Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2006 29 tíðindi Ein av góðu døgunum her fyri var fíggjar­mála­ráð­ harrin, Bárður Nielsen í ferð við at sláa grasplenu sína. – Hon skuldi sláast til Fjarðastevnuna, hóast eg ikki verða heima um vikuskiftið, sigur Bárður, tá vit hittu hann í morgun umvegis fartelefonina. Hann var staddur í Danmark ávegis í summarfrí við familjuni, men verður aftur áðrenn ólavsøku. Í fjørsummar fingu tey eina dóttur, og fóru tá ongan veg. Men í ár skuldi tað altso vera. – Tað nyttar einki at vera heima, tí ein verður tilkallaður allatíðina. Fræg­ ast er at sleppa sær burtur. Fyrst tá fær ein frið, slær Bárður fast. Hann bílegði sær summ­ arferiuna longu í august mánaði í fjør, men visti ikki tá at stevna skuldi verða í bygdini um somu tíð. – So í ár verður eingin Fjarðastevna hjá okkum, slær Bárður fast. sb. ...tí av p Burturstaddur á Fjarðastevnu Bárður Nielsen í ferð við at sláa grasplenu sína Mynd: Birgir W. Høgnesen