hósdagur 6. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vestmanna er fyrireikað til stevnu
Nú er tætt millum summar-
stevnurnar í Føroyum. Tey
seinastu vikuskiftini hava
stevnur verið í Vági og í
Fuglafirði, og um viku-
skiftið tekur Vest manna
ímóti.
Í bygdini verður í løtuni
alt gjørt klárt til at taka
ímóti teimum mongu gest-
unum úr øðrum bygd um.
Heima við hús rigga fólk til
móttøku av vitjandi, og í
bygdini hampa fólk um
húsini, eins og ungfólk
rudda og fríðka.
Aftur hesaferð hevur
nevndin í VÍF gjørt eitt
megnararbeiði við at fyri-
reika eina skrá, sum hevur
nakað til einhvønn tørv.
Ítrótturin hevur altíð
ver ið frammarlaga í huga -
num hjá vestmenningum.
Og teir sleppa so sanniliga
eisini at royna seg í steypa-
dystinum móti havnar fel-
agnum Kyndli, sum leyg-
ardagin kemur á vitjan.
Kappróðurin er ein onnur
ítróttargrein, sum vest-
menningar hava staðið seg
væl í. Leygardagin leggja
bátarnir til brots í enn
einum dysti um FM-heitið.
Eingin ivi er um, at hesir
róðrar verða spennandi, -
ikki minst tí at mann ing-
arnar nú hava havt høvið at
vant í friði og náðum
seinastu tvær vikurnar.
Annars er skráin merkt
av samkomum, tónleiki,
kristiligum fundum, fram-
førslum og øllum tí sum
tey vitjandi kunnu gleða
seg til.
Veðrið verður skiftan di
um vikuskiftið. Veður-
maðurin, Petur Skeel Jac -
obsen væntar ælaveður og
sól arglottar. Hitin verður
mill um 10 og 15 stig.
Góða Fjarðastevnu!