Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 128 - 6. juli 2006 tíðindi Hóast ein ikki ynskir at gera brúk av tí, so er altíð gott at hava eitt vælvirkandi sløkkilið nærhendis. Eitt slíkt hava vestmenningar. Útgerðin er í lagi og nú húsast teir eisini í nýggjari og snotuligari høll Sløkkilið Orð&mynd: Snorri Brend Vestmanna: Tá sløkkiliðið í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani skuldi hava nýggjan sløkkiliðsbil var greitt, at hesin mátti lúka serstøk krøv. Í bygdini er bæði bratt og nógvastaðni eisini smalt. Hesin bilur skuldi eisini hava møguleika at hava væl av vatni við sær. Og í hálku kravdi tað eisini sín bil at koma niðan í bygdina um onkur uppgávu skuldi loysast har. Hvussu í víðu verð kundi ein finna eina bil­verk­ smiðju, ið kundi byggja ein slíkan bil til ein so serstakan tørv? Hann skuldi haraftrat hava góða megi, vera fer­ hjólsrikin og samstundis ikki vera ov stórur. Vestmanna Sløkkilið setti sær fyri at kanna hetta í útlondum, og komu at enda fram til ein íslending, ið vildi átaka sær at gera teimum ein slíkan sløkki­ liðsbil. – Hesin bilurin varð bygd­ ur upp frá grundini av. Og tá vit fingu bilin í 1999 kundu vit bara staðfesta, at hann var ideelur til okkara brúk her í bygdini, sigur Fríðálvur Bláhamar, sum áður var varaleiðari í sløkkiliðinum. Líkt var til at onnur sløkki­ lið kring landið vóru í somu støðu sum vestmenningar. Síðani tá hevur t.d. sløkki­ liðið í grannabygdini Kví­ vík fingið líknandi bil. Rætti bilurin Kanningarnar hjá Vest­ manna Sløkkiliði vístu teim­um leiðina til Sigurjón Magnusson, sum er búsit­ andi í íslendska býnum Ólafs­firði. Hann er ein eldsál fyri at menna býin, hann býr í, og vil gera alt fyri at skapa arbeiði til fólkið. Haraftrat kemur at Vestmanna er av somu stødd sum Ólafs­fjørð­ ur. Teir løgdu fram fyri hann øll krøvini og ynsk­ini til henda framtíðar sløkki­ liðs­bilin. Og tá ætlanin seinni varð løgd fram fyri bygdarráðið í Vestmanna var semja um, at hetta var rætti bilurin til teirra tørv. Fríðálvur Bláhamar sá skjótt, at tað var ein mark­n­aður fyri øðrum bilum av líknandi slagi í Føroyum. Og soleiðis bar á, at hann so líðandi gjørdist umboðsmaður teirra. Tað er tó ikki bert sløkki­ liðsbilar, sum Fríðálvur um­boðar. Fyrrárið fekk m.a. bjargingarfelagið á Eiði ein sjúkrabil made in Ólafsfjørður. Eftir 10 minuttum Eitt er at hava góðar sløkki­ liðsbilar, men neyðugt er somuleiðis at hava eitt stað at hava útgerðina standandi í. Neyðugt er somuleiðis at hava regluligar venj­ ingar fyri at halda vitan­ina og royndirnar hjá sløkki­ liðsmonnunum viðlíka. Í fyrra førinum hevur sløkkiliðið í dag fingið sera góðar umstøður í nýggja bygninginum, sum gjørdur er niðri á havnarlagnum. Parturin hjá sløkki­liðs­ monnunum í hesi ætlanini hevur ikki ligið eftir, og í dag kunnu fólk fegnast um eina sera snøgga og vælútgjørda sløkkiliðshøll. Skipað verður eisini fyri regluligum venjingum fyri sløkkiliðsmenninar eina ferð um mánaðin. Hetta verður gjørt fyri at halda teir dagførdar til uppgávur sínar. Av og á kemur fyri, at teir verða kallaðir út til eina veruliga uppgávu. Fleiri rættiliga stórir og um­fatandi eldar hava verið í Vestmanna gjøgnum tíð­ ir­nar. Seinast teir vóru boðsendir var tíbetur ikki um nakra stóra uppgávu. Hetta hendi herfyri, tá eldur kom í ein bil árla á morgni. – Vit fingu boðini kl. 6 henda sunnumorgunin. Hjá okkum gekk skjótt fyri seg: 10 min. eftir fráboðanina vóru vit á staðnum og bastu eldinum, staðfestir Fríðálvur Bláhamar. Við góðu útgerðini eru teir 100 % til reiðar næstu ferð boð verða eftir teim­ um! Útgerðin má vera í lagi Marner Seloy, varaleiðari í sløkkiliðsbilinum og Fríðálvur Bláhamar í sjúkrabilinum. Báðir bilarnir eru Made in Ólafsfjørður, Iceland