Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 128 - 6. juli 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk ÚTLOND Amerikanska framferðin hevur skyldina av atsóknini (Iran um bumbuálopið á pílagrímarnar). Stutt sagt Krevur kanning Forsætisráðharrin í Irak, Nouri al-Maliki, vil hava óheft fólk at kanna ein tilburð, tá ein amerikanskur hermaður neyðtók og drap eina irakska gentu og fleiri av skyldfólkum hennara. Amerikanski herurin hevur longu tikið her­ mannin og sett hann í varð­hald, eftir at hansara felagar hava viðgingið, at hermaðurin neyðtók og drap gentuna og trý onnur fólk, teirra millum eitt trý ára gamalt barn. Hermaðurin skal fyri rætt­ in í USA, men nógv bendir á, at fýra av feløgum hans­ ara enda eisini í rættinum í sambandi við tilburðin. – Vit fara at krevja eina óhefta kanning av tilburðinum. Kann tað ikki lata seg gera, fara vit at krevja, at vit og amerikanararnir gera kann­ingina í felag. Vit kunnu ikki góðtaka brotsverk ímóti irakum, segði Nouri al-Maliki, forsætisráðharri, tá hann í gjár var á vitjan í Kuwait. Ymsar áskoðanir um yvirgang Í morgin er eitt ár liðið, síðani yvirgangsatsóknir at undirgrundarbreytini og einum bussi í London kravdu 52 mannanlív, og í tí sambandi hevur blaðið The Times spurt bretskar muslimar, hvat teir halda um yvirgang og yvirgangsmenn. Sjey prosent siga, at tað er í lagi at fremja sjálvmorðsatsóknir ímóti sivilfólki í Bretlandi. 16 prosent siga, at tey vóru ímóti atsóknini, men at málið hjá yvir­gangs­ monnunum var í lagi. 18 prosent svara, at tey høvdu einki sagt, um onkur av teirra næstu fór upp í al- Qaeda, meðan 35 prosent siga, at tey høvdu verið glað, um onkur av teirra skyldfólkum fór upp í bretsku løgregluna. Tariq Ghaffur, sum er tann ovasti muslimski løg­maðurin í Bretlandi, sigur við The Times, at kanningin hjá blaðnum vísir, at Bretland hevur framvegis ein lítlan mus­ limskan minniluta, sum er ein veruligur vandi í samfelagnum. Verður settur til viks Tann sosialistiski forsætis­ ráðharrin í Slovakia, Robert Fico, og flokkur hansara eru ikki serliga væl umtóktir í ES, tí teir hava skipað stjórn saman við einum víðgongdum høgraflokki. Millum teirra, sum ikki vilja sita til borðs saman við slovakisku sosialistunum, er fyrrverandi danski for­sætisráðharrin Poul Ny­rup Rasmussen, sum er formaður í sosial­ demokratiska tingbólk­in­ um í ES-tinginum. Hann hevur skotið upp, at tey sosialistisku umboðini úr Slovakia verða hildin uttan fyri tingarbeiðið, so leingi flokkur teirra situr í stjórnarsamgongu saman við tí høgravenda flokkinum. Nyrup er ikki einsamallur, tí teir svensku sosialdemokratarnir siga tað sama. Sjálvur roynir Robert Fico at verja flokkin við at siga, at tað er álagt flokkunum í stjórnini at verja minnilutar í land­in­­ um og at stríðast ímóti rasismu. Hetta er bein­ leiðis vent ímóti tí høgra­ venda SNS-flokk­inum, sum fleiri ferð­ir hevur niðrað tann ungarska minni­lutan og sigoyn­arar­ nar í Slovakia. 13 iranskir pílagrímar doyðu í einari sjuálvmorðsatsókn í morgun. Iran gevur amerikanarunum skyldina Bumbuatsókn Árni Joensen fartekst@mail.dk Bumbumaðurin hevði bumb­ una í bili sínum, og uttan fyri eina mosku í býnum Najaf læt hann bumbuna bresta millum tveir bussar við iranskum pílagrímum. Irakska løgreglan kunn­ gjørdi seinni, at 13 píla­ grímar høvdu latið lív av bumbuni, og at 41 aðrir vóru særdir. Síðani stýrið hjá Sad­ dam Hussein fall, hava nógvir shiamuslimskir píla­grímar úr Iran vitjað moskuna í Najaf, sum er ein tann týdningarmesti halgi­staðurin hjá shiamus­ limunum. Amerikanska herleiðslan í Irak ávaraði í gjár um, at tann nýggi leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Ayub al-Masri, tykist hava lagt seg eftir at brúka bilbumbur ímóti iraksku myndugleikunum og fremm­ andu herdeildunum. Samstundis bendir alt á, at al-Qaeda nú leggur seg eftir at søkja at tí shiittiska meirilutanum. Eitt nú doyðu meiri enn 60 fólk, tá ein bilbumba brast í shiittiska partinum av Bagdad seinasta leygardag, og í gjár kravdi ein onnur bilbumba fimm mannalív. Men iransku myndug­leik­ arnir heva amerikanarunum skyldina av atsóknini at pílagrímunum í morgun. Ein talsmaður hjá uttanrík­ isráðnum í Teheran segði, at tað er teirri mis­eydn­ aðu framferðini hjá her­ setingarvaldinum fyri at takka, at ágangurin í Irak heldur fram. Hann heitti samstundis á iraksku stjórn­ ina um at verja teir iransku pílagrímarnar, sum koma hagar. Tær norðurkoreansku rakettroyndirnar hava elvt til stúran, og tað ávirkar oljuprísin Oljuprísur Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var tann tíð, tá George W. Bush, forseti, umrøddi Irak, Iran og Norðurkorea sum tey óndu londini, og hesaferð er tað tað seinasta, sum voldir amerikanarunum og øðrum høvuðbrýggj – eisini á oljumarknaðinum. Herfyri sendi ósemj­ an um iransku kjarnorku­ vápnaætlanina oljuprísin upp ígjøgnum, og í gjár hendi tað sama, tá Norður­ korea gjørdi av at royna sjey rakettir, hóast USA og grannalondini høvdu ávarað landið ímóti vat gera tað. Á oljumarknaðinum í New York hækkaði oljuprísurin í gjárkvøldið, so amerikonsk olja, sum skal latast í august, kom upp í 75,19 dollarar fyri tunnuna. Sambært Bloomberg hevur prísurin ikki verið so høgur, síðani handilin við slíkum oljusáttmálum byrjaði fyri 23 árum síðani. Norðsjóvaroljan kvinkaði eisini uppeftir, og í morgun var prísurin oman fyri 74 dollarar. Seinni fall hann eitt vet og kom niður á 73,7 dollarar. Seinnapartin skuldi ameri­ kanska orkumálaráðið al­mannakunngera, hvussu stórar landsins olju- og bensingoymslur eru, og tað plagar at ávirka prísin. Frammanundan varð roknað við, at bensingoymslurnar eru í minna lagi. Bumba í Irak drap 13 iranar Bussarnir við pílagrímunum fóru í smildur Myndir: Reuters Rakettirnar hjá Norðurkorea taka oljuprísin við sær