hósdagur 6. juli 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2006
31
tíðindi
Dagliga arbeiðir hann í
Vestmanna Timburhandli,
sum nú er farin saman við
Fjarðahúsum í Kollafirði.
– Tá eg byrjaði í timbur
handlinum visti eg ikki nógv
um timbur. Í veruleikanum
alt ov lítið.
– Men so líðandi byrjaði
eg at fáa skil uppá timbur,
skrúvir og alt hitt sum vit
høvdu. Hini starvsfólkini
vóru sera vinarlig móti
mær.
– Eg haldi sjálvur, at eg
lærdi málið rættiliga skjótt,
greiðir Pidi frá.
(Rætt hevur hann í tí,
tí øll henda samrøðan er
gjørd á føroyskum máli.
Ikki eitt fremmand orð varð
brúkt!, blðm.)
Tað kemur oysini
Tá ein flytir til eitt fremmant
land er tað at læra mál
og mentan at kenna av
avgerandi týdningi fyri,
hvussu væl ein kemur inn
á fólkið.
Fyri
Pidi
var
púra
greitt, at við at læra seg
at samskifta á føroyskum
máli, fór tað at gerast
lættari at trívast í hesum
fremmanda landinum.
Hann hevði áður spælt
hondbólt saman við Daniel
Rápa í Rumenien, og hesin
var honum til stóra hjálp ta
fyrstu tíðina í Føroyum.
– Daniel og konan Ioana
byrjaðu at tosa føroyskt við
meg. Og tá starvsfelagarnir
eisini gjørdu tað sama,
kom eg rættiliga skjótt eftir
málinum, sigur Pidi.
Í dag tosar hann flótandi
føroyskt og skilir tað sum
verður sagt. Hann dugir
eisini rættiliga væl at lesa
føroyskt, men tá talan er
um at skriva okkara trupla
mál hevur tað verið heldur
truplari.
– Men tað man oysini
fara at koma, sigur hann á
týðiligum vestmannamáli.
Pidi hevur tó ikki bert
spælt hondbólt og arbeitt.
Hesa tíðina hann hevur verið
í Føroyum hevur hann m.a.
tikið tað stóra koyrikortið,
og hevur somuleiðis tikið
skeið til koyring av trukkum
og arbeiði við krana.
Hann hevur ongar ætlan
ir um at venda aftur til
heimlandið
Rumenien.
Men, hvussu er tað: Er hann
føroyingur ella rumeni?
– Nei, eg eri ikki blivin
føroyingur enn. Tað fara
helst at ganga nøkur ár
aftrat, áðrenn eg verði tað!,
slær hann fast.
Míni egnu hús
Pidi er føddur og uppvaksin
í tí partinum av Rumenien,
ið kallast Transylvanien.
Har búgva foreldur hansara
og ein systir.
Hann hevur nú búð í Før
oyum seinastu seks árini,
og ætlar at verða verandi
her. Hetta seinasta er
kanska ikki minst orsakað
av, at hann hevur funnið
sær unnustu úr Vestmanna.
– Eg tími ikki bara at
leiga og leiga. Nú vil eisini
hugsa um framtíðina og
eiga míni egnu hús.
– Og húsini eru sjálvandi
Fjarðahús, sigur Pidi við
einum brosi.
Honum dámar væl her
í Vestmanna, og tá hann
so søkti um eitt grundøki
og fekk eisini eitt í nýggju
útstykkingini. Tá var einki
annað at gera enn at fara
til verka.
Hann hevur fingið góða
hjálp frá verfamiljuni. Og
seinasta leygardag vórðu
húsini reist!
– Eg vóni at vit kunnu
flyta inn í húsini í ár, sigur
Pidi.
Húsini hjá Pidi vórðu reist leygardagin. Og hann væntar at kunna flyta inn í tey í ár. Hann arbeiðir hjá Fjarðahúsum í Kollafirði,
og húsini eru sjálvandi av hesum slagnum!