hósdagur 6. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
11
tíðindi
Umboð fyri fiski
vinnu og vísindi møt
ast á mini ráðstevnu
við Menakhem Ben-
Yami
fiskivinna
Føroya Fiskimannafelag,
Meginfelag Útróðrarmanna
og Føroya Reiðarafelag
skipa fyri mini ráðstevnu á
Hotel Hafnia fríggjadagin
tann 7. juli í sambandi við
at heimskendi fiskivinnu ráð
gevin Menakhem Ben-Yami
vitjar í Føroyum.
Tann skjótt 80 ára gamli
men óvanliga birgi Mena
khem Ben-Yami, sum fyrr
hevur vitjað í Føroyum, er
gestur hjá teimum trimum
feløgunum. Hann og kona
hansara, Hanna, komu um
vikuskiftið úr Íslandi aftan á
vitjan í USA og tey fara heim
aftur til Ísrael leygardagin
tann 9. juli.
Ben-Yami hevur í nógv
ár arbeitt á altjóða stigi við
ráðgeving innan menning
og stýring av fiskivinnu
og hevur starvast fyri ST
matvørustovnin FAO í
ymiskum londum. Hann
hevur skrivað hópin av
vísindaligum ritgerðum
um fiskitøkni og vistfrøði
umframt hugleiðandi grein
ar um fiskivinnu viðurskifti,
ikki minst í blaðnum World
Fishing. Í 2004 gjørdist
hann av álvara kendur í Før
oyum í samband við fiski
vinnuráðstevnu hjá Farec.
Undir vitjan síni í Føroyum
hittir Ben-Yami m.a. umboð
fyri Fiskimálaráðið, Fiski
rannsóknarstovuna, Fiski
daganevndina umframt fisk
imenn, reiðarar og onnur.
Miniráðstevnan á Hafn
ia fríggjadagin varir frá
kl 15 til 18 og er opin fyri
almenninginum. Høvuðs
evnið snýr seg um hvussu
betri samstarv kann fáast
millum fiskivinnu og vísindi
og um fiskidagaskipanina
so væl sum aðrar aktuellar
spurningar við atliti til ta
føroysku
fiskivinnuna.
Umframt Ben-Yami fara
umboð fyri vinnuna og Fiski
rannsóknarstovuna at leggja
fram sjónarmið. Høvi verður
eisini at seta spurningar og
gera viðmerkingar. Mini ráð
stevnan fer fram á enskum
máli.
Fiskivinnuráðstevna á Hotel Hafna
Miniráðstevnan á Hafn
ia fríggjadagin varir frá
kl 15 til 18 og er opin fyri
almenninginum. Høvuðs
evnið snýr seg um hvussu
betri samstarv kann fáast
millum fiskivinnu og vísindi
og um fiskidagaskipanina
so væl sum aðrar aktuellar
spurningar við atliti til ta før
oysku fiskivinnuna. Umframt
Ben-Yami fara umboð
fyri vinnuna og Fiskirann
sóknarstovuna at leggja fram
sjónarmið
Mynd: Álvur Haraldsen
Skráseting og
útgáva av uppriti
um býarpartar, hús,
gøtur, náttúruøki
og fornminnir í
Tórshavnar komm
unu
kunning um
havnina
Tíðindaskriv
Tórshavnar kommuna ar
beiðir í løtuni við at gera eitt
býaratlas, sum inniheldur
skráseting av bygningum,
sum eru bygdir fyri 1958,
og sum kortleggur náttúru-
og mentunarumhvørvið í
býnum. Nýggj umhvørvi
verða eisini skrásett, um
tað verður mett, at hesi hava
týdning fyri heildina.
Ætlanin er at skráseta og
meta um, í hvønn mun hús,
vegir og økir eru áhugaverd
og verd at varðveita soleiðis,
at hetta ikki er í andsøgn
við framtíðar býarskipan og
menning. Arbeiðið er sam
stundis eitt lið í ætlanini
hjá umsitingini í Tórshavn
ar kommunu um at útvega
eitt yvirlit yvir sermerkt og
varðveitingarverd økir og
bygningar.
Arbeitt verður eftir leisti
við einum altjóða roynd
um framferðarhátti, kall
aður “SAVE”, sum eisini
hevur verið brúktur at gera
“Kommuneatlas” í øðrum
londum.
Komandi tveir mánað
irnar fara tvey fólk frá
kommununi at ganga runt
í býnum og skráseta bygn
ingar. Býaratlassið verður
væntandi liðugt á vári
2007.
Gera býaratlans fyri Havnina
Birita Wardum, Inga Katrin Winther og Jógvan Arge,
varaborgarstjóri
- Tað er umráðandi
at møta í góðari tíð
á flogvøllinum í
Keypmannahavn
flogferðsla
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Ferðandi, sum ferðast út frá
flogvøllinum í Keypmanna
havn, mugu brynja seg við
toli og góðari tíð, sigur
Jóhan E. Simonsen, stjóri
í FaroeJet. Tey mæla fólki
til at møta á flogvøllinum í
Kastrup í minsta lagi tveir
tímar áðrenn fráferð.
- Hóast vit sum flogfelag
onga ávirkan hava á støðuna
í Keypmannahavn, verða
okkara kundar raktir av
trupulleikunum. Vit hava
upplivað, at ferðafólk standa
eftir í Keypmannahavn, tá
flogfarið fer á veingirnar,
tí trygdareftirlitið tekur so
langa tíð. Tí kunnu vit bert
mæla ferðafólki at møta
í sera góðari tíð, um tey
skulu ferðast út frá Keyp
mannahavn, sigur Jóhan E.
Simonsen, stjóri í FaroeJet.
Orsøkirnar til, at tað
kann verða sera drúgt at
ferðast umvegis Keypmann
ahavnar Flogvøll, er, at sera
langar bíðirøðir eru við
trygdareftirlitið. Harum
framt hava tekniskir trupul
leikar verið við tólunum, ið
flyta viðføri til og úr fløgfør
um.
Tí er umráðandi, at ferða
fólk møta í sera góðari tíð,
um tey skulu ferðast úr Keyp
mannahavn til Føroya ella
onnur lond.
Keypmannahavnar Flog
vøllur kunnar støðugt um
støðuna á heimasíðu sínari,
www.cph.dk.
Stjórin í Faroe Jet:
Møtið í góðari tíð í Kastrup