Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 127 - 5. juli 2006 Í februar í ár skipaðu Harley Davidson í Danmark fyri einum motorsúkklutúri til Kuba. Við í ferðalagnum upp á 29 fólk vóru tveir føroyingar, Terji Juul úr Havn, og Jóhan David Joensen úr Klaksvík, sum báðir fingu ein uppliving fyri lívið MC Ongantíð fyrr hava tað verið so nógvar motorsúkklur í Føroyum sum nú, og tað sær út til, at áhugin er vaksandi millum bæði kvinnur og menn. Tey flestu sum eiga motor­súkklur eru við í onkrum felagsskapi, har skipað verður fyri ymiskum túrum, bæði her heima og uttanlands. Ferðaløg hava verið í Íslandi, Hetlandi, Danmark og aðrastaðni í Evropa. Saman við 27 donskum Harley Davidson-koyrarum vóru tveir føroyingar í februar mánað á Kuba, har teir fingu eina uppliving fyri lívið. Talan var um Terja Juul úr Havn, og Jóhan David Joensen úr Klaksvík, sum báðir eiga Harley David­son motorsúkklur. Ferða­lagið fór úr Danmark 12. februar og vóru aftur 27. februar. Motorsúkklurnar vóru pakk­aðar í bingjur í Dan­ mark og sendar við skipi til Kuba. Jóhan David hevði sína Harley Davidson við úr Føroyum, meðan Terji leigaði sær eina Harley á Kuba. Ferðin var væl tilrættar­ løgd frammanundan, t.d. tók tað 8 mánaðir at fáa innflutningsloyvi til motor­ súkklurnar. Kuba er ein sermerkt uppliving, og ferðslan er søga fyri seg. Einans ein motorvegur er, sum gongur tvørtur um alla oynna. Har gongur alt møguligt fyri seg hvørt um annað, flutningur av leysgangandi kríatúrum, fólk, sum selja ymiskt, halda til á mitt á veg­num og súkklur í yvir­ hálingsbreytini, saman við dálkandi lastbilum og turistbussum, sum alla tíðina skifta vegbreyt fyri at náa skjótast møguligt fram. Ikki minst gomlu ameri­konsku bilarnir frá 50-unum settu sín serliga dám á ferðsluna. Tað ber ikki til at koyra við ov nógvari ferð á hesum vegum, bæði orsakað av sjálvari ferðsluni og vegun­ um sum ikki eru serliga góðir allastaðni. Av tí at kubanar eru so umhugsnir og taka fyrilit í ferðsluni, gekk ferðslan eftir umstøðunum væl, og vit høvdu ongar trupulleikar av hesum, siga Terji og Jóhan David, sum siga at kubanar vóru sera avslappaðir, vinarligir og lættir at koma í samband við. Allastaðni har vit komu savnaðust fólk rundan um okkum, tí tey høvdu ikki sæð so nógvar og ymiskar nýggjar motorsúkklur á oynni áður. Harley motorsúkklutúrur: Kuba – ein uppliving fyri lívið Terji Juul úr Havn Jóhan David Joensen úr Klaksvík Framman fyri Che Guevara monumentinum á veg til Havana Gomlu amerikansku hýruvognarnir frá 50- unum settu sín serliga dám á ferðsluna. Her eru tveir Chevrolet Onkuntíð var neyðugt við smærri umvælingum Motorsúkklurar bunkra á eini servicestøð Motorsúkklurnar verða pakkaðar út Gamal Chevrolet frá 50-unum Koyring á motorsúkklum á Kuba bilar