hósdagur 6. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 128 - 6. juli 2006
tíðindi
Seinastu árini eru
fleiri útlendsk
ítróttarfólk komin til
Føroyar. Fleiri teirra
eru her eitt skifti, og
fara síðani heimaftur.
Ein teirra hevur
kortini valt at verða
verandi her, og enntá
byggja sær egin hús
– hondbóltsleikarin
Pidi Negro, sum
leygardagin reisti hús
síni í Vestmanna
Vestmenningur
Orð&myndir: Snorri Brend
Vestmanna: Tey hondbólts
hugaðu kenna Pidi sum tann
høgi og vandamikli spælarin
– fyrst hjá vestmenningum
og síðani hjá hoyvíkingum.
Seinastu seks árini hev
ur hann verið við til at
mynda føroyskan hondbólt.
Men hvussu verður við
hondbóltinum í vetur, dugir
Pidi ikki at siga nakað um
beint nú. Hann hevur í
løtuni aðrar ætlanir.
Í hesum døgum er hann
nevniliga í ferð við at
byggja sær egin hús í nýggju
útstykkingini í Vestri, ovar
laga í heimbygdini Vest
manna.
Heruppi hevur hann tað
best hugsandi útsýnið yvir
vøkru bygdina. Og her ætlar
hann sær eisini at verða
búsitandi í framtíðini.
– Eg fái at síggja, hvussu
verður við hondbóltinum í
vetur. Kanska verður tað
ikki fyrrenn í desember-
januar at eg fari við aftur.
– Eg veit ikki rættiliga.
Eg má fáa mær húsini liðug
fyrst, sigur Pidi.
Hann hevur í løtuni
summarfrí, og nýtir tí ein
stóran part av tíðini við at
fáa nýggja heim sítt liðugt.
Eftir ætlan skal hann flyta
inn í tey í ár.
Rumenskt vinalag
Pidi Negro kom til Før
oyar fyri seks árum síð
ani. Hann kendi eitt av
spælarapørunum hjá VÍF
– familjuna Rápa – og so
leiðis varð hann settur í
samband við hetta kenda
hondbóltsfelagið.
Áðrenn hann kom higar
visti hann sera lítið um
nýggja heimland sítt.
– Eg visti, at føroyingar
og rumenar høvdu spælt
landsdystir í fótbólti. Lítið
meiri enn tað var tað ikki,
sigur Pidi við einum brosi.
Eftir at hava spælt við
felagnum í fýra ár, avgjørdi
hann at skifta til H71,
sum hevur heimstað sítt í
Hoyvík.
At koma úr Rumenien til
Føroyar var ein stór broyting
fyri hann. Í heimlandinum
var hondbólturin tað sum
fór avstað við allari tíðini.
Hondbólturin var so at siga
arbeiði teirra, meðan ein
her í Føroyum bert vandi
nakrar ferðir um vikuna.
– Seinasta vetur gekk ikki
so gott hjá okkum í H71.
Vit vóru fremstir megin
partin av kappingini, men
fingu bert bronsu at enda.
– Tað sá so gott út at
byrja, men teir seinastu
fimm dystirnar gekk ikki
so gott, og tí gjørdust vit
bert nr. 3, sigur Pidi.
Timbur og skrúvir
Pidi kom til Føroyar á heysti
2000 og fekk beinanvegin
arbeiði á fiskavirkinum í
Vestmanna. Seinni fekk
hann arbeiði í smoltinum, til
hann at enda fekk arbeiðið,
har hann nú er.
– Eg má fáa mær
húsini liðug
Pidi Negro plagar vanliga at vera heima í Rumenien í
summarfrí. Í ár verður talan kortini um eina virkna frítíð, nú
húsini í Vestmanna skulu gerast liðug. Útsýninum hjá 33 ára
gamla hondbóltsleikaranum bilar einki