Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 128 - 6. juli 2006 tíðindi Ætlanin var góð, men hon varð ongantíð fullførd, tá menn settu sær fyri at útvega bygdarskúlanum á Slættanesi eitt heimskort til undirvísingina av børnunum Bygdir Snorri Brend Vestmanna: Hetta man hava verið fyri væl meiri enn 40 árum síðani, at eitt stórt kort við øllum heimsins londum varð bílagt til skúlan. Sum skilst hevði Vága­ prestur eisini sínar ætlanir við Slættanesi. Hesin ynskti at nýta skúlan sum bønhús, og bílegði tí bæði altar og urgu til bygdina. Sama hølið kundi tí bæði virka sum skúlastovu og sum kirkjusalur! Urgan kom til Slættanes, men tað gjørdi kortið altso ikki. Hvussu hevur verið við avgreiðsluni av kort- ordranum er ilt at siga nakað um nú. Men í øllum førum var støðan hon, at tá kortið umsíðir kom til Føroyar, var tað ov seint: Avgerðin um at niðurleggja skúlan á Slættanesi var tikin! Kortið kom kortini til Føroyar – ella rættari: til Vestmanna. Og her hevur kortið hingið í einum kjall­ ara líka síðani. Onkur hevur nevnt møgu­ leikan at fara út aftur til Slættanesar við kortinum, men enn er hetta so ikki fingið í lag. Hvør veit, kanska hetta kann gerast ein góðan summ­ardag: Kortið verður rullað saman, flutt við báti til Slættanes og síðani hongt upp í skúlanum har. Tað hevði verið eina roynd vert! Avtoftað Annars veit heimasíðan hjá Sandavágs kommunu at siga, at Slættanes var uppi í Sandavágs Kommunu. Fyrsti maður setti búgv á Slættanesi, sum liggur á landnyrðingshorninum á Vágum í 1835. Smátt um smátt vaks bygdin. Í 1890 vóru 7 húski, 40 fólk, og í 1940 12 húski og 75 fólk. Eftir kríggið minkaði fólkatalið so við og við, og í 1964 flutti seinasta húskið burtur. Nøkur hús standa uppi enn. Ferðafólk vísa Slættanesi stóran áhuga, verður sagt. Slættanes kom ongantíð til heimskortið Kortið av øllum heimsins londum hongur í dag í einum kjallara í Vestmanna. Heimstaður tess er Slættanes, men enn er tað ikki komið hagar Mynd: Birgir W. Høgnesen