Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2006 7 tíðindi Tað tykist sum kappingin harðnar í náttarlívinum í Havn. Vit hava áður sæð, at náttklubbar gera sáttmálar við tónleikabólkar. Showmenn er óivað ein tann best umtókti dansibólkunum í Føroyum, og nú hava teir skrivað undir sáttmála við dansistaðið Cippo TÓNLEIKAVINNAN Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Showmenn hava verið bund­ nir av sáttmála við dansi­ staðið Rex. Hesin sáttmálin innibar, at Showmenn ikki skuldi spæla aðrastaðni í høvuðsstaðarøkinum í sátt­ málaskeiðinum. Hesin sátt­ málin er nú gingin út, og nú hava Showmenn bundið seg í annan sáttmála. Michael Jensen er um­boðs­ maður hjá bólkinum, og hann sigur seg vera væl nøgdan við sáttmálan. “Tað er ein ávísur tryggleiki í hesum. Nú bólkurin er bundin at einum sáttmála, vita vit at bólkurin minst spælir einaferð um mánaðin í Cippo. Hetta gevur okkum arbeiðsfrið”, sigur Michael Jensen. Rúni Djurhuus, leiðari á Cippo, er eisini væl nøgdur við hesa gongd. “Vit vita at kappingin er hørð. Nátt­ arlívið í Havn er voksið sera nógv tey seinastu árini, og eftirspurningurin eftir teimum góðu bólkunum er sostatt eisini voksin. Tí eru vit í Cippo glað fyri at hava tryggjað okkum undirskriftina hjá tí besta føroyska bólkinum”. Tónleikabólkurin er ikki ein fyritøka Hesin sáttmálin varðar í eitt ár, og eisini er møguleiki at leingja sáttmálan. “Nú liggur alt í eini fastari legu. Vit eru ikki noyddir at tinga okkum til eina samsýning hvørja viku. Cippo veit hvar tey hava Showmenn, og umvent. Eg haldi eisini, at hetta er framtíðin fyri teir bólkar sum eru nógv úti um seg. Nú verður alt gjørt meiri professionelt. Ein tónleikabólkur er ikki ein fyritøka, men tað er ongin loyna, at tað eru peng­ar uppá spæl hjá tón­ leikabólkum í dag”, sigur Michael Jensen. At Showmenn hava fingið sær ein umboðsmann, vitn­ ar eisini um at teir reka bólkin meiri professionelt. Kim, James, Jens Marni og Jóhannus skulu nú einans hugsa um tónleikin, og er hetta ein risa fyrimunur hjá einum tónleikabólki. “Ein umboðsmaður tekur sær av øllum tí praktiska”, sigur Michael Jensen. “So kunnu tónleikararnir hugsa um tað, sum teir duga best – at spæla tónleik”. Jens Marni Hansen, gittarleikari og sangari í Showmenn, leggur afturat, “fyri okkum hevur tað altíð snúð seg um at hava tað stuttligt. Líka sum við einum fótbóltsleikara – hann spælir fyrst og fremst fótbólt, tí at hann stuttleikar sær. At pengar o.a. kemur omaná er bara gott. Men fyri okkum í bólkinum, snýr tað seg fyrst og fremst um at spæla góðan tónleik”, vísir Jens Marni á. Ein góð menning Jens Marni Hansen er sum vera man eisini glaður fyri, at alt er komi í eina fasta legu. “Nú vita vit framm­anundan nær og hvar vit spæla. Hetta gevur okkum eisini møguleika at tilrættisleggja meiri rundanum. Vit hava hugsa um at fara á venjingarlegu, og longu nú vita vit, nær ið hetta liggur fyri. Hetta er ein av teimum mongu fyrimununum, við at hava ein sáttmála at halda seg til”, sigur Jens Marni. “Hetta er avgjørt ein góð menning fyri okkum, sum royna at liva av tónleikinum. Vit síggja nú, at dansistøðini vilja gera meiri fyri okkum. Vit síggja, at tað verður gjørt meiri burturúr fyri at fáa fatur á tí vøruni, sum vit selja”. Sáttmálin er eisini gald­ andi fyri ølstovuna Man­ hattan. Tó er tann síðan av sáttmálanum meiri fleksi­bul. “Um onkrir limir í Showmenn hava frí eitt vikuskifti, kunnu teir koma oman í Manhattan at spæla”, sigur Rúni. “Avtalan millum Showmenn og Cippo er ein realistisk avtala, sum tryggjar at báðir partar fáa sum mest burturúr”. Rúni Djurhuus sigur eisini við Sosialin, at í Cippo fara tey nú at satsa meiri uppá kvalitet. “Vit hava júst gjørt eina stóra íløgu í eitt nýtt anlegg. Hetta hava vit gjørt fyri at karmarnir skulu verða í lagið, tá ið ein bólkur spælir hjá okkum. Vit mugu hava kvalitet fyri at fáa kvalitet”, sigur Rúni við einum smíli. Showmenn fara fyri fyrstu ferð á pall komandi fríggjakvøld í Cippo. Showmenn hava skrivað undir sáttmála við Cippo