Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2006 19 SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 BILAR “Kuba er ein sermerkt uppliving, og ferðslan er søga fyri seg” Terji og Jóhan David um Kuba-ferðina Tað eru ikki einans motorsúkklurnar, sum verða seldar sum heitt breyð í hesum døgum, sølan av kampingvognum hevur sanniliga eisini tikið dik á seg. Adria Classica 743 UP er størsti kampingvognur, sum er fluttur inn í landið Kamping Fyritøkan Stubbin í Vest­ manna hevur fingið tann størsta kampingvognin, sum nakrantíð er fluttur inn í landið. Talan er ein Adria Classica 743 UP, sum kann kallast eitt summarhús á hjólum. Vognurin er nógv størri enn ein vanligur kamp­ ingvognur, sum er 2,30 m breiður og umleið 5 m langur. Hesin er 2,50 m breiður og 7,43 langur. Vognurin vigar 1.600 kg og totalvektin er 2 tons. Prísurin á vogninum er kr. 180.980,- At koma inn í vognin er sum at koma inn í eini sethús, har er sentralhiti og hiti í gólvinum, annars er t.d. komfýrur, bakarovnur, køliskáp, frystiboks, sjón­ varp við DVD og radio við fløguspælara. Har er eisini sovikamar við dupult­song, tilsamans eru 5-6 seingjapláss. Samlaða gólvvíddin er 18 fermetrar. Kári Hansen frá Stubb­ anum sigur, at ein slíkur kampingvognur er væl egnaður sum summarhús. Møguleiki er at ferðast kring landið og uttanlands. Í Føroyum ber væl til at hava vogin við sær, har ein sjálvur ynskir tað. Adria Classica 743 UP: Størsti kampingvognur í landinum Fyritøkan Stubbin varð sett á stovn í Kvívík fyri einum góðum ári síðan. Nú er Stubbin fluttur til Vestmanna í høllina hjá Vestmanna Timburhandli. Stubbin hevur eitt stórt úrval av bátum, húsvognum, teltvognum, viðfestisvognum, leysamotorum, navigatiónsútgerð og mongum øðrum. Umframt Adria kampingvognar umboðar fyritøkan eisini kampingvognar av merkinum Hobby. Opið er frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 - 17.30 og leygardag frá kl. 10 - 14, telefonnummarið er 471800. FAKTA Adria Classica 743 UP er nógv størri enn ein vanligur kampingvognur Innan er vognurin sum eini sethús við t.d. sentralhita og hita í gólvinum Sovikamar við dupultsong, tilsamans eru 5-6 seingjapláss.