Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2006 5 tíðindi Apoteksverkið skal virka sum ein sjálvstøðugur landsstovnur, leysur at fíggjarlógina, men undir eftirlitið av landsstýrismanninum. Og hóast tað ikki verður mett ráðiligt, at einskilja alt Apoteksverkið, so er kortini skilagott at einskilja partar av tí, vóru nøkur sjónarmið, sum arbeiðsbólkurin vísti á í áliti teirra APOTEKSVERKIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo myndir: Jens K. Vang Í morgun klokkan níggju varð kallað inn til tíð­ indafund á Almanna- og heilsmálaráðnum, har álit­ ið um Apoteksverkið í framtíðini skuldi handast. Tað var Turid Arge, deildar­ stjóri á Almanna- og heilsu­málaráðnum, sum setti fundin og bjóðaði væl­komnum, áðrenn Heri Mørkøre tók yvir og byrjaði fram­løguna av álitinum um framtíðar Apoteksverkið. Arbeiðsbólkurin varð settur at arbeiða við álitin­ um áðrenn visjónsar­beiðið byrjaði, men er síðani vorð­in partur av Visjón 2015 ætlanunum hjá lands­ stýrinum. Sjálvstøðugur landsstovnur Í framløguni greiddi Heri Mørkøre neyvt frá til­ mælinum hjá bólkinum. - Apoteksverkið skal verða skipað sum eitt sjálvstøðugt fyrisitingarsubjekt, ella við øðrum orðum ein lands­ stovnur uttan fyri fíggjar­ lógina, vísti Heri Mørkøre á. Hetta ber við sær, at lógarásetingar skulu gerast fyri Apoteksverkið, við neyv­­um heimildum og ábyrgd­­um fyri stovnin. Tað kann annaðhvørt verða gjørt við broytingum í ver­ andi løgtingslóg, ella við nýggjari serlóg. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, er samdur í, at hetta eigur at verða gjørt, og legði hann aftrat, at jú fyrr jú betri. Her varð eisini víst á, at arbeiðsbólkurin ikki helt tað vera skilagott at einskilja Apoteksverkið, og hildu tey tað vera eina ov víðgongda broyting. - Hinvegin halda vit tað vera skilagott, at møguliga einskilja part­ar av framleiðslu virksem­ inum, sum hava møguleika at standa seg á privata marknaðinum, segði Heri Mørkøre, og sipaði til framleiðsluna av heilivági til djór og so eisini tablett­ framleiðsluna. Við í arbeiðsbólkinum var íslendingurin Einar Magnússon. Hann er skriv­ stovustjóri í íslendska Heilsu- og trygdarráðnum, og er serfrøðingur innan apoteksøkið og verður brúktur sum ráðgevi kring knøttin. Einar Magnússon var ikki við á fundinum í dag, men hevur hann ávarað ímóti at einskilja ov nógv innan apoteksverkið, tí íslendingar hava brent seg av hesum. Hann var annars rættiliga hugtikin av føroysku skipanini, sum hann helt vera áhugaverda og spennandi. Heilivágsætlan Arbeiðsbólkurin heldur eis­ini, at tað er týdningar­ mikið at varðveita kjarnuna í verandi apoteksskipan, sum eru festir í tríggjar grundarsteinar, har góðska og trygd á heilivági og tænastum skal tryggjast. Somuleiðis eiga vit at tryggja atgeingi til neyðugan heilivág, og at tryggja skila­ góða og skynsama nýstlu av heilivági. Hesir tríggir hornasteinar, eru eisini grundarlagið und­ ir Heilivágsætlanini, sum arbeiðsbólkurin vil hava innførda. - Tað er eitt krav frá WHO, at øll lond skulu hava eina heilivágsætlan, segði Heri Mørkøre, og vísti hann skemtandi á, at lagnurnar speiðsemi vildi vera við, at 2015 er sett sum síðsta mark fyri, nær øll skulu hava hesa ætlan. Heri Mørkøre endaði fram­løguna við at vísa á nakrar viðmerkingar, bólk­ urin hevði annars, men sum ikki vóru partar av arbeiðssetninginum. Har segði arbeiðsbólkurin, at tey mæltu til, at tað sum skjótast verður farið undir endurskoða prís­ ásetingina av heilivági og til­skotsskipanina av heili­ vági, tí tað hevur stóran týdning, tá tosað verður um heilivágsnýstlu. Og sam­bært bólkinum er skeiv heilivágsnýstla ein trupul­ leiki, bæði hjá brúkaranum og ikki minst fíggjarliga. – Um vit samanbera við norsk viðurskifti, so einar 50 milliónir árliga til skeivmedisinering, so har er avgjørt nakað, sum má takast upp, segði bólkurin í kjakinum, sum var aftaná framløguna. Arbeiðs­bólkurin: Heri Mørkøre, landsapotekari (formaður í arbeiðsbólkinum) Turid Arge, deildarstjóri á Almanna- og heilsumálaráðnum Einar Magnússon, skrivari í íslendska Heilsu- og trygdar­málaráðnum Birgit Vitalis Ottosen, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum Álit um framtíðar Apoteksverkið: Einskilji partar av framleiðsvirkseminum – Og so vil eg biðja sitandi løgmann, um at taka ímóti álitunum, bólkurin hevur gjørt, segði Heri Mørkøre skemtandi, tá hann handaði Hans Paula Strøm álitið um Apoteksverkið í framtíðini. – Nú eru tað seks ár síð­ ani, at Apoteksverkið varð koyrt í eina politiska og bureaukratiska spenni­ troyggju, og hevur tað okkara ynski, at Apoteksverkið verður meiri dynamiskt. Men skipanin hevur forða fyri hesum, og har er tað serliga fíggjarligi parturin, sum hevur verið ein trupul­ leiki, segði Hans Pauli Strøm. Arbeiðsbólkurin eftir­lýsti eisini í framløgu síni, at fíggjarlóggávan fyri Apoteksverkið og fíggjar­ liga skipanin av verkinum eru samsvarandi, tí í dag standa tær beinleiðis í and­ søgn til hvørja aðra. -rwd - Einskilji teir partar av framleiðslu virkseminum, sum hava møguleika at standa seg á privata marknaðinum, segði Heri Mørkøre millum annað í framløguni 6 ár í spennitroyggju