hósdagur 6. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 128 - 6. juli 2006
tíðindi
At vísa sína ónøgd
við, at tað er so
torført at sameina
arbeiðslív og
hjúnalag í einum
mansdomineraðum
samfelag, føða
japanskar kvinnur alt
færri børn
javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í Japan verður sagt, at dag
sins menn vilja giftast við
gjárdaganna kvinnum. Og
dagsins kvinnur vilja hava
morgindagsins menn.
Heimsins fyrsta ídnaðar
land, Japan, hevur fingið
ein álvarsligan trupulleika
at dragast við: Meðan
fólkatalið alsamt minkar,
broytist aldursbýtið eisini,
so alt fleiri fólk eldast.
Síðan 2004 er fólkatalið í
Japan minkað, og ørkymlar
hetta japanskar politikarar.
Sambært framrokningum
verða teir 127 mió. íbúgv
arnir bert 100 mió. í 2050.
– Og vit vænta, at íbúgva
talið fer at minka enn
meira, til 88 mió. í 2050,
sigur Shigeyoshi Yoshida úr
granskingarráðnum Janca.
Onga pensjón
Niðurgongdin í burðar
talinum í kann metast at vera
eitt tekin, nú burðartalið
er 1,27 barn fyri hvørja
kvinnu, ímóti 4,32 beint
eftir seinna heimskríggj.
Helvtin
av
japansku
kvinnunum eru í dag ógiftar,
tá tær fylla 30. Gongdin
ørkymlar granskarar, sum
vita, at 97% av øllum
børnum í Japan verða fødd
í hjúnaløgum. Í einum
samfelag,
har
maðurin
framvegis roknar við at
verða borin á lógvum, og
at kvinnan gongur heima,
hava støðugt færri kvinnur
hug at gifta seg.
Summir japanskir menn
halda seg ikki aftur við at
finnast at støkum kvinnum,
ið aftra seg við at átaka
sær siðbundna leiklutin í
heiminum. Fyrrverandi for
sætismálaráðharrin Yoshiro
Mori segði í eini røðu, at
kvinnur, sum ikki føða børn
hava heldur ikki uppiborið
pensjón.
”Tað er løgið, at vit skulu
brúka skattapening til at taka
okkum av kvinnum, sum
ikki hava føtt eitt einasta
barn, og sum verða eldri og
bara liva í sjálvdrátti”, segði
forsætismálaráðharrin. Og
hóast hann ikki er einsa
mallur um hesa áskoðanina,
so hevur hann verið fyri
nógvum atfinningum, síðani
hann úttalaði seg soleiðis.
Krevur kollvelting
Flestu kvinnurnar siga seg
úr starvi, tá tær verða við
barn, og tær fara ikki út
á arbeiðsmarknaðin aftur,
fyrr enn eini 10-15 ár
eftir, og tá til lægri lønt
parttíðarstørv. So tað hevði
kravt eina minni kollvelting
av samfelagnum, um tað
skuldi verið lættari at verið
mamma og verið úti á
arbeiðsmarknaðinum.
Menninir hava langar
arbeiðsdagar,
og
teir
hava lítið samband við
børn síni og lampurnar á
skrivstovunum í Tokyo lýsa
til langt út á kvøldarnar.
Trupulleikin verður ofta
lýstur soleiðis: ”Dagsins
menn vilja giftast við
gjárdaganna kvinnum. Og
dagsins kvinnur vilja hava
morgindagsins menn.”
Kelda: www.javnratt.fo/Dagens
Nyheter
Fríggjakvøldið letur
Havnar kirkja dyrnar
upp fyri fólki, sum
hava tørv á at sita í
friði eina løtu.
Kirkju og andslív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kvirra. Tankar. Bøn. Og
annars bara at vera.
Hetta er endamálið við
nýggja tiltakinum í Havnar
Kirkju, har fólk kunnu seta
seg inn í kirkjuna eina løtu,
í friði og náðum.
