Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 128 - 6. juli 2006 Tað gerst alt meira greitt, at virksemi menniskjans á­virk­ar veðurlagið á jørðini. Veðurlagið ávir­k­ar so aftur alt umhvørvi okkara, allar okkara kring­ um­støður og lívskor. Fáur man í dag ditta sær at avnokta globalu upphitingina. Vakstrarhúsárinið er ein beiskur veruleiki, sum allar tjóðir eru noydda­r at fyrihalda seg til. Tað ber heilt einfalt ikki longur til at látast sum einki ella at gera sum strutsurin at stinga høvdið í sandin, tá hann merkir at vandi er á ferð. Vandin hvørvur ikki fyri tí, at vit látast ikki at síggja hann. Ráðstevna, sum júst hevur verið í Føroyum um veðurlagsbroytingar, hevur enn einaferð avdúkað, at vakstrarhúsárinið ávirkar okkara lívskor. Tess heitari jørðin gerst, tess størri er ávirkanin eitt nú á teir havstreymar, sum eiga lívið í okkum føroyingum. Hesin veruleiki avdúkar, at eingin kann krógva seg burtur og eingin sleppur undan árininum. Sjálvt eitt lítið land sum Føroyar, sum liggur so frítt fyri í Norðuratlansthavi verður ávirkað av vakstrarhúsárininum. Alt hetta merkir, at vit nú mugu taka okkara ábyrgd. Hetta merkir, at vit mugu viðurkenna okkum Kyoto sáttmálan, sum áleggur teimum londum, ið hava samtykt henda sáttmála at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. At minka um hetta sera skaðiliga útlát er einasta farleið burtur úr tí vanda, sum útlátið er fyri mannaættina. Tøkn­in er nú so framkomin, at okkum nýtist ikki at óttast búskaparlig afturstig fyri tí, um vit fara undir at minka um útlátið. Kanska merkir ein minking av føroyskum útláti ikki tað stóra í altjóða høpi. Men hetta er tó okkara ábyrgd og hetta hevur tí ein stóran moralskan týding og eigur tí at verða gjørt. Avvarandi myndugleikar mugu nú taka sær um reiggj og fáa neyðugu lógarkarmarnar til vega. Annars eigur Fiskirannsóknarstovan við sínum dugnaligu fólkum tøkk fyri tað stig tey hava tikið: at fáa fleiri av heimsins fremstu granskarum á øki­num til Føroya. At hesi møta so fjølment upp man eisini vera tí, at okkara góðu høvd á hesum granskingarøkinum hava gjørt og gera eitt gott arbeiði. Vónandi kunnu vit fjølmiðlar eisini taka í egnan barm og kunna meira um hesi álvarsmáls, eitt nú eisini í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu. Sosialurin Okkara ábyrgd Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Annars eigur Fiskirannsóknarstovan við sínum dugnaligu fólk­um tøkk fyri tað stig tey hava tikið: at fáa fleiri av heims­ ins fremstu granskarum á øki­num til Føroya oddagreinin SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Gamalt er, at sjálvrós stink­ar. Kom av onkr­ ari orsøk at hugsa um hetta, tá eg las viðtalið við Reidar Nón­fjall hand­ilsskúlastjóra í Sos­i­alinum 5. juli um bygg­ingina av okk­ara nýggja snøgga ferð­a­ mann­a­skipi Smyrli Aftan á eina svadu um, hvussu væl alt var planlagt - ein fær næst­an ta fatan, at eitt ára seink­ingin av Smyrli eisini var planløgd – so kemur hetta brotið: »Áður var tað gjarna so, at tosað varð um at keypa skip. Síð­ani fóru pol­­­­itikarar – kanska við ein­um em­bæt­is­­manni – at hyggja at eitt nú ein­ um goml­um Morten Mols, sum so varð keypt til end­ a­­mál­ið.« Hettar er eitt sera nið­ur-ger­ andi úttalilsi m. a. um teir politikarar, sum ráddu fyri borg­um, tá ið »Molsurin« kom. Av tí at tveir av odd­a­ monnunum ikki eru meira okk­ara ímillum, er nokk rætt at koma við hesari við­merk­ ing. Keypið av Mortan Mols í 1975 var ein part­ur av einum stórum sam­ferðsl­ u­pol­it­iskum frambroti, ið umfataði bæði samferðslu innanð og uttanlands. Høv­ uðs­menninir aftan fyri hetta fram­brot vóru Finnbogi Ís­ak­son, sáli, Atli Dam, sáli og Jógvan Sundstein. Teir blandaðu seg ongantíð upp í nakað tekniskt, og eing­in av teimum var um­borð á skipinum, áðrenn tað var keypt. Hinvegin so gjørdi starvsfólkið á Strand­ferðsluni, høgur sum lágur, eitt megnararbeiði. Tey fingu 9 vikur og 3 mill­i­ónir at umbyggja skip­ ið fyri. Eingir dýrir kons­ ul­entar – alt uttan sjálvt skip­a­smiðjuarbeiðið var eg­­i­n­­fram­leiðsla. Seinking: 1 vika. Politikararnir vistu, hvat teir skuldu taka sær av – skaffa pengar og samtykkja ferð­aætlan. Við øðrum orð­ um at seta mál og leggja karm­ar. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Mortan Mols typan var ein skipatypa, sum var ment av Knud E. Han­sen, og blivu eini 60 – 70 skip av somu typuni bygd í 60’unum. Hesi skip síggjast enn í nógv­um út­lendsk­um ferjuhavnum. Nútíðin verður ikki vakrari av at reingja fortíðina Thomas Arabo - Politikararnir vistu, hvat teir skuldu taka sær av – skaffa pengar og samtykkja ferð­aætlan. Við øðrum orð­um at seta mál og leggja karm­ar, skrivar Thomas Arabo í viðmerking til Reidar Nóngjall. Myndin er tikin á Tvøroyri, tá gamli Smyril á fyrsta sinni kom til Føroya í 1975. Tá var fiskimannaverkfall, og Smyril slapp ikki at bryggju á Tvøroyri Mynd: Árið ið fór 1975