størsta einstaka hend
ingin verður amerikanska arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin fyri juni,
sum kemur fríggjadagin. Hon var
sera veik seinast, og áhugi er tí fyri,
um hon man fara at vísa ein sterkari
arbeiðsmarknað hesuferð. Um so
er, stuðlar tað undir partabrøvum.
Marknaðarrák
Fed bleytari enn væntað
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
582,75
-1,7%
Lánsbrøv í DKK
97,26
-0,1%
JPY
5,08
-0,3%
GBP
1.073,76
-0,6%
Norrøn Partabrøv
108,76
2,3%
NOK
93,46
-0,7%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,7%
3,9%
4,1%
27/03
27/04
28/05
1020
1060
1100
1140
1180
1220
27/03
27/04
28/05
Vika 27
2006
Hóast tú nýtir
handfría fartelefon er
tað hættisligt at tosa í
telefon, tá tú koyrir.
Tað er telefonprátið
í sær sjálvum, sum
er órógvandi og ikki
telefonin
Ferðslutrygd
Ein
nýggj
ansvekjandi
kanning, sum er gjørd á
Utah University í USA vísir,
at hóast tú nýtir høvuðlurt
er tað eins hættisligt at
tosa í telefon meðan tú
koyrir, sum tá tú koyrir við
kenning.
Vandin fyri at enda í
eini
ferðsluvalukku
er
nøkulunda tann sami, sum
um tú drekkur tríggjar ella
fýra øl, áðrenn tú setir teg
við róðrið.
Úrslitini av kanningin
vísa nevniliga, at tað er
eins hættisligt at tosa í
telefon undir koyringini,
sum at koyra við einari pro
millu upp á 0,8. Tað er
líka mikið, um tú hevur
fartelefonina í hondini ella
nýtir høvuðlurt.
Kanningar hava eisini
fyrr víst, at tað er telefon
prátið í sær sjálvum, sum
er órógvandi og ikki tele
fonin.
– Eins og við at koyra
rúsaður, setir tú bæði teg
sjálvan og onnur í lívsvanda
við at tosa í telefon meðan
tú koyrir, sigur maðurin
aftanfyri
kanningina,
David Strayer professari í
sálarfrøði.
Við í kanningini vóru
40 sjálvbodnir bilkoyrarar,
sum vórðu royndir í einum
framkomnum simulatori.
Teir vóru í bilinum fýra
ferðir hvør undir ymiskum
umstøðum: Tá teir høvdu
drukkið, tá teir vóru edrúir
og tá teir koyrdu við ávika
vist handfríari og ikki hand
fríari fartelefon.
Bæði teir, ið høvdu drukk
ið og teir, sum tosaðu í
telefon, høvdu longri um
at bremsa og koyrdu ótrygg
ari.
Kanningin varð almanna
kunngjørd í seinastu útgáv
uni av vísindaliga ritinum
The Journal of the Human
Factors and Ergonomics
Society.
Líka mikið, um tú hevur fartelefonina í hondini ella nýtir høvuðlurt, so er tað eins hættisligt at tosa í telefon undir koyringini, sum
at koyra við einari promillu upp á 0,8. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd á Utah University í USA
Mynd: Álvur Haraldsen
Telefonprát eins hættisligt og rúsevni
tíðindi