Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2006 33 tíðindi Tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tekur tú av einum tilboði í Bryggjuni sunnukvøldið, er møguleiki at vinna eina fótbóltsferð til Onglands Matstað Orð&mynd: Snorri Brend Vestmanna: Seinastu seks árini hava vestmenningar havt góðan møguleika at fáa sær ein bita og okkurt gott drekkandi afturvið í heimbygdini. Í november mánaði 2000 lat nevniliga upp Bryggjan á bryggjuni í Vestmanna. Síðani tá hevur verið opið, tí væl av fólki hevur vitjað hetta staðið hvønn einasta dag. Umframt mat og drekka hava tey vitjandi møgu­ leika at hyggja eftir fót­ bóltsdystum á stór­skíggja. Hetta er væl dámt av vest­ menningum, og í fjør, tá Liverpool og Milan hittust í Champions League-final­ uni mundu eini 150 fólk vera til staðar. Tað eru tó ikki bert vest­menn­ing­ar sum vitja í Bryggj­uni. Higar kem­ur nógv fólk eisini úr granna­ bygdini Kvívík. Líkt er til at kvívíkingum dáma væl hetta staðið, tí teir eru m.a. komnir við jóla­ dekorasjónum til Bryggj­ una. Tað eru fýra eigarar av Bryggjuni: Barry Bláhamar, Olaf Simonsen, Sigrid Niel­ sen og Arvid Petersen. Opið er vanliga millum 18 og 24. Um vikuskiftið tó frá 17 til 04. Gott tilboð Nú Fjarðastevnan stendur fyri durum hava fólkini handan Bryggjuna lagt seg eftir at geva teim vitjandi eitt gott tilboð og úrval. Eitt er maturin og drykki­ vørurnar, men tey skulu eisini hava undirhald, tá tey vitja matstovuna fríggja­ kvøldið og leygarkvøldið. Teir hava nevniliga fingið fatur á einum írskum bólki sum spælir fólkatónleik. Hesin bólkurin “Tradalsa” spælir bæði nýggjan og sið­bundnan tónleik, og tað skuldi verið nakað fyri einhvønn at lurta eftir. Fríggjakvøldið fer bólkurin Reverends eisini at spæla. Sunnukvøldið verður kort­ ini eingin fólkatónleikur á skránni, men kortini eitt tiltak sum man fara at savna fólk í hópatali á Bryggjuni. Tá verður nevniliga HM-finalan spæld, og ætl­anin er at henda skal vísast á stórskíggja fyri teim­um fótbóltshugaðu vest­menningunum og gest­ un­um, sum koma higar úr øðrum støðum kring landið. Í hesum sambandi bjóðar Bryggjan teimum eitt tilboð: Tekur ein við onkrum av tilboðunum um vikuskiftið er ein samstundis við í luta­kastinum um eina fót­ bóltsferð til Onglands. Góður tónleikur í Bryggjuni Barry Bláhamar (vm.) og Olaf Simonsen eru til reiðar at taka ímóti gestunum á Fjarðastevnuni