Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 128 - 6. juli 2006 Á ellisheiminum á Tjarnargarði í Havn taka tey eldru sær ikki bara av løttum. Tey hava hvør sína uppgávu at røkja, tá morgunmaturin er farin niðurum. Á ellisheiminum hava tey nevniliga eina rúgvu av djórum búgvandi, sum tey hvønn dag skulu føða, røkja og hava umsorgan fyri Heilsa Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Á ellisheiminum á Tjarna- garði búgva – umframt tey eldru – kaninir, fiskar, fuglar, skjaldbøkur og ein chiwawa hundur. Hvønn dag fara tey eldru dúgliga upp til dagsins góða gerning og taka sær av djórunum: - Búfólkini á ellisheiminum ganga høgt upp í djóralívið og eru sera góð við djórini. Hvønn dag ganga tey runt og hyggja og práta við tey. Somuleiðis geva tey teimum at eta og reinsa búrini, sigur Poula Debes, heilsurøktari á Tjarnargarði. Á Tjarnargarði koyra starvsfólkini eftir einari skipan, ið kallast Iden- alternativ. Skipanin leggur dent á at sameina djór, plantur og menniskjur, men somuleiðis eisini at gera ellisheimið so heimligt, sum til ber: - Vit hava lagt nógva orku í at skapa røttu umstøðurnar á heiminum við eitt nú einum góðum urtagarði við eplum, blómum og djórum, sigur Ann Mari Jensen, starvsfólk á Tjarnargarði. Hon leggur afturat, at á dagdeildini eru eitt nú fleiri dement fólk, ið hava mist málið, og at práta við djórini er ein sera góður máti hjá teimum at samskifta: - Tey eldru fáa umsorgan frá okkum, men vit mugu ikki gloyma, at tað somuleiðis er umráðandi hjá teimum at geva øðrum umsorgan. Og at ansa eftir djórum er ein góður háttur til hetta, sigur hon. Djórini á Tjarnargarði vekja ikki einans áhuga hjá teimum eldru, men somuleiðis hjá børnum. Og í heilum eru barnagarðar og vøggustovur á vitjan á ellisheiminum: - Tað frøir sjálvandi tey eldru, at tað dagliga er lív í húsinum, sigur Ann Mari Jensen at enda. Ríkt eldralív við djórum Síðan ellisheimið á Tjarnargarði lat upp í oktober 2004, hava djórini búð á heiminum. Gurli prátar við skjald- bøkurnar Gurli býr á ellis- heiminum, og ansar hon eftir kanariufuglunum og skjaldbøkunum – Hans og Gretu: - Eg elski djór. Hvø- nn morgun, tá eg gevi kanariufuglunum súrepli og korn at eta, láta teir so vakurt fyri mær. Og allan dagin práti eg við skjaldbøkurnar og gevi teimum rækjur. Tær kenna meg á málinum og koma rennandi, tá eg eri í nánd. Og so práta tær eisini við meg. Tað er avgjørt her, eg fái dagin at ganga, sigur Gurli fegin. - horsdal 78 ára gamli Sakaris gevur kaninunum at eta hvønn dag og vaskar garðin hjá teimum eina ferð um vikuna: - Kaninirnar eita Adam og Eva. Mær dámar sera væl at geva teimum at eta, segði Sakaris, meðan hann gav spentu og fegnu kaninunum salatbløð at eta. Anna orkar ikki so væl upp um morgnarnar, men so kemur chiwawa hundurin, Viktor, og leggur seg hjá henni: - Tá fari eg næstan upp alt fyri eitt. Viktor og eg eru serliga væl. Hann fer eisini ofta sjálvur niður í gongustativið at hvíla seg, sigur Anna. tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 „Eg elski djór. Hvønn morgun, tá eg gevi kanariufuglunum súrepli og korn at eta, láta teir so vakurt fyri mær. Og allan dagin práti eg við skjaldbøkurnar og gevi teimum rækjur. -Gurli ”