hósdagur 6. juli 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 128 - 6. juli 2006
tíðindi
Ungfólk arbeiða við
at fríðka í bygdini, nú
Fjarðastevnan verður
um vikuskiftið.
- Her er nokk at gera,
sigur 16 ára gamla
Sólgerð Andreasen.
Rudda bygdina
Orð&mynd: Snorri Brend
Vestmanna: Í góðveðrinum
mánamorgunin sást ein
hópur av ungum gentum á
Torginum til arbeiðis.
Allar
vóru
tær
fult
upptiknar við uppgávum
sínum: At lúka og rudda
hetta vakra plássið mitt í
bygdini.
Torgið fer um vikuskiftið
at hava sítt natúrliga pláss
í skránni fyri Fjarða-
stevnuna, har fundir og
møtir av ymiskum slagi
skulu haldast.
Nú skulu so hesi ungu
hampa og fríðka um hetta
økið, sum er eitt tað fyrsta
sum møtir tí vitjandi, ið ætla
sær inn í bygdina. Aðra-
staðni í bygdini sóust onnur
ungfólk í við uppgávu.
Ein teirra sum arbeiðir
her er vestmannagentan,
Sólgerð Andreasen sum er
við í verkætlanini “Ung í
arbeiði”.
- Eg ætli mær at brúka
peningin til at keypa mær
eina aðra fartelefon, og so
ætli eg mær eisini til frisør,
sigur hon, alt meðan hon
lúkar rundan um vøkru
planturnar.
Mála og rudda
At
rudda
torgið
í
heimbygdini er bert ein
partur av øllum tí, sum
ætlanin er at náa hesar
komandi dagarnar.
Ætlanin var – alt sjálvandi
treytað av veðrinum – at
mála ymsastaðni í bygdini.
- Vit skulu mála í barna-
garðinum, og skulu eisini
mála nakrar veggir við
parkeringspláss,
greiðir
Sólgerð frá.
Mánamorgunin var hon
sum nevnt í ferð við at lúka,
meðan fleiri av javnaldrum
hennara stríddust við at fáa
eina sláimaskinu at virka.
- Tú. Kanst tú ikki hjálpa
okkum at fáa henda proppin
til bensinið av? Hann situr
so fastur, siga tvær teirra
við tíðindamannin.
Proppurin fer av beinan-
vegin, og løtu seinni hoyrist
gangurin frá hesum hand-
borna sláaranum.
Slappa av
Mánadagurin var fyrsti
arbeiðsdagurin hjá Sólgerð
í hesi verkætlanini hjá
Vestmanna kommunu.
Hon er annars von við
annað arbeiði enn heima-
arbeiðið frá skúlanum.
Eftir skúlatíð hevur hon
m.a. arbeitt hjá bakaranum
í bygdini, men nú er hann
givin. Í summar hevur hon
søkt onnur arbeiði, m.a. hjá
Fiskavirking, Fjørðukrónni
og onkra aðrastaðni.
- Men eg veit einki um
nakað av hesum enn, sigur
Sólgerð.
Í løtuni er tað so urta-
garðsarbeiðið hjá Vest-
manna kommunu sum hon
og fleiri onnur ung eru
upptikin av.
Tá hon er liðug við hetta,
veit hon ikki rættiliga hvat
hon fer at gera.
- Eg haldi, at eg fari bara
at slappa av eitt sindur,
sigur hon.
Heimbygdin verður
fríðkað til stevnuna
Sólgerð Andreasen (fremst) og tvær vinkonur hennara – Durita Hansen og Anja Lamhauge – takast við at lúka
Torgið í heimbygdini
Møtir úti og inni
Samkomur: Eingin stevna uttan andalig tiltøk.
Hetta fáa gestirnir á Fjarðastevnuni eisini at sanna, tí
samkomurnar í Vestmanna hava gjørt sítt til at hesin
tørvurin verður nøktaður um vikuskiftið.
Missiónshúsið bjóðar hvørt kvøld til útifundir á
Torginum. Dentur verður her lagdur á góðan sang.
Eftir hetta verður opið hús í missiónshúsinum.
Samkoman Saron ger eisini vart við seg á
stevnuni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara
limir í samkomuni at hava útifundir á Torginum.
Aftaná verður opið húsið við kaffi og sangi í
samkomubygningi teirra.
Nevnast kann, at við gudstænastuna sunnu-
morgunin fer Hans J. Joensen, bispur at prædika.
Somu tíð verður evangeliskt møti í Saron.
sb.
Eingin list og eingin
framsýning
Mentan: Á slíkum stevnum er vanligt at hava
framsýningar av ymiskum slagi.
Men á Fjarðastevnuni verður einki slíkt tiltak.
- Vit hava roynt og roynt at fáa fólk at skipa fyri
framsýningum, men hetta hevur ikki eydnast okkum
á hesum sinni.
- Tíverri, mugu vit bara siga, staðfestir forkvinnan
í VÍF, Jóngerð M. Nielsen.
sb.
Jóngerð M. Nielsen
harmast um at eingin
listaframsýning verður á
skránni um vikuskiftið
Uppboðssøla
av teim
“kendu”
Myndir: Hóast eingin
listaframsýning er á skrán-
ni, so verður kortini nakað
av “list” í Vestmanna hetta
komandi vikuskiftið.
Eftir at steypadysturin
millum VÍF og Kyndil er
liðugur verður nevniliga
hildin ein meksikansk
uppboðssøla í miðhøllini
í skúlanum.
Tað
hevur
nevniliga
eydnast
fyrireikarunum
at fáa tey fýra løgtings-
og landsstýrisfólkini úr
Vestmanna og sjálvan
borgarstjóran at mála hvør
sína mynd til hetta høvið.
Kl. 21:15 verður so høvið
hjá fólki at bjóða upp
á myndir eftir Bárður
Nielsen,
Hans
Paula
Strøm, Heidi Petersen,
Olav Enomoto og Karl
Olsen.
Hetta kann uttan iva gerast
ein spennandi og fjølment
løta. Tað er ikki á hvørjum
degi, at høvið er at keypa
málningar eftir SO kend
listarfólk!
sb.