hósdagur 6. juli 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
3
tíðindi
Fimm ferðandi eru
í løtuni í Føroyum
og ferðast við Teiti
Lassen og einum
sjónvarpsliði hjá DR2.
Ferðaliðið koyrir í
einum lítlum bláum
bussi kring landið, og
Teitur ger sjálvur av,
hvagar leiðin gongur.
Tónleikur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Danska
sjónvarpsstøðin
DR2 hevur í løtuni eina
øðrvísi
ferðasending
á
skránni, ið kallast DR2
Tours. Í hvørjari sending
hava fimm ferðandi fin-gið
møguleikan at fara á eina
ferð í fimm dagar saman
við einum kendum dana
sum ferðaleiðara. Føroyski
Teitur er ein av ferða-
leiðarunum, og er bussurin
í hesum døgum saman við
Teiti og øðrum í Føroyum
á vitjan.
Tá
ferðafólkini
keyptu
ferðina, vistu tey ikki,
hvagar leiðin gekk. Tí á
ferðini avger ferðaleiðarin,
Teitur, hvat tey skulu
uppliva.
Bussurin
kom
til Føroya týsdagin, í dag
er ferðaliðið farið ein
túr við Norðlýsinum, í
kvøld setur Teitur kósina
móti Sandoynni, síðan til
Klaksvíkar og at enda til
Havnar.
Teitur er tann síðsti av
ferðaleiðarunum. Umframt
Teit hava eitt nú Souvenirs,
Jens Folmer Jepsen, Farshad
Kholghi og Nikolaj Kirk
higartil verið ferðaleiðarar.
Ferðirnar eru at síggja
leygardag á DR2.
Teitur í Føroyum við
donskum sjónvarpsliði
Í hesum bussinum er Teitur á ferð í Føroyum við fimm dønum og einum sjónvarpsliði. Áðrenn
ferðafólkini keyptu ferðina, vistu tey ikki, hvagar leiðin gekk. Ferðin kostaði 3.995 krónur fyri
hvønn.