Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 128 - 6. juli 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Væl kendi havnarmaðurin Heri Nolsøe, sum er í starvi í høvuðssæti Sparikassans í Havn, hevur í hesum døgum starvast 40 ár í Føroya Sparikassa. Í tí sambandi hevur móttøka verið í høvuðssætinum Yviri við Strond, og nógv nýttu høvið at heilsa upp á Hera og familjuna, sum sjálvsagt eisini var við til hátíðarhaldið. Mennandi og avbjóðandi “Tað hevur verið avbjóð­an­ di og mennandi at arbeitt í Sparikassanum hesi mongu árini. Tað hevur verið áhugavert at sam­starva við nógvum áhuga­verdum per­ sónum, ikki minst hevur tað verið spenn­­andi at samstarva við ELEKTRON og starvs­fólkið har”, segði Heri Nolsøe m.a. í røðuni, hann helt fyri gestunum. Heri Nolsøe var eitt langt skifti KT-leiðari í Spari­ kassanum, og tað hevur givið honum nógvar góðar upplivingar og royndir. “Eg havi haft høvi og tann framíhjárætt at vitja í nógvum londum og nógv­ um peningastovnum uttanlands - líka frá Grøn­ landsbankanum í Nuuk í minus 55 gradum til RABO Bank í Hollandi við fullkomnum reindyrkaðum sjálvsgreiðslukonsepti og als ongum starvsfólkum, mannleys á starvs­fólka­ síðuni”, greiddi hann frá. Ein stór familja Tá Heri Nolsøe fyri 40 árum síðani byrjaði í Før­ oya Sparikassa, arbeiddi hann í gróthúsinum í mið­ býinum. Tá vóru 12 fólk í Sparikassanum. “Hetta var sum ein stór familja. Fólkatalið í Før­ oyum var nakað minni, enn tað er í dag. Vit høvdu um 35.000 konti, og vit veittu føroyingum tær tæn­ astur, vit høvdu tá.” Í 1966 var alt skrivað við hond í Sparikassanum. Hvørja ferð, ein kundi var inni, vórðu stórar bøkur við kontokortum í slongdar uppá ein skrivipult. Upp­ hæddin varð førd inn í sparikassabókina við tveimum undirskriftum, og samstundis varð konto­ blaðið dagført í hesum stóru bókum. Rentan var útroknað, og dagin eftir varð sama bókin aftur slongd uppá skrivipultin og rentusaldo regulerað. Tvær kollveltingar “Eg fekk um endan á gomlu tíðini. Í 1967 vóru bók­ ingarnar umvegis holkort skrásettar elektroniskt á Elektron og dagførd konto­ kort vóru nú elektroniskt útskrivaði dagin eftir”, segði Heri, sum eisini greiddi frá, hvussu tað var, tá fyrsti PC’arin kom í húsið 1. januar 1985: “Tá var alt á gosi. Hetta var eitt heilt Elektron í miniformati inni í Spari­ kassanum við skermi, diski, RAM og ROM, tekstviðgerð, rokniarki og databasa. Forritast kundi harafturat lokalt til miðilin. Ein sjálvfylgja í dag – men kollvelting tá”. Líka kollveltandi var tað at fara yvir til on-line skipanina, sum í veru­ leikanum flutti Sparikassan og hinar peningastovnarnar fram í nýmótans tøkni. Góður starvsfelagi Á móttøkuni vísti Bjarni Olsen, stjóri, á, at Heri Nolsøe hevur nakrar egin­ leikar, sum eru komnir Sparikassanum til góðar. “Tú hevur verið við í allari KT-menningini, sum Sparikassin hevur verið ígjøgnum. Og tað má sigast at vera einastandandi, at tú hevur megnað at fylgt við øll hesi árini. Tað haldi eg er flott klárað. Tú hevur verið við til at tryggja, at KT í Sparikassanum er á einum høgum støði”, segði Bjarni Olsen, ið annars legði dent á, at Heri Nolsøe er kendur sum ein góður starvsfelagi, friðarligur og hampuligur og við einum góðum humorisktiskum sansi. Heri Nolsøe er væl kendur millum føroyingar. Hann hevur leingi sýnt síni evni innan tónlistina, og hann er ein av okkara góðu tónasmiðum og yrkjarum. Sum ungur var Heri Nolsøe ein sannur fótbóltsúr­mæl­ ingur bæði á besta liðinum hjá Havnar Bóltfelag og á landsliðinum. Lítið er at siga til, at Heriu Nolsøe í dag telist millum hollastu HB-stuðlar. Heri Nolsøe, Tórshavn: 40 avbjóðandi ár í Sparikassanum Heili 40 ár eru liðin, síðani Heri Nolsøe byrjaði í Føroya Sparikassa Móttøka Myndir:Jens Kristian Vang Heri Nolsøe hevur starvast í 40 ár í Føroya Sparikassa Heri Nolsøe saman við konuni, Dorrit, og dóttrini, Beintu Heri og Bjarni Olsen, sparikassastjóri Marner Jacobsen, forstjóri í sparikassanum, lýður á meðan Heri heldur røðu Nógv av starvsfólkunum í Føroya Sparikassa vóru við til móttøkuna í sparikassabygninginum yviri við Strond