hósdagur 6. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 128 - 6. juli 2006
tíðindi
Áður tosaðu menn
undir neystavegg
inum um bátar,
fiskireiðskap og
veiði. Á bátaferð í
Noregi, nú bátarnir
meira minna um
smáar og hugnaligar
hotelíbúðir enn
fiskifør, tosa menn og
kvinnur um gardinur,
betrekk og annað,
sum hoyrir til hugnan
umborð
Bátaferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@@sosialurin.fo
Tað er vorðið ein størri og
týðandi partur av frítíðini
hjá fleiri føroyskum familj
um at halda frí í báti, bæði
her heima í Føroyum og á
ferðum uttanlands.
Fólk í bátum savnast á
stevnum kring um landið
um sumrarnar, og serliga eru
tað bátastevnurnar, ið draga
nógvar bátar við familjum
til sín. Tær mest savnandi
stevnurnar í so máta er árliga
bátastevnan í Vestmanna
og regattasiglingin, sum
plagar at verða hildin sama
vikuskifti, sum nólsoyingar
skipa fyri ovastevnu.
Regattasiglingin byrjar á
Eiði við hópin av bátum og
endar á ovastevnu í Nólsoy.
Roynist veðrið, plagar
Nólsoyarvík at verða fylt
upp við bátum, sum eru
við í regattasigling og øðr
um bátum, sum leita sær
út um fjørðin úr Havn,
Argjum, Skálafjørðinum og
aðrastaðni.
Ljómandi hugni
Men tað eru ikki bara stevn
urnar kring landið, sum
savna fólk, ið eru vorðin
bitin av at ferðast millum
firðir og sund í egnum báti
í frítíðini um sumrarnar.
Tað eru eisini familjur,
sum hava keypt sær bát, ið
ferðast einsamallar bygd úr
bygd – ella ferðast saman
við øðrum, leysar av øllum
stevnum.
Møguleikarnir eru nógvir,
og tað er bert hugflogið,
sum setir avmarkingarnar.
Á kabússini eru góðir
møguleikar at tilreiða døg
urðan, men er góðveður,
er vanligt at grilla búffar,
pylsur og annað á dekkinum
ella uppi á klettinum.
Eru fleiri bátar við í
ferðini, er vanligt at syngja,
meðan onkur spælir á har
moniku ella guitara.
Soleiðis kann hugni, sang
ur og tónleikur ljóma út í
kvøldar-ella náttarkvirruna.
Ferðir um hav
Tað eru eisini tey, ið hava
fingið sær bát sum savnandi
miðdepil í familjuni um
sumrarnar, sum leita sær út
um landoddarnar.
Í nøkur ár hevur við
jøvnum millumbilum verið
skipað fyri felagstúrum við
Norrønu til Noregs, har
Smyril Line syrgir fyri, at
bátarnir verða fluttir trygt
um hav. Siglt verður síðan
innanskers í Noregi í tvær,
tríggjar ella fýra vikur, og
síðan verða bátarnir koyrdir
umborð á Norrønu, sum
førir teir heimaftur.
Norska náttúran er stórbar
og fleiri, sum hava verið
við á slíkum ferðum, siga,
at hetta er besta summarfrí,
tey hava havt.
Men hetta er so eisini
ein øðrvísi summarfrí, har
tú noyðist at klára teg við
teimum fasilitetum, sum
eru í bátinum og uppi á
klettinum.
Fleiri familjur, sum vóru
við tær fyrstu ferðirnar,
hava verið við aftur og aftur
– og sum árini eru liðin, eru
fleiri og fleiri vorðin bitin
av at sigla og hugna sær
saman við øðrum.
Í fjør summar vitjaði eis
ini eitt stórt føroyskt báta
fylgi í Hetlandi. Bátarnir
fylgdust í bólkum á ferðini
millum londini. Teir flestu
lógu í Lerwick, meðan
oyggjarleikir
vóru
og
stevndu síðan heimaftur,
tá ið líkindi vóru. Onkur
steðgaði longri, legði leið
ina upp til Orknoyggjar og
vitjaði enntá heilt uppi í tí
stóra Lockness-vatninum í
Skotlandi.
Aftur til Noregs
Við Norrønu úr Føroyum
seinasta mánadag vóru
tilsamans 24 bátar við
familjum, sum enn einaferð
eru farnar yvir til Noregs
at sigla og hugna sær mill
um bygdirnar í norska
skergarðinum.
Tann eini av monnunum
hevði júst keypt sær bát
og skuldi eftir bátinum í
Noregi, áðrenn hann fór
upp í fylgið.
Sosialurin var við Norrønu
á ferðini úr Føroyum til
Noregs.
Vit
eygleiddu
bátsfólkið á ferðini yvir,
og vit eygleiddu tey, meðan
bíðað varð á bryggjuni í
Bergen eftir, at bátarnir
komu í land av Norrønu og
skuldu sjósetast til ferðina.
Veðrið í Bergen hendan
dagin var so avbera gott við
brennandi sól og nógvum
hita.
Hýrurin var góður, og
fólk – bæði ung, tilkomin
og eldri – sóu fram til eina
hugnaliga summarfrí fram
við norsku strendrunum.
Umborð á Norrønu hittu
vit bátsfólk, sum greiddu
frá, hvat tey gera á eini
slíkari ferð.
Í einum øðrum blaði fara
vit at tosa við onkran av
hesum.
Áður tosaðu menn undir
neystaveggjum um bátar,
fiskireiðskap og veiði, men
á slíkum ferðum sum hesari,
tosa menn og kvinnur
meira um gardinur, betrekk
og annað, sum hoyrir til
hugnan umborð.
Eingin stættamunur
Tað,
sum
sermerkir
umhvørvið millum bátafólk,
er, at eingir er yvir – og
eingin er undir, um vit so
kunnu siga. Tú møtir øllum
sløgum av fólki, og eingin
spyr, um tú ert vanligur
arbeiðsmaður, skipari, sálar
frøðingur, borgarstjóri ella
75 føroyingar á bátaferð í norska
Heðin Zachariassen er sjálvur triðji við á ferðini í Noregi, og
ætlandi kemur konan, sum fekk forfall undan fráferðini, yvir
við flogfar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í góðveðrinum verður bíðað eftir, at bátarnir verða flotaðir í Bergen
Mynd: Vilmund Jacobsen