Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 128 - 6. juli 2006 lýsingar Søkt verður eftir frítíðaravloysara at byrja 17. juli og 10 vikur fram. Arbeiðið fevnir um postkoyring millum Vág og Tvøroyri, og tú fært ábyrgd av postútberingini Lopra-Akrar. Tað er eingin treyt, at tú hevur stóra koyrikortið. Løn sambært sáttmála millum Føroya Postfelag og Fíggjarmálaráðið. Ert tú áhugað/ur, kanst tú venda tær til niðanfyristandandi: Posthúsið í Vági · 900 Vágur · att. Marianna Eystberg · Tlf. 37 30 11 · marianna.eystberg@postur.fo Posturin í Vági... Pf. Postverk Føroya Verkfrøðingur Kundi tú hugsa tær - í einum áhugaverdum og fjølbroyttum starvi – sambært galdandi krøvum og reglugerðum - at verið við til m.a.: við rætta hitanum og røttu ventilatiónini at tryggja eitt gott inniumhvørvi í skúlum, skrivstovum, handilsmiðstøðum, verkstøðum, ítróttahallum, svimjihallum og røktarheimum. í vatnveitingarætlanum at tryggja kravdu góðskuna á drekkivatni við vatntøkum, goymslum, reinsiverkum, UV- útgerð; í svimjihyljum og uppvenjingarhyljum við røttu útgerðini at tryggja bakteriologiskt og evnafrøðiliga reint vatn. at bøta um náttúruumhvørvið við nýgerð av kloakkum og reinsiverkum, skipaðum tyrvingarplássum v.m. so ert tú kanska rætti persónurin, vit sóknast eftir. Førleikakrøv: Maskin- ella bygningsverkfrøðingur ella líknandi útbúgving. Hollan kunnleika til og royndir í nýtslu av vanligu Microsoft forritunum og AutoCAD. Helst eisini Architectural Desktop/ Building Systems. Kring/ur í føroyskum, donskum og enskum máli. Hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Royndir á fleiri av nevndu økjum er ein fyrimunur. Send eina umsókn saman við viðkomandi skjølum innan 14. juli 2006. NærriupplýsingarfáastviðatvendasærtilMartinErikLeo(211488). Martin E. Leo Sp/f Ráðgevandi verkfrøðingar og Lloyd's Surveyor tlf. 311488 fax 315488 martin@mel. Tórsgøta 24 100 Tórshavn