– Hetta skal ikki síggjast
sum ein mótsetningur til øll
hini andligu tilboðini, sum
eru í býnum, men heldur
sum eitt øðrvísi tilboð
til fólk, sum kanska júst
nú hava tørv á at kobla
úr og bara at vera seg
sjálvi – kanska saman við
onkrum hinumegin, sum
gevur ugga ella meining,
sigur Helgi í Brekkunum,
krikjuráðslimur, sum er
stigtakari til tiltakið.
Íblástur uttanlands
Helgi greiður frá, at hann
millum annað hevur fingið
íblástur til tiltakið, tá hann
hevur ferðast í øðrum
londum. Har er tað sera
vanlig, at størru kirkjurnar
í stórbýnum eru opnar,
soleiðis at fólk kunnu koma
inn av gøtuni. So, í einum
gerandisdegi, merktur av
skundi, verðsligheit og
kroppsdyrkan, er tørvurin á
friði, náðum og hugsavnan
um tað andliga avgjørt til
staðar hjá nógvum fólkum.
Ikki minst í Havn, har
býurin í alt størri mun er
átøkur einum stórbýi, við
øllum resinum sum hartil
hoyrir.
– Tað er blivið soleiðis,
at tað stendur altíð ein
persónur ímillum teg sum
kirkjugangara og so tank
arnar, bønina ella sambandi
við teg sjálvan ella okkurt
annað. Eg haldi, at fólk hava
gott av bara at sita og sita,
og sjálvi gera av, hvagar
tey rætta tankarnar, um
tey rætta teir nakrastaðni,
greiðir Helgi í Brekkunum
frá. Og hann vísir á, at
í nútíðarsamfelagnum eru
tað nógv leitandi fólk, sum
søkja eftir onkrum, og
kanska leita tey serliga eftir
sær sjálvum.
– Um fólk kunnu finna
frið í sær sjálvum, so er eitt
av endamálunum rokkið.
Vit verða alla tíðina áløgd
ymiskt frá øðrum, hvussu
vit skulu ganga ílatin, hvat
vit skulu læra, at vit skulu
skikka okkum væl, ikki at
drekka ov nógv og ikki at
gera okkum fyri skommum.
Hetta ger, at nógv fólk missa
seg sjálvi og síni egnu virði
burtur, tí tey vita ikki, hvat
tey sjálvi ganga inn fyri,
sigur Helgi í Brekkunum,
sum eisini bjóðar seg fram
til eitt lítið prát við fólk úti
í forkirkjuni, um tey ynskja
tað.
Okkurt smávegis
á skránni
Og hann sigur seg vera
samdan við tey, sum siga,
at tá kristindómurin vil
hava vald á fólkið, so er tað
ikki kristindómur longur,
og at tað tí hevur alstóran
týdning, at vit møta fólki
har sum tey eru og taka tey
sum tey eru. Tí ongin er
fullkomin.
Í fyrstu atløgu er ætlanin,
at kirkjan skal vera opin eitt
fríggjakvøld um mánaðin
kl. 21-22:30, men um tað,
sum frá líðir vísir seg,
at tørvur er á at hava tað
oftari, so ber tað kanska
eisini til, sigur Helgi, sum
vónar, at onnur við honum
og kirkjuráðnum hava hug
at skipa fyri aftankvirruni.
Ætlanin er ikki, at løtan
skal fyllast við tilboðum
og tiltøkum, men okkurt
smávegis verður tó á
skránni. Hesaferð verður
orgulspæl
við
Oddvør
Johansen, ið er organistur
í Havnar kirkju, klokkan
22 og klokkan 22.30 verður
andakt.
Japanskar kvinnur velja arbeiðið fram um børn
Trekk teg
tilbakar í
aftankvirru
Aftankvirran verður í Havnar kirkju fríggjakvøldið 7. juli kl. 21.00-23.30.