hósdagur 6. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
13
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður,
pápi, verpápi og abbi okkara
Edmund Haraldsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum í kapellinum á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til prest fyri troystarrík orð.
Tøkk til sangarar og kirkjutænarar, berarar og gravara.
Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar,
peningagávur og til øll, ið hjálptu á annan hátt.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Harrin signi tykkum øll.
Marita, børn og abbabørn
Mentanarhúsið í Fuglafirði:
Skeið í máling seyming og tøving
Eitt skeið í máling, seym
ing og tøving var í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði í
døgunum 16., 17. og 18.
juni í ár. Skeiðið byrjaði
fríggjakvøld
og
longu
áðrenn tað fyrsta kvøldið
var runnið, var íblásturin
hjá
luttakararunum
so
stórur, at teir vildu ikki
leggja amboðini fyri at
hvíla til ein langan leyg
ardag fyri framman.
Árla leygarmorgunin var
Mentanarhúsið aftur fult
av kreativum fólki, ið bara
vildu skapa mera. Allan
leygardagin á tamb varð
framleitt av lívsins kreftum,
og tað leið væl út á sunnu
morgunin áðrenn amboðini
hvíldu aftur.
Sunnudagurin varð so
endabresturin, har sýnast
skuldi fram. Men luttak
ararnir høvdu skapað so
nógv og høvdu so ilt við at
steðga, at framsýningin
bleiv meira eitt verkstað,
har tey vitjandi høvdu høvi
at hyggja at meðan lista
fólkini løgdu seinastu hond
á verkini.
Sum tann fullfíggjaði
endin á tiltakinum skein
sólin bæði oman og niðan í
Fuglafirði sunnudagin 18.
juni, so framsýningin av
verkunum frá skeiðnum
varð flutt útum á tað
stásiliga torgið uttanfyri
Mentanarhúsið.
Nógv fólk vitjaði fram
sýningina og áhugin var
stórur at fáa fyriskiparar
nar at skipa fyri einum
skeiði afturat. Hetta verður
nú veruleiki, og verður
Mentanarhúsið í Fuglafirði,
ið er sera væl egnað til
tílíkt tiltak, aftur karmur
um skeið í máling, seyming
og tøving í døgunum 21.,
22. og 23. juli 2006.
Tað eru tær tríggjar krea
tivu eldsálirnar Randi M.
Gunnarsdóttir, Oddvør á
Lakjuni og Unn E. Petersen,
ið skipa fyri. Til ber at
ringja til eina teirra og fáa
meira at vita ella at tegna
seg á tlf. 224253
Í døgunum 21. 22. og
23. juli 2006 verður
Mentanarhúsið í
Fuglafirði aftur
karmur um eitt skeið í
máling, seyming og
tøving. Fyrra skeiði
var í miðskeiðis í juni
mánað
Tíðindaskriv
7. juli. Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa
sínum Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi
hesin enski munkurin pílagrímsferð til Róm og
var tann einasti, ið kom fram. Seinni gjørdist hann
biskupur í Eichstadt í Bayern.
Dagurin í morgin
Anna Højsted, ættað úr
Hvalvík, búsitandi í
Taastrup
andaðist
á
Plejecentret Henriksdal í
Taastrup
fríggjadagin
30. juni, 82 ára gomul.
Jarðarferðin úr Hval
víkar kirkju verður lýst
seinni.
Jonna Rasmussen, fødd
Nielsen, ættað úr Havn,
búsitandi í Sørvági, and
aðist mikudagin 5. juli,
65 ára gomul. Andakt
verður á Ellisheiminum í
Vágum fríggjadagin kl.
18. Jarðarferðin verður
úr Sørvágs kirkju leygar
dagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Jonnu, kunnu
lata Føroya Felag móti
Krabbameini eina pen
ingagávu. Konto í pen
ingagastovnunum.
Petur Petersen, Tvør
oyri vanliga nevndur
Petur í Puntabyrgi fer til
gravar
úr Tvøroyrar
kirkju fríggjadagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Petur, kunnu lata eina
peningagávu á konto í
Føroya Sparikassa.
Lítla Lív Wiegand Dan
ielsen, dóttir Guðrun
Danielsen og Henrik
Wiegand Hansen, and
aðist í heiminum miku
dagin 5. juli, 2 ára gom
ul. Jarðarferðin verður
úr Kirkjubøar kirkju
leygardagin kl. 13.
Urnan við Erling Høj
gaard fer úr Rituvíkar
kirkju fríggjadagin klokk
an 14. Sungið verður úr
sálmabókini.
Zacthilda Jensen á
Stykkinum andaðist týs
dagin, 96 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Kvívíkar kirkjuni sunnu
dagin kl. 14.
Hjørdis Djurhuus,
Tórshavn,
andaðist
mánadagin 3. juli á
Landssjúkrahúsinum, 96
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum hóskvøldið
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur úr Dómkirkjuni frígg
jadagin kl. 14.
Andlát og jarðarferðir